Hergeir Staksberg
Eftir at hava fylgt við kjakinum um rúsdrekka frá einum antropologiskum vinkuli í eina tíð, føldi eg tað sum eina skyldu at gera nakrar viðmerkingar til allar sannleikarnar, sum hava verið á lofti í ymsu miðlunum.
Fyrst fari eg at flyta fokus frá rúsdrekka til rúsevni og harfrá byrja mína argumentatión fyri at lækka prísin á rúsdrekka. Tí eg eri sannførdur um, at tað bert er spurningur um tíð, nær ungdómurin fer at taka klassa A stoffir framum rúsdrekka. Sterku rúsevnini eru longu komin til landið, og ovurhøgi prísurin á rúsdrekka er við til at førka ungdómin mótvegis sterkum rúsevnum, heldur enn at tálma nýtsluni av rúsdrekka.
Um eg taki London sum eitt dømi, so eru serliga tvær orsøkirnar til at fólk taka rúsevni framum rúsdrekka:
1)Rúsurin av klassa a rúsevnum er nógv sterkari og nógv meira umfatandi
2)Rúsevni eru bíligari enn rúsdrekka
Á barrum, klubbum ella diskotekum í London kostar ein pint (ca. hálvur litur av øl) 2-4 pund, meðan prísurin á eitt nú ecstacypillarum er 2-5 pund.
Hetta hevur við sær, at nógv fólk velja at taka ecstacy frammum alkohol, tí at her eru pengar at spara, og tí at rúsurin av ecstacy gevur eina meira umfatandi kenslu av vælveru enn alkohol.
Tað er serliga á peningaliga økinum, at eg meti Bill Justinesen & Co( Billeftirlitið) grava sína egnu grøv.
1)Tí tað eru sterk rúsevni at fáa í Føroyum.
2)Prísurin á alkoholi í Føroyum er dupult so høgur á barrum, og tríggjar ferðir hægri í rúsuni samanborið við handilsprísin í London.
Hesi bæði tingini vavd saman fara pr. automatik, at geva fólki eitt skump í tann skeiva rættningin.
Um vit taka eitt meira konkret dømi, so kosta fýra vanligar 33 cl. veðr á eini barr 100 kr. í Føroyum, meðan ein ecstacy pillari kostar um 50 kr.. Har eru sostatt 50 kr. at spara og tað vil siga tað dupulta, men tað steðgar ikki her, tí so líðandi blíva fólk bundin av rúsevnunum og t.v.s., at skjótt fara fólk at síggja sølu av ecstacy pillarum sum eina lætta og sera góða inntøku, tí at fólk, ið eru bundin av sterkum rúsevnum eru ein sera trúfastur málbólkur, sum ikki mettast& og so er kavabólturin farin á rull.
Um onki verður gjørt við hetta málið skjótt, so fara hørð rúsevni skjótt at stórtrívast, tí at karmarnir eru avgjørt til staðar. Startskotið er tann extremt høgi prísurin á rúsdrekka og sjálvandi, at hørð rúsevni longu eru gott á veg at fáa fótafesti í Føroyum& og meira skal ikki til.
Allarhelst fer hetta at føra við sær, at sølan av rúsdrekka fer at minka, og Billeftirlitið fer at reypa sær av illusiónini av at høgu prísirnir ella totalt bann av alkoholi vóru orsøkin til at fólkini, sum ganga á barr, nú eru byrjaði at taka vatn framum øl.
Mytur viðvíkjandi strongum lógum
Eg havi fylgt nøkurlunda við hvat ið anti-alkohol umboði Bill Justinesen hevur sagt í hesum stríðinum. Reyði tráðurin hjá Bill hevur allatíð verið: strangari lógir, so skal tað nokk ganga& ok, jamen lat okkum taka nøkur konkret dømi og vita um nakað hald er í reyða tráðinum hjá Bill.
Nú havi eg sjálvur búð í Danmark, Spania, Skotlandi og nú í Onglandi og einhvør annar, sum hevur búð uttanlanda (undantikið Norra og Ísland) hevur lagt til merkis, at prísurin á alkoholi í Føroyum er ovurhøgur.
Taka vit Norra sum dømi, so hava ovurhøgu prísirnir á alkoholi elvt til, at so gott sum allir norðmenn eru farnir at bryggja sjálvir. Heimabryggj er lógligt, meðan heimabrent er ólógligt, men tó so er tað sera lætt at fáa hendur á heimabrendum í Norra, og tað eru serliga tey, sum eru undir 18 ið gera sært dælt av heimabrendum.
