iva um, at eg persónliga haldi, at Nicolina hevur ótrúligar holdningar til Guds orð, men Gud havi lov, at vit hava rætt at siga tað vit vilja í okkara landi. Einaferð í einum skrivi hevði tú at fólki, sum [...] uppgirað, av tí at grein 266b varð samtykt, og sær bara fyri tær, at best var at øll vóru kynsvillingar! Aftur til bønarmøtini, sum tú so staðiliga fráræður. Tú sigur, at tú hevur hoyrt, at tingmenn hava [...] eru so langir, at man næstan noyðist út í tún at lesa teir. Men eg rokni bara við, at tú meinar tað tú sigur, og tað ger meg enn meira ørkymlaðan. Men tá tú fer at gremja teg um, at løgtingmenn eru
Ber tað til at siga sum so, at Hammershaimbsnormurin skal verða tann, sum fjølmiðlafólk skulu brúka? Partvís og saktans, og hetta er ein mótsøgn. Fólk tykjast vera samd um, at tað er í lagi at brúka dialekt [...] konstruktiónir, tí hetta er at taka við valdi ta mentalu grammatikkina, umframt, at eg ikki trúgvi, at tað yvirhøvur nyttar at prædika fyri fólki, at tey skulu siga Jógvan sigur, at hann ikki keypti eina byrsu [...] tí einstaka. Eg noyðist at taka hetta fram, og eisini tað, at tað verður vónleyst og er høpisleyst at lóggeva fyri, at tú skalt brúka so og so nógv nýyrði, og at tú skalt siga mær dámar mjólkina, ella
eru ofta marginalarnir, sum gera av, hvør vinnur eitt løgtingsval. Hvør atkvøða telur, og tí ræður um at vera úti um seg og vinna sum mest í sín part. 283 útisetar hava søkt um at sleppa á vallistan til [...] ætla at fíggja vallyftini, meðan onkur annar hevði hug at frætta nærri um útjaðarapolitikkin hjá flokkunum. Fara varliga fram Spurningarnir blivu svaraðir, og samanumtikið kann sigast um fundin, at hann [...] sjónarmiðum, og so bilar tað kanska minni, at tað keglið, sum ofta ger ein valfund áhugaverdan, ikki fylti so nógv í Føroyahúsinum. Tað letur til, at valevnini royna at fara varliga fram. Eingin samgongumøguleiki
soleiðis: 1) Metir løgmaður, at tað er nøktandi, at eingin kvinna er landsstýrismaður í løtuni? 2) Heldur løgmaður, at javnstøða eigur at vera í landsstýrinum? 3) Ætlar løgmaður at gera nakað við manglandi [...] tað er tilvild, at tað júst eru flokkarnir, sum bardust ímóti javnstøðulógini á sinni, sum sita við valdið, skal vera ósagt. Men tað átti ikki at verið nøkur hugsjónarlig ósemja um, at kvinnur úr øllum [...] gott nokk, at løgmaður, heldur at »ynskiligt hevði verið, um allir flokkar framyvir í størri mun hugsaðu um javnstøðu, tá teir skjóta upp landsstýrisfólk.« Tað er tað reina møsn at siga slíkt – men
Orsøkin til hetta er, at allar tær sendingar, sum koma frá samavirki í Englandi var at meta sum ein sending, tá støða skuldi takast til kanningarúrslitini sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan gjørdi í vikuni [...] hjá handlunum at bíleggja sær nýggjar dunnur, og keyparin má so velja, um viðkomandi torir at seta dunnuna í ovnin, ella um matarskráin verður broytt. Onkur vildi ivaleyst sagt, at tað at hava lóggildaðar [...] tað nú er rætt, at tað í hesum førinum er Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum einsamøll situr við ábyrgdini fyri at eftirkanna innflutta flogfenaðin. Tað hevur jú fyrr verið tosað um, at havt lóggildaðar
