hava fingið nógv fleiri nei enn ja. Men vit velja at síggja tað positiva og at brúka tað til at koma longur fram, tí tú fært einki burturúr at seta teg at stara í eitt nei. Tú steðgar upp, um tú gert tað [...] eldinum í løtuni og fara at leggja alla orku í at fáa okkara tónleik út til fólk. Eg brúki nógva tíð uppá at fáa samband við fólk runt í heiminum, sum eru í tónleikavinnuni, at sleppa at spæla ymsastaðni og [...] út við at greiða frá hjartamálum sínum. - Um tú gert tað, ið tú gert, frá hjartanum, skal tað nokk ganga. Fyri at kunna tað, er neyðugt at seta sær mál, høg mál. Eg havi fyrr verið í tí støðuni, at eg havi
Fiskimannafelag hevur serliga lagt seg eftir at fáa meira upp á eftirlønina. Hinvegin halda reiðararnir, at oljuútreiðslurnar eru vorðnar so tyngjandi, at neyðugt er at taka hædd fyri hesum í samráðingunum. Langt [...] g heldur tí, at tíðin má vísa, hvussu nýggi maðurin á Bryggjubakka fer at roynast. - Vit vóna í hvussu er, at feløgini fáa eitt fruktargott samstarv. Upp og niður Viberg leggur dent á, at tað altíð gongur [...] ætuni fara at finna eina loysn, so sleppast kann undan møguligum verkfalli í fiskiskipaflotanum? - Tað dugi eg slett ikki at siga í løtuni. Eg vænti, at tað verður trupult, men eg hopi, at feløgini koma
inum, at Byggitek ætlar at hava Pihl & Søn til undirarbeiðstakara, sum skal gera ein munandi part av arbeiðnum. Klæmint Weihe sigur, at tað er ein orsøk til, at J&K Petersen liggur best fyri at fáa arbeiðið [...] Meistarafelagið noktaði limum sínum at samráðast við okkum, sigur Klæmint Weihe. Heldur tú, at tann fundurin fer at broyta nakað? ?Tað vita vit ikki. Tað kann vera, at upplýsingar koma fram, sum vit ikki [...] Hetta ger tað lættari at fylgja bátunum, tá teir nærkast málinum, tí fremstu bátarnir aloftast liggja lið um lið. Ein annar fyrimunur er, at tilvildin í nógv minni mun sleppur at ráða, tí tá bestu bátarnir
bæði londini. Við hesum grundarlagi ber veruliga til at fara at tosa um reellan sjálvstýrispolitikk í Føroyum. Eg vil fara so langt sum at siga, at okkara uppskot um eina Sjálvstýrislóg er ikki longur [...] verður hvørki neyðugt at tosa um eina skiftistíð ella, at danskir myndugleikar okkara vegna skulu umsita málsøki, ella at vit missa rættindir, sum vit í dag hava. Tá ber til alla vegin at hava greiðar linjur [...] ferðir sagt, at tað verður eingin fólkaatkvøða við bert 4 árum, tí hon hevur ongar møguleikar fyri at verða samtykt. At hon ikki verður samtykt, hevur løgmaður rætt í, men honum tørvar at síggja tann veruleika
farnir út at leita eftir honum - manninum við krossinum, ið øll tosa um. Vit hava fingið at vita, at hann varð sæddur umborð á Gomlu Ternuni seinnapartin týsdagin, og at hann eftir øllum at døma er á veg [...] sannlíkt at tað fer at henda her í Føroyum. Men tað stutta av tí langa er, at eg havi lært ongantíð at taka næsta andadrátt sum givnan, og tí hugsi eg heldur ikki um, hvussu leingi eg skal halda fram at ganga [...] og byrjaði at klappa við hondunum, og sama gjørdu síðan øll bygdafólkini. Øll høvdu tey tár í eygunum. Teirra verð var komin at enda, og tey hildu at eg var Jesus. Eg mátti siga teimum, at eg tíverri ikki
