Jákup á Borg útilokar ikki Lukasz

Liðtíðindi: Her er tað nýggjasta um Róald Jakobsen og Lukasz Cieslewicz

Í annaðkvøld verður finalan um Løgmanssteypið millum B36 og HB.  Úr B36-leguni er søgurnar eitt sindur ymiskar. Lukasz Cieslewicz meiðslaði sær knæið í Europa League dystinum móti Besiktas í Turkalandi, men tað er ógreitt, um hann er í spæl til steypafinaluna. Hann hevur verið í Danmark til skanningar. Undan fráferðini segði bóltsterki miðvallarin, at hann ikki væntaði at klára at spæla í steypafinaluni. Í dag er tónin ein annar.

 

- Lukasz Cieslewicz er ivasamur. Vit fara at testa hann beint áðrenn dystin. Her er talan um ein týdningarmiklan dyst, so vit gera tað vit kunnu, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36.

 

Hann sigur eisini, at Róladur Jakobsen er tøkur til steypafinaluna, men at spurningurin er meiri hvussu leingi hann klárar at spæla.

 

- Róladur er tøkur. Spurningurin er bara um hann skal byrja inni, ella um hann skal koma inn seinni í dystinum, sigur Jákup á Borg.

 

Tað er eitt sindur torført at lesa av, um talan er um sokallaðar “mind-games”, har venjarar royna at órógva fyrireikingina hjá mótstøðuliðnum. Venjarin hjá B36 sigur tó, at teir fara at halda seg til tað, sum teir plaga. Annars er Gilli Samuelsen ikki við ti steypafinaluna. Hann hevur spælt í steypakappingini við 07 Vestur, har hann var útleigaður í fyrru hálvu.