Orðið er eitt tómt ljóð og ein sveimandi toka

Um ein almennan føroyskan málpolitikk

Hjalmar P. Petersen

Ikki einki liggur í hesum orðunum hjá Goethe, tí eitt mál kann definerast sum: ?ein skipan, sum ógviliga komplekst miðlar ímillum tað ljóðilga lagið el. universið og tað merking lagið (el. unversið)?.
Hevur henda definitiónin nakað at siga, tá ið talan er um ein almennan málpolitikk?
Absallutt.
Í Føroyum verður størstur dentur lagdur á, hvørji orð eru røtt ella skeiv og um onkur syntaktisk vending er skeiv. Hetta seinna skal eg siga eitt sindur um seinni.
Fyrst til orðini. Tey eru ikki annað enn tóm ljóð og ein sveimandi toka, altso, tað er einki í ljóðunum /t/, /a/, /d/, /e/, /l/, sum sigur, at tey skulu verða sett í samband við merkingina telda. Mekanisman, sum midlar ímillum ljóð og merking er kompleks, men sambandið ímillum ljóð og merking er tilvildarligt, sum longu Saussure lærdi í fyrra parti av síðstu øld.
Út frá málsins innara bygnaði er tað fullkomiliga líkamikið, um mann brúkar telda ella kompjútari. Tað skal bara vera ein semja ímillum tey, sum brúka málið, um, at tað eina stendur fyri hinum, soleiðis at vit skilja hvønn annan.
Men orðasmíð hevur kortini ikki ongan týdning, tá ið talan er um at definera tann føroyska samleikan, tí tað er eitt faktum, at mál hava stóran týdning fyri samleikakensluna hjá einari tjóð.
Burtur við øllum tosi um orð, tá ið ein almennur málpolitikkur skal orðast. Tað er einki perspektiv í tí, og einki mál er deytt av lánorðum, og eingin kann lóggeva fyri, at vit skulu brúka eitt nú skyndil fyri spitari ella føtil, ástig fyri pedalur.

Tann mentali
málførileikin
Málið er ikki tað, sum verður skrivað niður í einari normativari grammatikk. Málið er tað, sum barnið lærir, og sum verður ein partur av tí mentala førleika okkara. Málførleikin liggur eisini í vinstra heilaparti, og skal ein málpolitikkur orðast, má hann virða málførleikan hjá øllum, tí málið er ein so stórur partur av samleikanum hjá tí einstaka.
Eg noyðist at taka hetta fram, og eisini tað, at tað verður vónleyst og er høpisleyst at lóggeva fyri, at tú skalt brúka so og so nógv nýyrði, og at tú skalt siga mær dámar mjólkina, ella skriva hetta, ístaðin fyri eg dámi mjólkina. Tað átti at verið óneyðugt at nevnt hetta, men tað er her, sum so at siga alt orðaskifti um mál er. Tað er sum tær svunnu tíðirnar altíð verða lovprísaðar, meðan eingin gevur sær far um nútíðarmálið, ella tekur tað í álvara. Ístaðin fyri er tað peikifingurin, sum sigur, at tú skalt brúka hann stóð framman fyri málið og ikki framman fyri málinum. Her má eg so spyrja, hvat tú heldur um ein setning sum mær dámar mjólkin. Burtur úr vón og viti, hugsar tú allarhelst, men hetta var einaferð føroyskt, um hesi ópersónligu sagnorðin skulu berast saman við íslendskt, har hvørfall verður nýtt (mjólkin) og ikki hvønnfall sum í føroyskum (mjólkina). Alt broytist, og tað er eingin grund til at halda, at mál skulu sleppa undan einari slíkari universalari lóg. Spurningurin er bara, hvussu og nær broytingarnar verða evalueraðar og góðtiknar. Mær dámar mjólkina hevur einaferð ljóða skeivt, men er eftirmett av málbrúkarunum, og blivið rætt, á sama hátt sum tað einaferð ikki fer at ljóða undarligt at siga eg síggi bilarnir - tá vit, sum brúka eg sá bilarnar eru farin hiðani.
Skal ein almennur málpolitikkur fara at lóggeva móti hesum? Skal mentamálaráðharrin ella onkur annar fara oman í tingi og siga, at tað er ikki loyvt at brúka eg dámi ella eg eigi bilarnir?
Sjálvandi ikki.
Men sum eitt moderna ídnaðarsamfelag er tað neyðugt at hava ein norm, og hann kann lætt definerast, um semja fæst um ein slíkan, og mær vitandi, hava vit ikki nakran norm í føroyskum, sum er lógarfestur.

Hvat gera vit
við lánorðini
Hesin spurningurin er stutt svaraður. Vit skulu brúka tað slagið av purismu, sum verður brúkt í eitt nú Noregi og Íslandi og skriva tey eftir føroyskum framburði: citat $?$end$!$ sitat, definition $?$end$!$ definitión, og her ber til at áseta ein norm við lóg, ella brúka tann norm, sum longu er at síggja í orðabókunum.