ikki vanir við annað. Hann sigur, at Enniberg hevur jólapakkarnar, sum sjómanskvinnuringarnir kring landið hava latið, við á hesum túri. - Tað er einki, sum bendir á, at vit koma heim til jólar, men helst [...] fjúrtan dagar inn í nýggja árið. Vanliga plaga vit at byrja vártúrin millum 20. og 25. januar, og tá verður farið í norskan sjógv at royna. Vártúrurin plagar at vera góður, tí tá er vanliga góð fiskitíð í norskum [...] fara nýggjan túr, tá ið januar mánaði fer at halla. Skiparin sigur, at um so verður, at teir fara úr russiskum í norskan sjógv at royna, verður hesin túrurin helst tríggjar mánaðar langur. Á leiðini, har Enniberg
Rituvíkar skúla. Birita Mohr sigur, at tað vísir seg at verða ógvuliga trupult at fáa skúlarnar at nýta sjónleik í undirvísingini. MÁF hevur bjóðað seg fram til at hjálpa til við undirvísingini, men hesum [...] Johansen. - Tað er stórur áhugi millum børn fyri at spæla sjónleik, og tað er langur bíðilisti at sleppa at ganga á báðum skúlunum, sigur Birita Mohr, sum heldur, at framtíðin hjá sjónleikinum í Føroyum sær bjørt [...] seinnapartin leygardagin. Vaksandi áhugi Birita Mohr hjá MÁF sigur, at sjónleikarastevnan eydnaðist serstakliga væl. Tað hevði nógv at siga, at veðrið var til vildar, tí um tað regnaði, hevði tað ikki hepnast
geirin almennar lønir - er mastodontur, sum tungur, fyri ikki at siga vónleysur, er at venda. Men onkur klókur hevur viljað verið við, at fjórði geirin kann liva av at klippa øllum hinum trimum, tí soleiðis [...] í einum minus, um vit hyggja at januar- og februarmánaðunum. Soleiðis er tað bara almennu lønirnar sum økjast, og hækka í stórum. Tó skal sigast fyri rættleikans skuld, at frá í 2007 hækkaðu allar løn [...] geirin klippir hinum trimum Vit eiga at hava í huga, at teir fyrstu tríggir geirarnir, Fiskivinna o.a., Bygging etc. og Privatar tænastur eru bundnir av og knýttir at marknaðinum, og halda fjórða geiran
ikki á at fáa dómarar til kappingina, og yvir høvur haldi eg, at trupulleikarnir vóru mest sum eingir, hóast tað sjálvandi er eitt baks at fáa eitt slíkt tiltak lagt til rættis. Verður endurtikið Onkur helt [...] undir kappingini, at tað vildi verið upplagt, um eitt slíkt átakt varð gjørt enn meira skipað. Eitt nú við at hava eina røð av trimum ella kanska fýra slíkum kappingum, og at tað at enda varð skipað fyri [...] tykist Jákup eisini halda, at hetta er eitt gott hugskot, men hann leggur afturat, at tað týdningarmikið, at hetta tá verður gjørt á rættan hátt. - Eg ivist í øllum førum ikki í, at hetta verður gjørt aftur
nýggja er ofta tað gamla sum er vent á høvdið, og í hesum føri hevur seyður altíð gingið allastaðni. Tað umvenda er so, at hann hevur ávís øki at ganga á, og at tað nú er ábyrgdarleyst at lata standa til og [...] seyði yvirhøvur at uppihalda seg við vegkantin burtur. Kanska latið seyðahundin runnið sær ein túr fram við vegnum, havt eina smala gøtu nærhendis, so alt vegaøkið kendist ótrygt. At siga at 3% av íbúgvunum [...] eydnast at fáa seyðin av vegnum, koma vit til gæs, harur, tjøldur og likkur. Fyribils er bert eitt at gera, nevniliga at seta ferðina niður, tá tú nærkast djórum. Likkur og tjøldur hava ringt við at “fóta