Í okkara lítla og viðbrekna samfelag koma broytingarnar í so harðliga á okkum, og týðiliga sæst, hvussu almenna lønarkontoin í stórum yvirhálar privatu, samstundis sum inntøkur landskassans lækka.
Tøl kunnu sjálvandi setast upp ymist, men merkisvert er at síggja, hvussu lønarhækkingarnar í almenna geiranum bara økjast, meðan lønarútgjaldingar í fiskivinnuni tilsvarandi støðugt lækka.
Tað sum nú ger seg galdandi, er tó nógv ógvusligari. Taka vit munin á 2006 og 2009, er bara fiskivinnan, sum fellur í lønarúgjaldingum, meðan í 2007 kemur eisini ferð á niðurgongdina í byggivinnuni, og í 2008 kemur so tænastuvinnan eisini við í einum minus, um vit hyggja at januar- og februarmánaðunum.
Soleiðis er tað bara almennu lønirnar sum økjast, og hækka í stórum. Tó skal sigast fyri rættleikans skuld, at frá í 2007 hækkaðu allar lønarútgjaldingarnar, men tað broytir tó ikki heildarmyndina.
Víst verður til hjáløgdu mynd við Hagstovuni sum talkeldu.
Sermerktar broytingar í lønarúgjaldingum - við Hagstovuni sum keldu - fyri januar og februar 2006, 2007, 2008 og 2009, tala sín álvarsliga veruleika:
2006 2009 munur í kr.
mió.kr. mió. kr. mió. kr.
Fiskivinna o.o. ráevnisvinna 199 164 ÷35
Bygging o.o. tilvirking 119 134 +15
Privatar tænastuvinnur 295 349 +54
Almenn o.o. tænasta 331 412 +81
2007 2009 munur í kr.
Fiskivinna o.o. ráevnisvinna 236 164 ÷72
Byggivinna o.o. tilvirking 141 134 ÷7
Privatar tænastuvinnur 328 349 +21
Almenn o.o. tænasta 353 412 +59
2008 2009 munur. í kr.
Fiskivinna o.o. ráevnisvinna 198 164 ÷34
Byggivinna o.oo. tilvirking 158 134 ÷24
Privatar tænastuvinnur 371 349 ÷ 22
Almenn o.o. tænasta 381 412 +31.
Fjórði geirin klippir hinum trimum
Vit eiga at hava í huga, at teir fyrstu tríggir geirarnir, Fiskivinna o.a., Bygging etc. og Privatar tænastur eru bundnir av og knýttir at marknaðinum, og halda fjórða geiran, – almennar lønir – á lívi, hesin fær játtanir úr lands- og ríkiskassanum. Fjórði geirin almennar lønir - er mastodontur, sum tungur, fyri ikki at siga vónleysur, er at venda.
Men onkur klókur hevur viljað verið við, at fjórði geirin kann liva av at klippa øllum hinum trimum, tí soleiðis liva onnur samfeløg. Hvørji so hesi eru!
Eingin ivi er um, at 2009 fer at koma við meiri týðiligum lønarmunum millum privat og alment. Við hesum kann kanska roknast við halli á fíggjarlógini, sum fer yvir trífjórðings milliard krónur við lækkandi landskassainntøkum.