Í blaðnum týsdagin søgdu vit, at ferðalagið, sum annan sunnudag skal niður til Bosnia, skal veljast komandi vikuskifti. Vit roknaðu við, at síðsti møguleikin hjá spælarum at gera vart við, hvussu væl teir eru fyri at umboða føðilandið, fór at vera nú í vikuskiftinum, og soleiðis verður tað eisini.
Men spurningurin er, hvør skal eygleiða spælararnar. Mest upplagdi maðurin at gera tað, er sjálvandi landsliðsvenjarin, men hann síggja landsliðsspælararnir lítið til. Næsti maður hjá venjaranum í Føroyum eitur Jógvan Martin Olsen, og hann plagar at vera dúgligur at fylgja við kring landið, og ivaleyst greiðir hann ofta landsliðsvenjaranum frá, hvussu tað gongst hjá teimum, ið higartil hava mannað landsliðsferðalagið, og hvørjir nýggir møguleikar eru at manna landsliðið. Tó er tað bara venjarin, ið avger, hvørjar spælarar hann vil hava við.
Men Jógvan Martin Olsen kundi ikki fylgja við síðsta vikuskifti, og hann hevur lítlar møguleikar at fylgja við hetta vikuskiftið, tí hann er í einum øðrum parti av starvinum hjá FSF. Hann er venjari hjá U-16 landsliðnum, sum sunnudagin fór til Íslands og í hesi vikuni luttekur í opnu EM kappingini, sum er á Norðurlandinum. Ætlanin er, at teir skulu koma aftur sunnumorgunin, og so er at vóna, at íslandsrutan heldur ferðaætlanina, so hjálparvenjarin fær tíð at koma í Gundadali seinnapartin.
Nýggj skot á bulin
Tað er meiri spell nú, enn tað hevur verið leingi, at møguligir landsliðsspælarar ikki verða eygleiddir av venjaranum. Higartil hevur bulurin á landsliðnum verið so at siga tann sami hvørja ferð. Landsliðsvenjarin hevur hildið seg til nógvar av teimum, sum hava verið álitið hjá honum, síðani hann tók við starvinum í 1994, og sjálvandi er tað best, at landsliðið er samanspælt, og at spælararnir hava royndirnar, ið eru so týdningarmiklar, tá talan er um altjóða uppgávur.
Men tað er samstundis týdningarmikið, at tað hongur saman soleiðis at skilja, at nýggir spælarar fáa loyvi at snodda til altjóða umhvørvið og harvið so við og við gerast nátúrligur partur av hópinum, og uttan stórvegis hóvasták eru klárir at tørna til, tá tað verður neyðugt.
Í síðstu undankapping var talið av spælarum átjan og ikki sekstan, sum tað hevði verið frammanundan. At tað eru sjey og ikki fimm skiftisspælarar á beinkinum átti at økt um møguleikarnar at seta nýggjar spælarar við. Men higartil hevur tað ikki verið serliga sjónskt, at ungir spælarar eru úttiknir við hesum fyri eyga. Í staðin fyri at taka tilkomnar menn við, sum hava havt møguleikan, men sum venjarin ikki hevur størri álit á, enn at teir ongantíð koma longri enn á beinkin, har teir sita og brenna eftir at sleppa inn á vøllin, áttu einir tveir ungir menn fingið boð at koma við niður til Bosnia, og har vant við landsliðnum.
Her verður t.d. hugsað um Rógva Jacobsen í KÍ, Jákup á Borg í B36 og Andrew av Fløtum í HB, sum allir eru framrættaðir spælarar. Hetta eru menn, sum tað er stórt sannlíki fyri eiga nógvar landsdystir á, og teir høvdu neyvan verið vónbrotnir, um teir sótu á beinkinum allar 90 minuttirnar.
Ivaspurningarnir
Landsliðið hevur bara spælt eina ferð í ár, og tí má ein meting av spælarunum fyri tað mesta verða grundað á avrikini í landskappingini og í Europa Cup, og tað er ikki heilt rætt, tí í landsdystum eru tað onnur viðurskifti, ið gera seg galdandi, sum hava týdning fyri avrikini.
Eitt gott dømi um hetta er Jan Dam. Síðani 1989 hevur hann verið fastur fúsur á landsliðnum, og hann hevur oftast staðið sterkur í myndini. Í ár hevur hann verið nógv plágaður av skaðum, so fyrrapartin av árinum hevði hann ikki møguleikar at venja eins nógv og hinir í HB, og tað hevur sæst aftur á avrikunum hjá honum í landskappingini. Tá landsliðið var í Estlandi hevði Jan Dam verið skaddur leingi, og var akkurát komin fyri seg aftur. Men Allan Simonsen vísti honum álit, og Jan brúkti allar sínar altjóða royndir og spældi væl.
