Seinasta heyst høvdu vit eina frásøgn um, at Hans
hevði verið í Bolivia, har hann hevur verið við
til att upparbeiða nýggjar flogrutur, sum eru grundaðar
á British Aerospace flogfør, sama merki av flogførum,
sum Atlantsflog nýtir.
Í síðstu viku kom Hans heim aftur úr Chile, har
hann hevði verið við til at upparbeiða eina nýggja
flogleið við jetflogfari til Suðurpólin.
Suðurpólin er tó nakað nógv avgjørt, men rutan
gekk so til Antarktis, har Suðurpólurin er miðdepil.
Endamálið við hesum flogfari var at seta á stovn
eina flogrutu frá Eldlandinum sunnast í Chile til
nærmasta land í Antarktis.
Fyrst á ferð um hálvan knøttin
Hetta hevur verið eitt rættuligt ævintýr, soleiðis sum Hans
hevur greitt okkum frá. Hesin túrur byrjaði í London. Her var keypt eitt flogfar
til endamálið, og tað skuldu fyrst flúgvast uppá
pláss. Hetta varð so uppgávan hjá Hans við
manning. Hon var umframt ein stýrimaður frá
Atlantsflog eisini Luffa, kona Hans, og Bergtóra Joensen, sum
hevur verið leiðandi flogterna hjá Atlantsflog í
mong ár. Við var eisini seljarin av flogfarinum.
Leiðin gekk fyrst úr London til Føroyar, her tey
gistu. Síðan varð flogið til Rekjavíkar, haðani til
altjóða flogvøllin í Narsassuaq í
Suðurgrønlandi. Síðan gekk leiðin til Prince
Edvard Island í Canada, har tey aftur gistu.
Dagin eftir varð flogið til Bermuda, síðan til
Nassau í Bahamaoyggjunum. Næsti steðgur var í
Panama, har tað eisini varð gist. Her var flogfarið
eisini víst fram og flogið við einum møguligum
keypara til eitt líknandi flogfar.
Síðan varð flogið frá Panama til Guayaqill í
Equator. Næsti steðgur var Lima í Peru. Tástani
var komið til Chile frá norði av. Men sum vit
vita frá landakortinm er Chile sera langt norður og suður,
og farast skuldu suður ígjøgnum. Fyrsti steðgurin
í Chile var Iquique norðantil í landinum. Síðan
var tað Santiago, sum er høvuðsstaður.
Einki aldursmark
Í Santiago vóru tey eina góða viku. Tað er
soleiðis, at í Chile eru eins og hjá okkum nágreiniligar reglur fyri
tey, sum skulu flúgva eitt flogfar. Tiskil mátti Hans
gjøgnum eina fulla læknakanning fyri at fáa
heilsuváttan. Eisini skuldi hann upp til eina skrivliga
roynd fyri at fáa chilenskt flogskiparacertifikat, sum
hann kundi nýta í landinum. Tann størsti munurin á
treytunum her og har er, at í Chile er ikki aldursmark.
Her verður bert hugt eftir, at viðkomandi hevur
læknaváttan, sum gevur loyvi/førleika at flúgva.
Tískil hava teir havt flogskiparar, sum hava verið upp
til 78 ára gamlir.
Úr Santiago varð síðan flogið til Puerto Montt í Suður Chile,
fyri at at enda í Punta Arenas, og har bleiv flúgvarin
skrásettur. Hetta er beint við Magellan strætið,
sum skilir fastlandið í Chile frá Eldlandinum, sum er
ein oyggjabólkur sunnast í Suðuramerika. Magellanstrætið
hevur jú navn eftir portugisiska sjófararanum Magellan, sum umleið 1520 fann hesa siglingarleið, so sleppast kundi undan at fara um tað
vandafulla Kap Horn. Afturat tí styttir hetta sjálva siglingina við einum 300 fjórðingum. Magellanstrætið er 600 km. langt, og 5-30 km. breitt.
Annars er Eldlandið býtt millum Chile og Argentina.
Tað er frá Punta Arenas at flogið skal verða.
Umframt nevndu føroyingar var Mourits Joensen, sum leingi
arbeiddi sum leiðari av teknisku deild á flogvøllinum í Vágum, ein
partur av virkseminum sum mekanikari. Hann hevði konu
sína Ullu við.
Flogfarið leyk royndirnar
Her koma flogmyndugleikarnir aftur uppí, og nú skuldu
nýggjar royndir gerast. Nú mátti Hans vísa fram
flúgvieginleikarnar hjá flogfarinum. Fyrsta túrur var
til Port Williams nærindis. Flogbreytin her er einar 1400 metur
ella nakað tað sama sum í Vágum. Her var eitt
flogfar fyrr farið av bananum, har 20 av ferðafólkunum
doyði, tí flogfarið kláraði ikki at steðga áðrenn breytin endaði.
