Jesus brúkti ikki hjól

39 ára gamli amerikumaðurin Keith Wheeler hevur ongan skund. Tá vit hitta hann oman fyri Hvítanes, hevur hann gingið heilt úr Sørvági dragandi ein stóran brúnan kross. Men tað er lítið av miklum. Farnu fimtan árini hevur Keith drigið krossin tveyogtjúgutúsund kilometrar ígjøgnum eini hundrað lond

Vit eru farnir út at leita eftir honum - manninum við krossinum, ið øll tosa um. Vit hava fingið at vita, at hann varð sæddur umborð á Gomlu Ternuni seinnapartin týsdagin, og at hann eftir øllum at døma er á veg til Havnar.

Stutt eftir at vit hava koyrt framvið gula skeltinum, ið sigur frá, at her endar Havnin, síggja vit ein mann koma gangandi niðan ígjøgnum Hvítanesbrekkuna - við einum stórum krossi liggjandi á herðunum.

Jú, myndin minnir ikki sørt um ta myndina, ið málað verður av Jesusi, tá hann sjálvur bar krossin út á Gálgata.

Men har er í hvussu er ein munur á Jesusi og Keith. Jesus brúkti ikki hjól.

Fyri at lætta eitt sindur um byrðuna, hevur brúni krossurin hjá Keith nevniliga eitt hjól í niðara enda, so ístaðin fyri at draga krossin eftir vegnum, rullar krossurin á hjólinum. Smart.


Bukaður, skotin og yvirkoyrdur

- Við Guðs hjálp havi eg gingið í fimtan ár. Samanlagt havi eg gingið einar 22 túsund kilometrar og eg havi verið í fleiri enn hundrað londum við hesum krossinum, greiðir Keith Wheeler frá. Hann setir krossin frá sær og gevur sær góða tíð at práta.

- Eg eri blivin bukaður og steinaður. Eg havi sitið í fongsli fjúrtan ferðir, eg eri blivin yvirkoyrdur av bili tríggjar ferðir, fólk hava skotið eftir mær, sett knívar á barka mín, sett byrsumúlar fyri pannu mína, og einaferð eg gekk við krossinum úr Panama til Meksiko - ígjøgnum øll tey kríggsøki, ið tá vóru á tí leiðini - varð eg tikin í Meksiko og skuldi avrættast. Har stóðu fýra menn við byrsum og taldu upp í trý, áðrenn teir skuldu skjóta, men tá teir vóru komnir til tvey, duttu teir allir niður og fóru at gráta, greiðir Keith eldhugaður frá við einum smíli á varrunum.

Spurdur hví hetta hendi, gerst amerikumaðurin við krossinum lítilátin og sigur, at byrsumenninir søgdu seg hava sæð eitt ljós kring hann. Helst var hetta eldflugur fáa vit at vita.

- Ella kanska var tað ein eingil ella Jesus sjálvur, leggur Keith so afturat.


Trúarbólkar eru av tí ónda

Krossberin er tættur sum tunnan tá prátið fellur á trúarbólkar.

- Tú fært meg ikki at siga hvørjari samkomu eg hoyri til heima í Oklahoma, Fyri mær hevur tað ongan týdning hvønn bólk av kristindóminum fólk hoyra til og trúarbólkar eru í roynd og veru ímóti vilja Guðs, at tí hesir eru til fyri at taka dagar ímillum seg og aðrar bólkar, sigur Keith.

Hann hevur eisini valt at loysa seg frá teimum karmunum, sum ein kirkja ella eitt samkomuhús seta.

- Eg eri ikki prædikumaður - eg eri pílagrímur á ferð. Mær dámar einki at prædika á møtum ella í kirkjum, tí tá tosi eg, og hini lurta. Her á vegnum steðga fólk, fara úr bilinum, og so práta vit. Tað er stórur munur millum at prædika fyri eini samkomu og at tosa við fólk á alfaravegnum um Jesus. Mær dámar betur tað seinna, tí tá eru fólk meira áhugað - meira til staðar, sigur Keith og fortelur um tey mongu, sum hava steðga bili sínum og eru komin út at tosa við hann hesar fáu dagarnar, hann hevur gingið í Føroyum.

- Eg væntaði ikki at fólk fóru at taka ímóti mær á hendan hátt. Eitt par steðgaði bili sínum, og stigu út, meðan tárini runnu efir kinnum teirra. Tey klemmaðu meg, og vildu nærum ikki sleppa aftur. Tað var ein rørandi uppliving, sigur Keith


Líkist Jesus - og tó

Hevur tú upplivað at fólk hava mistikið teg fyri at vera Jesus ella Messias?

