frá, at tey ynskja at vitja í kommununi – og møguliga eru fleiri á veg. Soleiðis siga tey í Eysturkommunu í dag. Víst verður á, at ein týðandi liður í arbeiðnum at fáa fleiri vitjanir á Gøtuvík er at luttaka [...] annars í fjør, at Eysturkommuna fór undir at arbeiða miðvíst við at fáa smærri ferðafólkaskip, eisini nevnt "expedition ships", inn á Gøtuvík. - Hetta arbeiðið tekur tíð, men úrslitini eru longu at hóma fyri [...] Islands. Lagt verður aftrat, at aðalmálið við hesum arbeiði er at stuðla undir menning av ferðavinnuni í kommununi, eitt nú at samskipa ferðavinnuveitararnar í kommununi enn betur og at geva hesum betur kor og
tað hetta at sementera og perpetuera sína egnu inerti. Tað er púra í samsvari við hetta, at tey fáu, sum eru so óskettin, at tey loyva sær at tala at valdsins harðskapi ella órættvísi, ella at krevja dygd [...] til umrøðu, hendir antin tað, at viðkomandi onki svar fær, ella at hann verður tagdur burtur ella biðin um at tiga. Sostatt kann okkara serføroyski búskaparpolitikkur – at loysa reimina í góðum tíðum og [...] framleiðslubein at standa á, men sýta okkara vinnu at íðka og menna tað ediliga bryggingarkynstrið. Vit vita, at framtíðin – um nøkur framtíð er – er grøn, men leggja stóran dent á at planleggja og byggja
vóru annars, at tað snúði seg meiri um at kenna fólk enn at hava tær røttu dygdirnar fyri at sleppa framat á arbeiðsmarknaðinum. So tað var absolutt positivt at koma heim og kunna staðfesta, at hetta samfelagið [...] sjónleikum, og tað er lívsjáttandi at uppliva, at man kanska ger ein mun. Ein styrki við einum lítlum samfelagi sum tí føroyska er júst, at tað er lættari at gera mun og at gera okkurt, sum ikki hvørvur í [...] 000 íbúgvum fer altíð at hava sínar natúrligu avmarkingar, og tað fara altíð at vera ein rúgva av tingum, sum heilt einfalt eru ógjørlig at gera í Føroyum. T.d. fer eingin nakrantíð at granska í rúmdarskipum
, sum høvdu hættað sær at fara undir útbúgving í Danmark, settu sær sum mál, at tað skuldi bera til at taka studentsprógv í Føroyum. Hetta er gott dømi um, at tað loysir seg at stríðast fyri tí, sum tú [...] árini ferð eftir ferð prógvað, at tað ber til her á landi at vera við í hesum. Tað frøddi meg, tá ið eg í útvarpinum í gjáramorgunin hoyrdi rektaran siga, at málið er, at tað um fimm ár – tá ið skúlin verður [...] stovn. Tað gingu altso 10 ár at fáa hetta upp á pláss, og tað er áhugavert at síggja, at tá ið tað var komið har til, so vóru undangongumenninir so mikið spentir og grammir, at teir fóru í gongd, áðrenn tingið
føroysku deildini er tað ein stór uppgáva at standa fyri fótbóltsundrhaldinum aftaná, at áskoðararnir hava havt møguleika at síggja Portugal og Rumenia, og frammanundan at Ongland og Týskaland fara um skíggjan [...] fleyt spælið hampuliga væl, men tað kom meiri enn so fyri, at lætta loysnin at sparka í staðin fyri at spæla varð vald, og tað var ikki atlíð, at temjingarnar og bóltførleikin annars var á tí støðinum, sum [...] var í álopinum, var so mikið leysur, at tað var løtt søk hjá honum við høvdinum at stýra bóltinum í málið. At Dánial hesa einu ferðina var so leysur, mundi komast av, at B71 veteranurin, Ib Mohr Olsen, sum
