Útisetavalstríð
Tað eru ofta marginalarnir, sum gera av, hvør vinnur eitt løgtingsval. Hvør atkvøða telur, og tí ræður um at vera úti um seg og vinna sum mest í sín part. 283 útisetar hava søkt um at sleppa á vallistan til løgtingsvalið, og tí ræður eisini um at føra valstríð uttanfyri Føroyar.
Meginparturin av útisetunum býr í Danmark, teir flestu í Keypmannahavn, og hóskvøldið var Føroyahúsið karmur um valfund. Fimm valevni úr Suðurstreymi og eitt úr Eysturoynni skuldu hvør í sínum lagi royna at sannføra útisetarnar um, at júst teirra politikkur er hin rætti.
Áhugin fyri fundinum var stórur. Føroyahúsið var stúgvandi fult av ungum og eldri fólki. Tað ljóðaði, at ein fundur í Odense kvøldið fyri hevði verið bæði lívligur og góður, og tí var spennandi, um hetta fór at endurtaka seg í Keypmannahavn.
Hvør í sínum lagi
Valevnini høvdu faldarar við, sum tey løgdu á eitt borð, og síðani fór fundurin í gongd. Unga valevnið hjá Fólkaflokkinum, Heðin D. Poulsen, legði fyri og tosaði í 5 minuttir um avrikini hjá sitandi samgongu. Nógv var fingið av skafti, helt hann, og alt hevði ikki bara snúð seg um fullveldi, sum fleiri av andstøðuvalevnunum so ofta vilja vera við.
- Gev samgonguni fýra ár afturat, og vit skulu halda fram við skilagóða politikkinum, lovaði hann.
Síðani gekk kjakið í bókstavarøð, og forkvinnan í Sambandsflokkinum, Lisbeth L. Petersen, greiddi frá høvuðssjónarmiðunum hjá Sambandsflokkinum. Spurningurin um ríkisrættarligu støðuna skal avgreiðast sum ein av teimum fyrstu, um Sambandsflokkurin sleppur framat, segði Lisbeth L. Petersen og vísti á nýskipanaruppskotið hjá flokkinum.
Kristian Magnusssen úr Javnaðarflokkinum tosaði um ein sáttmála, sum flokkurin vil gera við veljaran. Sosialmálini skulu raðfestast nógv hægri. So og so nógv røktar- og ellisheimspláss, ansingartrygd, burtur við bíðilistunum og aðrar batar, lovaði Kristian Magnussen afturfyri atkvøðuna hjá veljarunum.
Valevnið hjá Sjálvsstýrisflokkinum, Ása Olsen tosaði um stig fyri stig-politikkin hjá Sjálvstýrisflokkinum og pensjónina til allar føroyingar, sum flokkurin hevur raðfest sum sítt fremsta mál í hesum valstríðnum.
Finnur Helmsdal úr Tjóðveldisflokkinum vísti eins og Heðin Poulsen á avrikini, sum sitandi samgonga hevur framt. Sjálvsagt restar nógv í, men tað er mark fyri, hvussu langt tú kann røkka í einum valskeiði. Og mark er fyri, hvussu nógvan pening, tú kann brúka. Í dag standa 1,5 milliardir krónur í landsbankanum, vísti hann á, og fyri tær fæst nógv vælferð, segði hann.
Einasta valevni uttanfyri Suðurstreym, Bill Justinussen úr Miðflokkinum, vísti á, at Miðflokkurin vil gera tingini øðrvísi enn hinir flokkarnar. Flokkurin er hvørki ein høgra- ella vinstraflokkur og hvørki ein sambands- ella loysingarflokkur. Familjupolitikkurin stendur ovast á dagsskránni hjá flokkinum, sum millum annað vil hava eitt nýtt Familju- og trivnaðarmálaráð sett á stovn í landsumsitingini.
Høvdu brúkt krútið
Valevnini tóktust ikki hava serliga góðan hug at fara í veruligan orðadrátt við hvønn annan. Millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin tóktist vera vápnahvíld, og tað sama sá út til at vera galdandi millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin. Okkurt prik var at hoyra viðhvørt, men dramatikkur var eingin.
Krútið var eftir øllum at døma brúkt niðri í Odense. Ein tann størsta ósemjan stóðst um, nær sambýlini í Sandoynni lótu upp, og fullveldi, sum hevur fylt so nógv í kjakinum seinastu fýra árini, fekk ikki nógva rúmd á fundinum, hóast orðstýrarin, Kári Mikkelsen, royndi at seta gongd á viðhvørt.
Um teir mongu áhoyrararnir longu høvdu gjørt av, hvar krossurin skal setast, ber ikki til at siga, men í øllum førum, høvdu teir ikki nógvar spurningar til valevnini. Nakrar viðmerkingar ? speiskar og minni speiskar - komu úr salinum, og onkur av teimum ungu vildi vita, hvussu flokkarnir ætla at fíggja vallyftini, meðan onkur annar hevði hug at frætta nærri um útjaðarapolitikkin hjá flokkunum.
Fara varliga fram
Tað letur til, at valevnini royna at fara varliga fram. Eingin samgongumøguleiki skal útilokast frammanundan, og eingin veljari skal ræðast burtur. Um tað so eydnaðist at sannføra útisetarnar á henda hátt, kunnu vit bara gita um. Kanska nakrar atkvøður flutti seg. Og tað eru jú ofta marginalarnir, sum telja.