Út frá tí, sum er at síggja í Føroyum, so eru tað serliga teir, ið manna miðverjuna á landsliðnum, ið ikki eru so væl fyri, sum teir vóru í fjør. Jens Kristian Hansen var millum berandi kreftirnar á FM liðnum hjá B36, men at tað ikki hevur gingið so væl í ár, vóru avrikini í Europa Cup og dysturin ímóti HB mánakvøldið dømi um.
Pól Thorsteinsson var ein brandur hjá VB í fjør, og hann gjørdist beinanvegin álit á landsliðnum, eftir at hann 30. apríl í fjør fyri fyrstu ferð var við niðri á Malta. Í ár hevur hann spælt við B36, og har hevur ikki gingið so væl hjá honum, sum tað gjørdi í fjør. Avrikini í Europa Cup og ímóti HB boða kortini frá, at hann er við at finna stevið aftur.
Hesir tríggir omanfyri nevndu eru saman við Óla Johannesen, sum ikki var við í Estlandi, eru allir evni til miðverjuna.
Hans Fróði Hansen var við í Estlandi, men hann kom ikki inn, og hann eigur framvegis fyrsta landsdystin á. Eingin ivi er í, at hann verður við í ferðalagnum til Bosnia, men spurningurin er, um hann eigur at byrja inni.
Tað hevði verið upplagt at kanna verjuspælararnar mánakvøldið, tá B36 og HB stríddust í Gundadali, men tað varð ikki gjørt, og okkum kunnugt so verður landsliðsvenjarin ikki í Gøtu leygardagin ella í Gundadali sunnudagin, tá ávikavíst GÍ (Henning Jarnskor var á beinkinum í Estlandi, men avrikið ímóti NSÍ boðar frá, at hann á veg uppaftur) og B68 (Øssur Hansen hevur ikki verið so sannførandi í ár, sum hann onkuntíð hevur verið) og B36 og KÍ spæla, ella á Tvøroyri sunnudagin, har TB og Óli Johannesen skulu spæla ímóti Hans Fróða Hansen og øllum hinum landsliðsmonnunum hjá HB ? burtursæð frá Jan Dam, ið er leikbannaður.
Sjálvsálitið
Føroyingar taptu 4. juni 5-0 í Estlandi, og síðani tá hevur alt viðvíkjandi landsliðnum ligið púra stilt. Okkum vitandi hevur venjarin ikki verið í Føroyum síðani, og tá spælararnir fara til Bosnia verður tað fyrstu ferð, at teir allir hittast aftur eftir ferðina til Estlands. Hvussu teir kenna tað, vita teir best sjálvir, men tað er neyvan nakað at ivast í, at stórtapið har yviri, tíggju mánaðir aftaná, at Føroyar vunnu 2-0 á sama liði, er størsta vónbrotið, sum føroyskur landsliðsfótbóltur hevur verið úti fyri øll tey tíggju árini, føroyingar hava tikið lut í altjóða fótbólti.
Í felag at viðgera tapið fyri at koma víðari og finna sjálvsálitið aftur er nakað, sum avgjørt ikki má undirmetast, og venjarin og spælararnir fara heilt víst at avráða, at tapið í Estlandi skal goymast burtur, hóast tað verður sera torført at gloyma tað.
Tá ferðalagið til Bosnia hittist annan sunnudag verða tað eisini fleiri positivir lutir at gleðast um. Ikki minst at tað gongur væl hjá teimum, ið royna seg uttanlanda. Julian Johnsson er millum berandi kreftirnar hjá Kongsvinger, Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson eru báðir fremstir í superliguni ? í hvussu so er til sunnudagin, tá teir spæla ímóti hvørjum øðrum í Parkini í Keypmannahavn, og Uni Arge tykist hava funnið sama skarpskjótara leiklutin í íslendsku kappingini, sum hann í mong ár hevur havt í føroysku kappingini.
Jan Allan Müller hevur ikki nógva dystarvenjing, men tað má roknast við, at hann er væl fyri, tí hann hevur hesar síðstu vikurnar stríðst nógv fyri at sannføra ísraelar um, at tað er teimum til gagn at keypa hann.