hava funnið tað rætta, t.v.s. at skipanin er bæði lands og kommunalt umsitin. Vit skulu líta fram, har primerøkið verður álagt kommununum at umsita. Tað merkir at ætlanin er at røktarheim og ellisheim og [...] røkt á sjúkarhúsi. Heimarøkt merkir, at onkur er í heiminum - familja ella avvarðandi - og at Heimarøktin kemur inn í heimið at veita tænastur. Í heimunum er eingin klokka sum ringir, um sjúklingur hevur [...] tað familjuna at hava sjúkling heima? Størsti trupullekin er, um familjan t.d. ikki eru til reiðar at hava sjúklingin heima, og ikki vita, hvat hetta inniber. Tey avvarðandi fáa kanska at vita á sjúkrahúsinum
søgdu vit, at ferðalagið, sum annan sunnudag skal niður til Bosnia, skal veljast komandi vikuskifti. Vit roknaðu við, at síðsti møguleikin hjá spælarum at gera vart við, hvussu væl teir eru fyri at umboða [...] sum er á Norðurlandinum. Ætlanin er, at teir skulu koma aftur sunnumorgunin, og so er at vóna, at íslandsrutan heldur ferðaætlanina, so hjálparvenjarin fær tíð at koma í Gundadali seinnapartin. Nýggj skot [...] best, at landsliðið er samanspælt, og at spælararnir hava royndirnar, ið eru so týdningarmiklar, tá talan er um altjóða uppgávur. Men tað er samstundis týdningarmikið, at tað hongur saman soleiðis at skilja
er semja um, at hesir hækka um støðið, men tað er Hanus Kúrberg ikki so samdur í. Hann heldur, at feløgini heldur áttu at satsað uppá, at útlendingarnir vóru góðir sum venjarar, heldur enn at teir vóru góðir [...] vestmenningar og hondbóltssambandið. ? Tað vit nú eiga at gera, er at seta okkum niður og loysa dómaraspurningin og fyrst og fremst fáa fólk at síggja í eyguni, at dómararnir eru ein partur og ikki ein mótpartur [...] Hann heldur, at hondbóltsfeløgini eiga at læra av fótbóltinum og tekur Tomislav Sivic hjá B36 og Ion Geolgau hjá HB sum dømi: ? Tomislav Sivic broytti B36 frá at vera eitt miðalgott lið til at vera eitt av
fólk sagt, at tey tora ikki at fáa sær fleiri børn, tí tey vilja ikki ígjøgnum hetta stríðið aftur. Forkastiligt Nú hoyrist, at tingfólk ætla at taka spurningin upp og um neyðugt skjóta upp at játta 4-5 [...] forkastiligt, at kommunan fær grønt ljós frá landinum at útvega fleiri ansingarpláss, men tá ið tað kemur til stykkis vil landsstýrið ikki fíggja sín part. Tað er at sleppa sær frá ábyrgdini. At byrja at tosa um [...] ikki halda fram. Fyri at fáa alt at hanga saman brúki eg av feriuni, eg arbeiði um kvøldið og um vikuskiftið fyri at hála inn aftur tað eg forsømi. - Tað er øgiliga ørkymlandi ikki at kunna lata barnið á
vit eina helst eiga at taka til okkara. Greiddi eg honum frá... Her heima hjá okkum uppliva vit, at frøðingar mæla frá at brúka for nógv uppá gransking og hægri útbúgving. Onkur helt, at fær føroyskur ungdómur [...] so væl fyri at flyta heim aftur. Akureryi hevur tryggjað sær bæði at fleiri koma norð aftur og at Akureyri varðveitir fleiri ung og bráðræsin fólk. Eitt er hesin fyrimunurin at varðveita størri part av [...] ungdóminum ella at fáa hann fyrr heimaftur, tí tað ber til at gera eina útbúgving byrjaða í Reykjavík lidna á Akureyri. Annað er at lærdi háskúlin gevur mong arbeiðspláss bæði til lærd og leik, og at háskúlin