Síðan segði Rebekka?
Eg ætli mær at sitera Skriftina, 1 Mós. 27,46: Síðan segði Rebekka við Ísak: Mær stendst við lívið vegna døtur Hets.
Eg haldi, at hetta er ein flottur setningur. Hann er dømi um høgan stíl og ein sovorðnan skalt tú hava í bíbliuni. Ein, sum dugir væl at raka stílløgini í føroyskum er Axel Tórgarð, men júst stílløg er eitt lítið dyrkað lendi í føroyskum. Tað skal vera møguligt at siga og skriva: eg behøvist ikki at fara, vissi eg ikki tími, men eisini mær tørvar ikki at fara?. Tann fyrra setningin nýtir tú í einum talumálsteksti, og slíkir eru til, tí fólk tosa saman í bókum, tann seinna kanst tú brúka í øðrum stílløgum, har tørvur er á tí.
Aftur her koma vit inn á hetta við einum almennum málpolitikki, sum ikki kann fara lóggevandi niður í sálutir sum hesar, men tvørturímóti geva báðum frasum loyvi til friðarligan sameksistens.


Kroppurin hjá málinum
Sagt verður, at fjølmiðlarnir hava so stóra ávirkan á málið. Men pasasar hetta? Er tað ikki bara ein myta?
Hvørja ávirkan hevur Útvarp Føroya á piltin og gentuna, sum læra føroyskt, og sum gera tað í einum sonnum spurti frá tey eru tvey ár?
Ikki so stóran, sum tað verður sagt í heilum, tori eg at pástanda, og ein pástandur verður hetta, so leingi sum ongar kanningar vísa tað øvugta.
Kortini hava fjølmiðlarnir ávirkan, tá ið tað snýr seg um at fáa viss orð inn í føroyskt, og tí er tað, at børn í dag siga fílur og skjaldbøka, har fleiri eldri siga skildpadda, men at fjølmiðlarnir ávirka eitt nú setningsbygnaðin í málinum, tí trúgvi eg ikki fyrr enn eg havi sætt eina kanning, sum vísir, at so er. T.d., hetta, at hvørjumfall verður búrkt fyri hvønnfall ? tað er neyvan nakað, sum byrjar í fjølmiðlunum, men heldur ein tendensur í føroyskum, á sama hátt sum tað er tað í íslendskum.
Men viðvíkjandi fjølmiðlum, hevur ein almennur málpolitikkur síni ørindi at røkja, tí tað er óneyðugt at hava danska talu ella enska við donskum teksti til natúrusendingar o.s.fr. Vit mugu fáa hesar týddar til føroyskt, og soleiðis økja um tann málsliga kroppin.
Ein almennur málpolitikkur hevur plikt til at økja um tann málsliga kroppin. Vit mugu fáa orðabøkur, og tað nógvar. Her er nógv hent, og sita menn í løtuni við einari føroyskari-danskari orðabók, einari føroyskari-enskari, einari russiskari-føroyskari og einari føroyskari-týskari. Eisini er ein týsk-føroysk orðabók liðug, og áttu menn at tikið stig til at fingið hana út. Vit mugu fáa týðingar, og tað nógvar. Týðingar úr enskum, úr sponskum, úr norðurlendskum, úr týskum? og tað kostar. Men her er so nógv annað, tá ið talan er um at vaksa um kroppin. Slíkt sum skelting í handlum. Hví ikki skriva sjampo og ikki shampoo á skeltini og so framvegis. Tekniskt er eingin trupulleiki her. Lýsingarbløð skulu brúka føroyskt, ella um ikki annað, so skal eitt vist prosenttal í teimum vera á føroyskum. Vit mugu hava skúlabøkur, nógvar, og á einum máli, sum næmingurin skilir. Og so framvegis og so framvegis. Hetta er uppgávan hjá einum almennum málpolitikki, og sjálvt um tað kostar, so kann politikarin spyrja seg sjálvan, um vit hava ráð, ikki at gera hetta, tí hava vit ikki til dømis góðar, lættlesiligar týðingar og mangt anna, sosum telduspøl til børn, verður tað enskt, ið fer at ráða í framtíðini, og tann møguleikin er altíð til staðar, at fólk simpult henn bara skiftir mál.

Økismissur
Nógv varð tosað um økismiss í Norðurlandahúsinum, nú málráðstevnan var har, og tað av røttum. Økismissur er hetta, at málið missir øki, har tað fyrr hevur virkað í til, serliga, enskt. Vísindafólk skriva greinar sínar á enskum, og tað eru dømi í Norðurlondum, har enskt verður brúkt sum undirvísingarfak.
Hetta kann vera praktiskt hjá næminginum, sum ætlar sær víðari, men tykist mær vera snobbut.
Her ber til at gera lógir, sum siga, at øll undirvísing skal vera á føroyskum, og hví ikki krevja av fólki, at tey skulu undirvísa í faki sínum á føroyskum? Tað er ikki allastaðni, at hetta verður gjørt. Krav verður eisini, og er tað kanska longu, at øll undirvísing á miðnámsskúlum og høgri skúlum í landinum er á føroyskum, og at føroyskt eisini verður brúkt í útlendskum fyritøkum.
Men her eru ymiskir praktiskir vansar, sum lesarin sjálvur kann ímynda sær.
Vit hava eitt slag av økismissi í bókum og sjónvarpssendingum, men kortini bara eitt slag, tí føroyskt hevur ongantíð rættiliga verið tað ráðandi málið her, og her ber til at vinna øki, millum annað við týðingum, eins og eg havi nevnt, men tað ber eisini til at krevja, at til dømis natúrusendingar og aðrar, sum hava danska talu ella enska talu við donskum teksti fáa føroyska talu. Hví ikki? Fólk er, sum klárar at gera hetta. Pengar eru eingir.

