Sum sethúsa og íbúðarbygning er í dag, eru olju rokningarnar alt ov høgar og kemst hettar av at íbúðir og sethús ikki eru bygd til at halda hitanum inni, men at hita fuglarnir á tekjuni.
Hetta sjálvt um húsini eru bygd eftir byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu og lúka øll krøv.
Eg vil arbeiða fyri at broyta byggjureglugerðina so at húsini verða líti dýrari at byggja, men verða nógv bíligari at hita.
Dømi, Vanlig sethús:
Hús bygd eftir galdandi byggisamtykt hjá Tórshavnar Kommunu brúka 4000 litrar av olju um ári
Við verandi orkuprísum svarar tað til 28000 kr.
Var Húsið bygt eftir tilráðingini frá Orkuráðnum 1986, vildi brúkið verði 2000 litrar av olju um ári
Við verandi orkuprísum svarar tað til 14000 kr. Munur 14000 kr.
Hús bygd eftir Donskum reglum í dag. Brúka 1200 litrar av olju um ári.
Við verandi orkuprísum svarar tað til 8400 kr. Munur 19600 kr.
Har afturat fær man eini behagilig og fjálg hús, eini hús hvar slepst undan gólvkulda og trekkið. Eisini kunnu flestu av teimum mongu gølum í byggjuvinnuni, sum nógv fólk eru komin illa fyri av, umgangast.
Tað er heilt víst at hetta eru broytingar ið bata, og sum man vil merkja í tí dagliga húsarhaldinum
Set kross við lista A,