Orsøkin til hetta er, at allar tær sendingar, sum koma frá samavirki í Englandi var at meta sum ein sending, tá støða skuldi takast til kanningarúrslitini sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan gjørdi í vikuni. Tískil kann ein sending verða afturkallað og bannlýst, hóast nakað av sendingini longu er farið í kølidiskarnar í ymsu matvøruhandlunum.
Lóggilda innflytarar
Spurningurin er tískil eisini, um tað nú er rætt, at tað í hesum førinum er Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum einsamøll situr við ábyrgdini fyri at eftirkanna innflutta flogfenaðin.
Tað hevur jú fyrr verið tosað um, at havt lóggildaðar innflytarar, sum so sjálvir høvdu staðið fyri eftirlitinum, t.d. við støði í galdandi innflutningskunngerð, og hevði Starvsstovan so í staðin havt til uppgávu at havt eftirlit við, at arbeiðshátturin hjá innflytarunum var í lagi.
Bárður Enni, leiðari á Heilsufrøðisligu Starvsstovuni, sigur við Sosialin, at hetta er ein møguleiki, sum avgjørt er verdur at umhugsa.
Í hvussu so er kann staðfestast, at núverandi støðan sera sera óheppin, bæði fyri Starvsstovuna, handilsfólki og keyparan. Støðan kann stutt sagt ikki góðtakast. Ov seint er hjá handlunum at bíleggja sær nýggjar dunnur, og keyparin má so velja, um viðkomandi torir at seta dunnuna í ovnin, ella um matarskráin verður broytt.
Onkur vildi ivaleyst sagt, at tað at hava lóggildaðar innflytarar av matvørum bara er at senda svartaper víðari til innflytaranar, og er hetta eisini rætt fyri ein part. Tað er ein spurningur um hvussu man setur hetta saman, men hinvegin hevði tað givið ein størri tryggleika fyri keyparan, við tað at hvør sending varð kannað sambærtt kanningarskránni í galdandi innflutningskunngerð, áðrenn sendingin bleiv send til Føroya.
Hvat við føroyskum dunnum ?
Hóast Starvsstovan ikki hevur sama eftirlit við teimum dunnum, sum verða aldar og slaktaðir í Føroyum, so eru nakrar heilt fáar kanningar gjørdar av hesum. Í 1995 og 1996 framdi Starvsstovan salmonellakanningar av føroyska umhvørvinum, og m.a. vórðu føroyskar dunnur kannaðar í hesum sambandi. 14 sokallað sýnir vórðu framd, uttan at salmonella varð staðfest í nøkrum av hesum sýnunum.
Hóast hetta ikki er eitt serliga stórt talgrundarlag, fyri at kunna siga nakað um salmonellu í føroyskum dunnum, so gevur hetta ikki grundarlag illgruna um, at føroysku dunnurnar eru fongdar, men kortini má mælast til, at fólk sýna neyðugt reinføri í køkinum, tá maturin verður gjørdur, líkamikið um talan er um føroyskar ella útlendskar matvørur.