Tíðindafólk á skúlabonk og ein málsligur normur?
Ein almennur málpolitikkur skal skilja ímillum tað privata og tað almenna. Málførleikin og tann grammatikkin, sum vit brúka, tað er nakað, sum fyrt og fremst gongur fyri seg í heilanum, og tú hvørki kanst ella eigur at lóggeva um orð og vendingar. Tað ber heldur ikki til. Tað ber ikki til at siga at eitt nú Føroysk orðabók frá 1998 verður lóggildað, soleiðis, at tú bara skalt brúka orðini í henni. Men ber tað so til at lóggeva um tann almenna partin?
Um vit skulu hava ein norm, hvussu skal hann síggja út? Er veruleikin ikki tann, at vit øll so at siga hava eina meining um, hvussu normurin skal vera, júst tí vit hava okkara serstaka málførleika? Ber tað til at siga sum so, at Hammershaimbsnormurin skal verða tann, sum fjølmiðlafólk skulu brúka?
Partvís og saktans, og hetta er ein mótsøgn.
Fólk tykjast vera samd um, at tað er í lagi at brúka dialekt í fjølmiðlunum, í hvussu so er, tá ið tosað verður. Alt í lagi siga /eu/ og /noi/? Men somu fólk kunnu siga, at hann ella hon ikki dugir at benda, tá ið viðkomandi sigur skipara ella eg sá bilarnir?, men hetta er eisini dialekt, og tá ið talan er um skipara, so er tað soleiðis, at hatta er tann upprunaligari formurin. Tá ið talan er um tað seinna, so er tað vissuliga dialekt, men tað er ikki í samsvar við Hammershaimbsnormin - heldur ikki tað fyrra, og tú var er heldur ikki eftir norminum, men ein dialektalur formur. Og summastaðni er tað dialekt at siga Bilarnar standa í túninum, og hetta sigst breiða seg.
Vit kunnu siga, at vit, tá ið talan er um bendingar, so skulu vit í tí almenna rúminum halda okkum til Hammershaimbsnormin. So hava vit um ikki annað onkran norm at halda okkum til. Men hvat gera vit við endingarsjálvljóðini? Havnarfólk siga »teir klókje menninir«, ella »ta klókje konuna«. Og eingin hevur endingarnar í sagnorðum ?rætta?. Vit í Vágum hava hann vendur, har sum Hammershaimbnormurin hevur hann vendir. Hvat skal gerast við hetta? Skal tíðindafólkið úr Havn lesa teir klóku?
Altso. Tað ber til at lóggeva og krevja ein norm í tí almenna rúminum; eisini krevja, at brøv frá tí almenna skulu vera lætt lesilig. Trupulleikin er bara, at vit ikki hava definerað normin, og tað sum er lættlesiligt er ógviliga einstaklingsbundið.

Orð at enda
So nógv kundi verið sagt afturat, men lat gá. Ein almennur málpolitikkur skal, eftir mínum tykki, fevna um annað enn at brúka eitt orð ístaðin fyri eitt annað, tí eitt orð er eitt tómt ljóð og ein sveimandi toka. Ein almennur málpolitikkur skal ikki fara inn á tað privata økið, og tvinga fólk at brúka vissar syntaktiskar konstruktiónir, tí hetta er at taka við valdi ta mentalu grammatikkina, umframt, at eg ikki trúgvi, at tað yvirhøvur nyttar at prædika fyri fólki, at tey skulu siga Jógvan sigur, at hann ikki keypti eina byrsu, tí hann ræddist spøkilsir fyri Jógvan sigur, at hann keypti ikki eina byrsu, tí hann ræddist spøkilsir, altso at negatiónin er aftanfyri í tí seinna døminum, nakað, sum upprunaliga ikki hevur verið í eldri føroyskum, kann roknast við, um mett verður saman við onnur norðurlendsk mál.
Ein almennur mál-politikkur má yvirhøvur respektera málið hjá øllum borgarum, tí unga og tí eldra; tí lærda og tí ólærda, og tey ymisku stílløgini mugu respekterast.
Ein almennur málpolitikkur hevur nógv meira við korpusplanlegging at gera og økismiss, har pengar verða brúktir til at fáa tekstir og annað á føroyskum, og tað er tann vegin, vit skulu fara.