Men her var eingin trupulleiki hjá Hans. Hann fekk
steðgað flogfarinum á hálvari breytini, og tað
enntá við eini bleytari bremsing. Henda flogbreytin var
tó asfalterað.
So flugu tey til til Cerro Sombrero, sum er hinumegin
Magellansundið á fastlandinum. Har var grúsbreyt, so
hetta var nakað heilt annað. Grótið á breytini var
upp til eina neva í stødd. Henda breytin var bert 1200
metur. Men tað eydnaðist aftur at steðga flogfarinum
á hálvari breytini.
Síðan fór Hans við einum Herkules flogfari at
kanna banan í Rudolfo Marsh á chilenska partinum av Antarktisk, hagar tað
skuldu flúgvast.
Nakrar dagar seinni var farið fyrsta vinnuliga túrin
til Rudolfo Marsh flogvøllin í Antarktis. Tá vóru
myndugleikarnir aftur við umborð. Vøllurin har er
eisini góðar 1200 m. Hesi var eisini grús, og aftur
stóð flogfarið stilt á hálvum vølli. Hetta
sannførdi myndugleikarnar í Chile um, at hetta var
rætta flogfarið til hesa flúgving. Grúsbreytin fór
tó illa við dekkunum, tá bert helvtin av breytini
varð nýtt til lendingina. Tí er tað betri fyri
dekkini at nýta alla breytina, og tað varð eisini gjørt.
Chile hevur ikki enn fólk til at manna hesi flogfør,
men fólk er send til uppvenjingar.
Flogfelagið sum rekur hesa rutu er Aerovias Dap. Hetta
er eitt lítið flogfelag, sum mest rekur tyrluflúgving.
At seta fótin á Antarktis
Grundarlagið fyri hesi flúgving er at geva
ferðafólki møguleika fyri at seta fótin á land í
Antarktis. Hesi ferðafólk koma til Punta Arenas við
krússtoksskipum, sum sigla millum oyggjarnar har niðri.
Her eru 800 til 2.500 ferðafólk umborð úr
nógvum londum. Nógvir amerikanarar eru við. Møguleiki er
eins og í Føroyum at geva ferðafólkinum møguleika
fyri at gera útferðir. Ein av hesum møguleikum er at
fara eina dagsferð til nærmasta land á Antarktis.
Hetta merkir, at farið verður á morgni og komið
verður aftur á kvøldi. Flogtíðin er tveir tímar
ella tað sama sum til Keypmannahavnar úr Føroyum. Hetta kostar
nakað nógv, men tað eru nógvir ríkir turistar, sum
fegin vilja gjalda fyri at sett sín fót á ein
heimspart, sum tey annars neyvan koma til.
Eitt av ferðafólkunum var ein 96 ára
gomul amarikansk kvinna, sum Hans tosaði við. Hon
hevði verið í seks heimspørtum, men nú vildi hon
kunna siga, at hon hevði verið í teimum øllum.
Langt til Suðurpólin
Tað skal tó sigast, at hetta kortini er langt
frá Suðurpólinum. Tað er líka langt frá Rudolfo
Marsh, sum liggur á 62 st. suður, til Suðurpólin,
sum tað er úr Føroyum til Norðpólin!
Antarktika er so ótrúliga stórt. Tað er 13 mill.
ferkilometur til víddar, harav er 600.000 ísfrítt. Til
sammetingar kann sigast, at Europa er 10 mill. ferkm.
Her er eisini so ótrúliga nógvur ísur. Tað er
níggju ferður so nógvur ísur her enn við
Norðpólin. Ísurin her er í miðal 2000 metur
tjúkkur. Tá tað hoyrist um ísflakar, sum eru sum
Bornholm, so ger hetta ongan mun. Annars er tann munur á ísflakum her og í Norðuratlantshavi, at í Antarktis eru teir flatir.
Her eru eisini fjøll, sum eru upp til 5.000 m høg.
Her kann vera sera nógvur vindur, javnan er hann 100 m/s. Tað er nógv avfall, fýra ferðir so nógv sum í Danmark.
Tað er nógv lív í havinum, og tí er djóralívið eisini ríkt. Eisini við hvali, og hetta hevur ført nógvar føroyingar á hesar leiðir á hvalaveiðu. Tummas Jacobsen av Skipanesi arbeiddi í 1913/14 á eini hvalastøð í Suður Georgia, sum er á somu leiðum. Tá var hann við til rigga skipið hjá Shackleton til hansara kendu ferð, har hann ætlaði at náa Suðurpólin.
