Tað vóru limir í tí sokallaðu Orange rørsluni, sum høvdu fingið boð um, at teirra skrúgonga ikki slapp í gjøgnum ein kátólskan býarpart. Við heimagjørdum bensinbumbum og vápnum lupu tey á løgregluna. Nógv
staðin fyri at leggja størri og størri, óproduktiv gjøld á fiskivinnuna áttu politikararnir at hugsa um at typpa holið í landskassanum, sigur skiparin á Jupiter. Emil Petersen vísir á, at landskassin við [...] væl í vinnuni, sum tá kann útvega sær størri skip og harvið tjena fleiri pengar. Men tað tykist sum um politikararnir alla tíðina vilja hava meira og meira, nú við tilfeingisgjaldi, sigur Emil Petersen
møttu teir tveimum bretskum trolarum, ið vóru á veg inn til Fuglafjarðar. Bátsmenninir bóðu um hjálp og trolarin Mollyhawk fór til teir og blakaðu teimum ein trossa, sum teir smoygdu um framstavnin og [...] undir fremsta toftubekk, og ein maður helt um endan. Tveir mans har frammi syrgdu fyri at halda bátin passaliga langt frá trolaranum. Men tá trolarin við bátinum uppá sleip var komin inn á Funningsfjørð [...] Elduvík Fyrstu ferð Elduvík er nevnd er í Hundabrævinum frá um 1350. Annars sigst, at katolikkar hava verið virknir í Elduvík og eru fleiri minni um hetta í bygdini. Elias Karl í Oyndarfirði fortaldi mær,
tekjuni. Um morgnarnar plagdi ein drýlabiti at liggja klárur til hvønn teirra. Men sum abbi plagdi at siga: “Tá ið Harrin leggur sína signing til, lagar alt seg til tað besta”. Bað um navnið í dreymi Um navnið [...] ið pápin doyði. Abbi bleiv av bestu útróðrarmonnum. Hann var skilamaður á sjógvi og bátsformaður, tá ið teir um heystið róðu við seksmannafari og um várið við áttamannafari. Abbi var í mong ár til lands [...] send eftir honum, tá ið nakað var áfatt í bygdini. Hann vandaði sær væl um matin. Tað var ikki lukkuligt, tá ið vit ótu turran fisk, um vit tveittu skræðuna og ikki høvdu etið alt, sum var úti í uggunum. Maturin
hópur av tilfari um hendan partin av okkara søgu. Millum annað er tað søgan um Jóin á Húsum. Ísárið Jakku var føddur í 1871. Hann róði nógv út á Skálum á Langanesi, sum vit høvdu frásøgn um í Miðvikuni frá [...] var av Húsum. Tey vóru um 65 ár, tá ið tey frá degi til dags fáa hendan fostursonin! Tá ið Jóin var 15-16 ára gamal, plagdi hann at vera hjá Ginu Norður í Húsi, systkinabarn Jakku, um vetrarnar. Hon var ógift [...] at tosa við Jakku um at hava Jóin heim við sær til Føroya. Tey høvdu so nógv børn. Húsarúmdin var lítil, og tey livdu undir sera smáligum korum. Tað vildi verið ein lætti hjá teimum, um Jakku vildi taka
embætismenninar og teirra gestir, tá ið farast skuldi út á bygd. Pápi fortaldi um ein slíkan túr, tá ið teir fóru norður um Eysturoynna og Streymoynna og aftur til Havnar. Hetta vóru nógvir fjórðingar. [...] Sámal dámdi væl at práta. Hann var nokk so belisin og visti meira um heimin, enn teir havnarmenn, sum savnaðust undir neystinum at tosa um dagsins trupulleikar. [Hetta er eisini komið til sjóndar í hansara [...] nøkrum árum síðani, og sum eru umrøddar í røðini Hendur ið Sleptu.] Politistaliðið, sum avloysti jekaraliðið, var hálvhernaðarligt. Teirra uniformur minti nógv um gamlar marinarauniformar. Vápnið
nú hann er farin 10 ár um vanligan kempualdur. ”Komið tí og latum okkum stíga oman og fløkja tungumál teirra, so at teir ikki skilja málið, hvør hjá øðrum.» Hetta er gitna søgan um skilið og tornið í Bábel [...] Danatingi. Um somu tíð komu systkinabørnini Søren Krarup og Jesper Langballe inn á ting. Fyri Danska Fólkaflokkin. Prestarnir báðir vóru hildnir at vera í meira lagi íhaldnir, men táið tað snúði seg um mál og [...] sonnum hevur ríkað okkum um tjóðarinnar tónleikaarv, og Eilif gjørdist allahandamaður – serliga sum kennari og politikari. Viðmerkingar frá næmingum hansara sum kennari bera boð um, at hann var tikin úr leikum
Seinasta heyst høvdu vit eina frásøgn um, at Hans hevði verið í Bolivia, har hann hevur verið við til att upparbeiða nýggjar flogrutur, sum eru grundaðar á British Aerospace flogfør, sama merki av flogførum [...] seta á stovn eina flogrutu frá Eldlandinum sunnast í Chile til nærmasta land í Antarktis. Fyrst á ferð um hálvan knøttin Hetta hevur verið eitt rættuligt ævintýr, soleiðis sum Hans hevur greitt okkum frá. [...] Tástani var komið til Chile frá norði av. Men sum vit vita frá landakortinm er Chile sera langt norður og suður, og farast skuldu suður ígjøgnum. Fyrsti steðgurin í Chile var Iquique norðantil í landinum
og spurdi, um eg kundi luttaka, ella rættari vera við, í einum innslagi, sum hann dagin eftir skuldi gera um Tangafjarðartunnilin, og serliga um ráðini frá tilmælingarbólki landsstýrisins um at gera brúgv [...] málinum frá at vera ein tunnilsloysn til at alt kjakið nú snýr seg um eina forðing, eina brúgv, yvir um fjarðarmunnan á Skálafjørðinum. Um hetta var ein partur av arbeiðssetninginum vita vit ikki, tí alm [...] at verða umhugsað fyri at minka íløguna og um váðan í verkætlanini, er at broyta linjuføringina til at fevna um tunnil millum Strendur og Sund, umframt brúgv um Skálafjørðin. Samfelagsnyttan verður tá størri
bringu, men einki tykist at hava borið til. »Ikki veit eg«, segði Jóhannes, »um eingin tordi at biðja um hana, ella hvussu var, um hon ikki góðtók nakran, tað veit vist eingin at siga frá«. Men gift varð hon [...] frá Jógvan í Mirmansstovu, at tað vóru trý ting, sum ein uttan skomm kundi biðja. Tað var um konu, gimbrar, um felli hevði verið, og grind. Teir høvdu frætt, at ein grind var deyð í Tindhólmi. Gamalt var [...] bátin aftur. Komnir vestur um Skeið var slætt. Hann var jú landnyrðingur í ættini, so vestanfyri var slætt. Vit komu vestur á Miðvág í øllum góðum, fingu uppí bátarnar av grind, um 3-partar í føri. So løgdu