- Nei. Jesus hevði einki hjól á sínum krossi, og hann doyði á sínum krossi. Vónandi doyggi eg ikki á hesum hjóldrigna krossi, men geri eg tað, so kann blóð mítt ikki taka syndir burt frá nøkrum. Tá Jesus doyði tók hann burtur syndirnar hjá okkum øðrum. So eg eri á allar mátar ólíkur Jesusi.

Keith Wheeler hevur tó einaferð upplivað, at fólk veruliga hava hildið hann verið Jesus. Tað var tá hann gekk í Rwanda, tá ræðuligt kríggj herjaði har.

- Eg havi sæð nógv ringt, men ongantíð so nógv og so ræðuligt sum í Rwanda. Eg fari altíð at minnast eina uppliving í hesum ræðuleikaherjaða landi. Eg gekk inn í eina bygd. Hár og skegg mítt var vælvaksið og eg var skitin eftir túrin ígjøgnum frumskógin. Tá eg kom til bygdina, reisti elsti maðurin í bygdini seg upp og byrjaði at klappa við hondunum, og sama gjørdu síðan øll bygdafólkini. Øll høvdu tey tár í eygunum. Teirra verð var komin at enda, og tey hildu at eg var Jesus. Eg mátti siga teimum, at eg tíverri ikki var frelsarin, men at eg var vinur hansara, og at hann ongantíð var langt burturi.


Krossurin er ikki bara til pynt

- Eg gangi við hesum krossi fyri at gera sum Guð sigur. Eg eri sannførdur um, at Guð hevur kallað meg at gera hetta, og at hann brúkar hetta sum eina mynd, ið skal fáa boðskapin hjá krossinum út millum fólk. Nógv hava ein kross hangandi í hálsketu, men slíkt síggja onnur fólk fyrst og fremst sum ein príðislut. Tað er beinanvegin nakað annað, um ein maður kemur dragandi við einum risastórum krossi eftir vegjaðaranum. Tá gerast fólk noydd at síggja krossin, sum tað hann er.

Hvussu leingi ætlar tú at halda fram at ganga?

- Hvør veit? Kanska verði eg yvirkoyrdur og lati lív av teirri grund, áðrenn eg fari úr hesum landinum - kanska verði eg skotin, hóast eg meti tað vera lítið sannlíkt at tað fer at henda her í Føroyum. Men tað stutta av tí langa er, at eg havi lært ongantíð at taka næsta andadrátt sum givnan, og tí hugsi eg heldur ikki um, hvussu leingi eg skal halda fram at ganga við hesum krossinum. Eg haldi bara fram til Guð sigur "steðga!".

- Lívsmálið hjá mongum er at tey skulu liva væl so leingi sum gjørligt. Men eg haldi, at um tú fylgir Jesusi sum eg geri, má málið vera at fáa meira lív í tey árini ein hevur. Eg kann doyggja hvørja løtu. Men eg veit, at eg longu havi livað meira enn flestu onnur. Flestu fólk eru bara til - tey liva ikki.


Kallaður til ókent stað

Keith Wheeler hevur konu og tvey børn. Tey eru mangan við á ferðum hansara, men á Føroyatúrinum er hann einsamallur saman við einum hjálpara, ið altíð er við honum.

Undan ferðini til Føroyar hevur hann verið í Noregi, Svøríki og Svalbard og gingið. Í gjár fór Keith heimaftur til Oklahoma í USA, har hann skal vera í tríggjar vikur, áðrenn leiðin gongur til Pólands, har hann skal vera við í eini felags gongu.

Men hví kom hann til Føroya?

- Guð kallar meg har, hann vil hava meg at fara. Fyri at siga tað sum tað er, so visti eg ikki at nakað æt "Faroe Islands", tá Guð heitti á meg um at fara higar. Hann bað meg í sama viðfeingi fara til Svalbard, og tað kendi eg heldur einki til. So eg mátti fyrst finna hvar á landkortinum londini lógu, greiðir Keith Wheeler frá.


Guð viti hví

Hann sigur seg einki vita um hví Guð sendi hann til Føroyar júst nú, so tann spurningin kunnu vit bert gita um.

Vit siga farvæl við amerikanska krossdragaran, sum er blivin eitt sindur kaldur av at standa stillur so leingi. Hann er bara klæddur í buksum, eini skjúrtu og einum vesti, so tað er kanska einki at siga til at føroyska veðurlagið hevur kølt hann eitt sindur niður hesa løtuna.

Men Keith sleppur ikki langt. Í ein hálvan tíma hevur ein maður gingið og válað nakað burturfrá, og tá krossdragarin hevur gingið einar fjøruti metrar, fella teir báðir í tos.

Nei, maðurin við krossinum hevur ongan skund.