eitt sindur hvønn mánað, so at eg kundi sleppa heim at ferðast. ? Tað var ikki tí, at vit altíð høvdu ráð til tað, men kortini helt hann altíð fast um, at eg mátti sleppa heim at ferðast, so mátti heldur [...] eisini at savna okkum pening saman til. Hilda fer at flenna, tí hon sigur, at hon minnist, at arbeiðsfelagarnir hjá Doug argaðu hann hann mangan við hesum vælsignaða bilinum, sum vit royndu at goyma okkum [...] hjá øllum. Hilda sigur, at hóast hon kom til Onglands á jólum í 1946, bar tað longu um summarið 1947, at hon ætlaði sær heim aftur til Føroyar at ferðast. ? Men møguleikarnir at ferðast vóru ikki so góðir
á, at tað ikki eigur at vera nøkur samfelagsuppgáva at røkka hesum, tí hetta má felagið klára sjálvt við at hava nakað at bjóða upp á eins og ein og hvør onnur fyritøka. Nú prátað verður nógv um at útflyta [...] sigur, at mentunarpolitikkurin er um at hvørva í hesi kappingini, og tónleikurin verður taparin. Spennandi Tá prátið fer at snúgva seg um klassiskan tónleik, sigur Kristian, at hann roynir eisini at gera [...] genrur ber til at finna marknaðir. Skal sølan tó vera stabil, krevst, at fleiri fólk koma at arbeiða hjá Tutli, kanska ein innan hvørt tónleikaøki, tí tað er meira enn nóg mikið fyri ein persón at distribuera
Allarhelst fer hetta at føra við sær, at sølan av rúsdrekka fer at minka, og Billeftirlitið fer at reypa sær av illusiónini av at høgu prísirnir ella totalt bann av alkoholi vóru orsøkin til at fólkini, sum ganga [...] eitt nú ecstacypillarum er 2-5 pund. Hetta hevur við sær, at nógv fólk velja at taka ecstacy frammum alkohol, tí at her eru pengar at spara, og tí at rúsurin av ecstacy gevur eina meira umfatandi kenslu av [...] eru væl vitandi um, at tað ikki er klókt, at fara út um í ódnaveðri, men tó so standa fimm djarvir manns fram og siga, at teir nokk skulu fara út at tálma ódnini, við tí endamáli at basa henni med Allah
Hæddarpunkt í lívinum? - At fáa sonin, at verða giftur og at verða valdur inn á ting. - Tá eg varð valdur inn á ting, var tað ein ótrúlig álitisváttan frá fólki. Tað, at ein so stór mongd av fólki [...] ambitiónir at kunna vera ein góður maður og pápi, sum hevur tað gott saman við familjuni. Hinvegin eru tær politisku ambitiónirnar at megna at halda fram í mínum politiska starvi við tí endamáli at gera tað [...] í mínum lívi. Men eg ynski ikki at brúka hann til at hevja meg sjálvan. Hvørji viðurskifti hevur tú til kristindóm? - Eg meti meg sjálvan at vera trúgvandi, uttan at ganga úti og rópa upp um tað og seta
munnligum vitnisburði um, at nógvum fólki dáma sera væl tað, sum eg skrivi, og tey fegnast um, at onkur hirðir at gera tað! Hr. Apol vildi allarhelst havt, at tað varð bannað at skriva um »heilagu« idolir [...] ikki við! Vit gera tað ikki fyri at forarga Apol - vit gera tað tí, at vit ikki vilja finna okkum í, at tað verður manipulerað við fólki, at tað verður logið fyri fólki og at nógv verður krógvað fyri fólki [...] fólki. Vit góðkenna ikki, at loysingar-menn royna at billa fólki inn, at tað er forsvarligt at taka loysing frá Danmark. Teir vita eins væl og vit, at Danmark er okkara seinasti skansi móti anglosaksisku óløgunum