5.000 fólk á heilum heimsparti
Men fólkatalið á Antarktis er lítið. Á sumri eru tað eini
5.000, og er hetta mest granskarar. Á vetri er talið
lægri. Tað eru 30 lond, sum hava støðir her, og
summi av hesum gera krav uppá økið. Eitt av hesum
londum er Chile. Hesi lond er tó samd um at samstarva, og at hernaðarligt virksemi var bannað.
Her er eisini sera kalt. Miðalkuldin er eini 40 kuldastig
á sjálvum Suðurpólin, og hægst máldi kuldi
hevur verið 88 kudastig.
Við Rudolfo Marsh er tó ikki heilt galið. Her er
summarhitin 2 hitastig.
Tað, sum fólkini gera, er at fara útferð við
smærri bátum, tá ið tey hava lent. Har kunnu tey sigla
millum ísflakarnar og síggja kóp og pingvinir.
Sjálvur hevur Hans saman við Luffu og Bergtóru
verið ein slíkan túr, men hetta var ikki væl dámt
av leiðsluni hjá flogfelaginum. Um nakað hendi
teimum, hevði tað sett alt ferðalagið í
eina óhepna støðu. Men túrurin er sera áhugaverdur.
Pingvinirnar eru sera spakar, og tað ber til at koma tætt
at teimum. Tær kunnu eisini kenna seg tryggar, tí pingvinin er friðað. Tað sama er við kópi, men hann kann eisini bíta frá sær, um hann følir seg gingnan ov nær.
Her eru sjálvsagt onnur kópasløg enn vit kenna til. Eitt av teimum er tann stóri elefantkópurin.
Tað ber til at fara í kirkju
Á landi er kanska ikki so nógv at síggja. Men
kortini er ein lítil ortodoks russisk kirkja beint við
flogbreytina, og hana ber til at vitja. Hendan kirkjan
verður eisini nýtt at miða seg eftir, tá ið tað
verður lent.
Ferðafólkatalið á hvørji ferð hevur verið
avmarkað til 50. Hvør bólkur er 20 ferðafólk, so
vanliga eru tveir bólkar við. Men væntandi fer hægst
loyvda ferðafólkatalið upp í 60, og tá kunnu
tríggir bólkar vera við.
Sum í Føroyum er viðhvørt mjørki, tá tað
ikki ber til at flúgva higar, men tá verður funnið
okkurt annað áhugavert ferðamál, sum til eina
natúrpark, sum er beint við Puerto Natales.
Føroyingar ganga undan í Antarktis
Hesar ferðir verða bert gjørdar frá oktober/november
fram til apríl, tá ið tað er summar á hesum
leiðum. Um veturin verður ikki flogið. Lutvíst er
veðrið verri, og ta tíðina er eisini ísur á
breytini, sum ger tað vandafult at lenda.
Tað sum ger hesa flúgving so áhugaverda fyri
føroyingar er, at hetta er fyrsta sivila jetflogfar, sum
flýgur við ferðafólki til Antarktis, og tað við føroyskari manning. Vit kunnu vera
errin av at hava fólk, sum kann slóða fyri so langt
burtur í heimi!
Fara í kirkju hvønn sunnudag
Føroyingarnir búgva í Puenta Arenas. Her búgva eini
110.000 fólk. Her er lítið ella einki eftir av
upprunafólkinum. Her hava teir hvítu gjørt bart sum so
nógvar aðra staðni.
Puenta Arenas er sunnasti stóri býur í
Suðuramerika og í øllum heiminum. Hann liggur bert 3-400 kilometur frá
Kap Horn. Tað er einki at tosa um í einum so stórum landi.
Her er eitt sindur av fiskarí. Tað mesta er igulker og
krabbi, sum tað er rættuliga nógv av.
Fólkið her tykist at liva hampiliga væl. Nógv eru
rættuliga trivalig. Hetta kemst kanska av, at tey eta ein
stóran døgurða beint áðrenn songartíð, og tað setir seg á rivjabeinini.
Folkið er sera blítt, og summi duga enskt, so tað
ber til at samskifta við tey. Føroyingarnir plaga at
fara í kirkju og hetta var eisini gjørt. Hetta er eisini
nógv øðrvísi enn hjá okkum. Her er eingin
felagssangur.Tað eru kór sum syngja. Síðan er tað
roykilsi og slíkt eftir katólskum siði. Men tað er áhugavert at síggja nakað sum er øðrvísi.
Tá summarið er liðugt hjá okkum, og tað byrjar
at sumrast á sunnara parti av knøttinum, roknar
Hans við at fara avstað aftur.
Tá fara vit aftur at hava okkara mann á Suðurpólinum!
Vit takka Hans fyri frásøgnina og vit ynskja honum eydnu í hansara virksemi at umboða Føroyar so væl, sum hann hevur gjørt tað á sínum øki.