Hvørjar eru so fylgjurnar av høga prísinum
í Norra?
"Fylgjurnar av hesum eru at alkoholsølan fyri Norra sær heilt góð út á pappírinum, men í veruleikanum er alkoholnýtslan minst tað dupulta av tí sum sølutølini vísa.
"Ein onnur fylgja er, at fólk gera sær dælt av hesum og selja heimabrent til ungdómar undir 18 ár og harvið fær skeivur aldursbólkur eisini lættliga fatur á brennivíni.
"Triðja fylgjan er, at ein sera stórur partur av tí norska fólkinum fremur lógarbrot, av tí at heimabrent er ólógligt og hetta kann fáa keðiligar fylgjur, um tann vanligi norðmaðurin verður tikin og revsaður fyri at bryggja, tí so endar hann í svørtu bók og harvið minka hansara arbeiðsmøguleikar munandi og t.d. sleppur viðkomandi ikki inn í
Er niðurstøðan útfrá hesum døminum, at høgu prísirnir hava tálmað alkoholnýtsluni í Norra? Á pappírinum ja, men í veruleikanum hava mynduleikarnir í Norra einans skapt fleiri trupulleikar, sum als ikki vóru frammanundan& og ongan loyst& veit ikki hví, men onkursvegna virkar hetta mynstrið sera kent.
Myta nummar tvey: moralur er góður, men dupultmoralur er dupult so góður.
Hendan mytan gongur út uppá nakað tað sama. Taka vit Føroyar og ovurhøga prísin á alkoholi sum dømi, so sigur fasadan seg vilja tálma nýtsluni av rúsdrekka, men hvussu nógv hald er í hesum?. Sjálvur haldi eg, at hetta er eitt tað størsta bluffið, sum føroyskir myndugleikar nakrantíð hava framt, tí eg dugi ikki at síggja nakað annað endamál við høgu prísunum, enn at rúsdrekkasølurnar eru einasta stabila og tryggja inntøkan, sum landskassin hevur, men hetta vilja politikarar neyvan viðganga og um teir viðganga tað, so er tað við endamálinum at vinna nakrar atkvøður. So um nakar politikari nú knappligani verður so eviga samdur við mær, so kann viðkomandi hava ein lort. Tí um nakar hevur havt ein møguleika, at gjørt nakað við hetta málið, so eru tað nettup teir. Hinvegin, so fer onkur óiva at verða ósamdur við mínum pástandi, og greiða frá hvussu høgi prísurin veruliga tálmar rúsdrekkanýtsluni, men so havi eg ein spurning til teirra. Hvussu ber tað til at ólukkudýrini, sum eru koyra uppá almannastovuna hava ráð til sína dagligu kenning? Hvussu nógv tálmar mann rúsdrekka nýtsluni via høgan prís, tá ið tann absolutt lægst lønti bólkurin í landinum hevur ráð til eina kenning hvønn dag?. Um onnur frágreiðing, enn sera góð og stabil inntøka fyri landið finnist fyri eksistensin hjá rúsdrekkasølunum, so er bara ein máti at yvirbevísa meg, og tað er við at avskaffa monopolið, og fáa rúsdrekka út í handlarnar, tí alt annað er at halda fólki fyri gjøldur.
Okkurt skal barnið eita
Øll tíðarskeið hava sína heks, og øll tíðarskeið hava eitt ástøði, sum váttar hetta fakta. Seinastu tíðina eru samkynd blivin klædd í heksabúna, men tað gløgga eyga sá, at talan bert var um ein búna og innanfyri epistomologiska heksabúnan búði eitt menniskja. Nú tá ið kjakið kring samkynd er køvt, so er at finna ta næstu heksina og hesaferð var tað rúsdrekka, sum stóð fyri tørni og aftur her dugdi tað gløgga eyga at hyggja forbí heksabúnan. So er tað, at ein kann sær spurningin: hvør er tað sum veruligani gongur í heksabúna, tey jagstraðu ella tey sum jagstra?.
Felagsnevnarin fyri hesum slagi av absurdum heksateorium, sum onki hava við veruleikan- og enn minni við sannleikan at gera er at sannleikarnir handan ástøði eru óortodoksir og byggja á eina hóttan, ið er bygd á at fylgja vit ikki hesum ástøði, so leggja vit kjarnuvirðini í okkara samfelag í sand og øsku, men eins og onki hald var í sannleikanum viðvíkjandi uppruna heksajagstranini, líka so lítið hald er í sannleikanum viðvíkjandi samkyndum og rúsdrekka.
Sjálvur hopi eg, at Bileftirlitið, fer at brenna sín heksabúna og taka við læru, hóast tað sær sera svart út, tí byggir ein alla sínar grundgevingar á trúgv tá meini eg við ein absoluttan sannleika , so kann tað bara tulkast negativt. Tí dogma merkir stagnering, ongin fleksibilitetur, onki val og tískil onki frælsi. Blind trúgv merkir avmarkingar, ikki møguleikar, og er samstundis deyðin hjá intellektinum.
Tað, sum ger vónina enn svartari og stuðlar pástandinum omanfyri, er at talan stórt sæð er um somu manning, sum segði nei til at víðka revsilógina til eisini at umfata kynsliga orientering og samstundis kom við tí mest láturliga lógaruppskotinum nakrantíð& er hon nevnd er hon kend, nevniliga rundstykkjalógin.
Lívsmynd
Fyri at slá boðskapin enn fastari og fyri at geva tykkum eina hóming av hvussu eg síggi uppá politikkin sum hann verður førdir í løtuni, so fari eg at geva tykkum eina mynd.
Ímyndi tykkum, at alt Føroya fólk er samlað í einum fittum ljósareyðum húsi við einum fittum ljósareyðum garði rundan um húsini. Húsini eru í góðum standi og tað einasta, sum kundi trongt til, hevði verið at fingi húsini málaði í einari aðrari farvu, so tey ikki vóru so øgiligani ljósareyð, tí innan hava tey ein heilt annan lit, men fyri uttan ljósareyða litin, so er alt í fínasta ordan.
Men so ein dagin brestur ódnin rúsdrekka á, og ættin er í ein norðan og rakar beint inn á høvuðsdyrnar. Ódnin rúsdrekka hevur herja fleiri ferðir fyrr, men uttan at ávirka húsini stórvegis. Okkurt hissini ýl, orsaka av vindinum tá ið hann er farin framvið húsunum, men tað er tað heila.
Hesaferð leikar ódnin rúsdrekka óalmindiliga hart í og fólkini í húsinum eru væl vitandi um, at tað ikki er klókt, at fara út um í ódnaveðri, men tó so standa fimm djarvir manns fram og siga, at teir nokk skulu fara út at tálma ódnini, við tí endamáli at basa henni med Allah. Teir so gera. Teir fara út, eini 100 metrar frá húsinum, og stilla seg beint út í ódnina í vónini um at taka vindin á seg, so hann ikki rakar húsini, men onki hjálpur. Vindurin stríkur framvið teimum eins og teir als ikki vóru har, og heldur enn at slækka av, gerst vindurin alsamt sterkari. Hóast hetta rópa teir fimm, at alt nokk skal ganga, vit skulu nokk basa ódnini, tað er bara ein spurningur um at duga at tálma og at tálma nóg leingi, men hvat, júst sum teir fimm halda seg gera eitt megnar arbeiði við at basa ódnini rúsdrekka, so økist vindurin enn meira og fer í tvíningar. Nú er tað ikki bara ódnin rúsdrekka, ið teir skulu basa, men nú er tað eisini tann 5 ferðir sterkari ódnin rúsevni, men teir hava gott mót, tí teir vita hvat teir gera, tí teir hava lisið nógv og kenna nógv gomul heimaráð hesum viðvíkjandi. Teir blíva sostatt við at standa 100 metrar uttanfyri húsini og tálma ódnunum úr norðuri, rúsdrekka og rúsevni, men hvat hendir nú?, brádliga skifta báðar ódnirnar ætt og styrki. Tær draga nú 180 stig og bresta nú á úr suðuri og hesaferð við dupultari megi, og blása húsini vekk øll sum tey eru, og sostatt floyma ódnirnar rúsdrekka og sterka ódnin rúsevni yvir alt føroya fólk.
Moralurin: teir sum sita, halda seg vita.
PS. Um onkur hevur hug at svara lesarabrævinum, so er hon/hann vælkomin, men vinarliga send til mín email, tí eg lesi ikki bløðini nú eg búgvi í London. Email addressan er: hrgar@yahoo.com










