Føroyar stinka – ikki

Hvussu fáa vit útbúnar føroyingar heimaftur? Og hvussu koma vit undirskotinum av kvinnum til lívs? Hesir spurningar seta við jøvnum millumbilum dagsskránna í almenna kjakinum í Føroyum. Fýra fyrrverandi útisetar við ymsum royndum á føroyska arbeiðsmarknaðinum greiða niðanfyri frá sínum upplivingum av at flyta til Føroya og virka í Føroyum. Rís og rós til lítla landið, sum kanska ikki er so galið kortini.

“At flyta heim skal ongantíð verða ein skylda”


Christian Nagata er stjóri á KT-fyritøkuni NEMA, sum eftir fleiri samanleggingar er Føroya størsti veitari av KT-, skrivstovu- og samskiftistænastum. Hann er cand. merc. aud. og læs og arbeiddi í Keypmannahavn frá 1989 til 1997 og í Los Angeles frá 1998 og 2004, tá hann flutti heim. Áðrenn NEMA sá dagsins ljós, var hann fíggjarstjóri á Føroya Shell.


Hvat hevur verið tað besta við at flyta heim?

Eg ætlaði mær ongantíð heimaftur til Føroya, men familjan flutti heim í 2002, og tvey ár seinni fór eg aftaná væl vitandi, at eg ongantíð fór at tjena tað sama í Føroyum. Tá eg kom heim seint í 2004, hevði samfelagið flutt seg nógv frameftir, og hetta kom í roynd og veru óvart á meg. Vinnulívið var vorðið meiri professionelt og tolsemið meiri útbreitt. Mínar royndir frammanundan vóru annars, at tað snúði seg meiri um at kenna fólk enn at hava tær røttu dygdirnar fyri at sleppa framat á arbeiðsmarknaðinum. So tað var absolutt positivt at koma heim og kunna staðfesta, at hetta samfelagið hóast alt mennist á fleiri hermótum.

Mínar royndir eru, at um tú ert opin, um tú hevur hugflogið og um tú hevur hugin, so eru nógvir møguleikar í Føroyum. Her trýtur ikki við spennandi uppgávum og inspirerandi avbjóðingum. Tað er fyrimunurin við einum lítlum samfelagi. Á eini stórari fyritøku í USA situr man við sínum avmarkaða øki, men í Føroyum er relativt lættari at folda seg út og snodda til alt millum himmal og jørð. 



Hvat hevur verið tað ringasta við at flyta heim?

Hóast áðurnevndu fyrimunir við at búgva í einum lítlum landi, so er støddin eisini tann størsta forðingin. Eitt land við 48.000 íbúgvum fer altíð at hava sínar natúrligu avmarkingar, og tað fara altíð at vera ein rúgva av tingum, sum heilt einfalt eru ógjørlig at gera í Føroyum. T.d. fer eingin nakrantíð at granska í rúmdarskipum í Føroyum, tí tað hava vit ikki ráð til. Føroyar er eisini tilafturskomið, tá tað snýr seg um at veita immateriallar tænastur, tí vit hava í alt ov langa tíð ikki framleitt annað enn fisk. 



Hvat skulu vit gera fyri at fáa útisetar heimaftur?

Tað skal ongantíð vera ein skylda at flyta heimaftur. Og eg haldi, at øll eiga at fáa sær starvsroyndir uttanlands, áðrenn tey venda nøsina heimeftir. Misskil meg ikki. Eg vóni, at so nógvir útisetar sum gjørligt koma aftur til Føroya, tí vit hava harðliga brúk fyri útbúnum fólki. Men tey skulu einans koma heim, um tey tíma at flyta heim, tí vit hava ikki brúk fyri fólki, sum ikki hava eitt positivt útgangsstøði. Og so vil eg fegin leggja afturat, at vit hava ikki bara brúk fyri føroyskum útisetum, men so sanniliga eisini fyri kompetentum útlendingum. Núverandi mótstøðan ímóti útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum er til stóran skaða fyri vinnulívið og fyri landið. 


---------------------------



”Vit mangla kvinnur og útlendingar”


Erika Hayfield hevur búð tjúgu ár av sínum lívi í Edinburgh í Skotlandi. Hon hevur lisið marknaðarføring og hevur eina Ph.D. í forbrúkaramentan. Hon flutti seinast heim í 2003, hevur arbeitt í føroysku samskiftisvinnuni og er nú fulltrúi í Vinnumálaráðnum.


Hvat hevur verið tað besta við at flyta heim?

Tað er komið óvart á meg, hvussu nógv spennandi og dugnalig fólk í roynd og veru búgva og virka í Føroyum. Áðrenn eg flutti heim, hevði eg sum so nógvir aðrir útisetar ein fordóm um, at tá man flytur heim, so merkir tað, at yrkisleiðin steðgar upp. Men soleiðis er ikki. Tað er lætt at blanda seg í nógv ymisk mál og gera mun, um tú veruliga vil. Og negativi hugburðurin millum útisetar um Føroyar er í ein mun ógrundaður.


Hvat hevur verið tað ringasta við at flyta heim?

Tá eg kom heim, sló tað meg, hvussu ósjónligur kvinnurnar vóru í hesum landinum. Eg havi als ikki verið tilvitað um javnstøðuspurningin fyrr, men undirskotið av kvinnum og skeiva valdsbýtið millum menn og kvinnur er møguliga tann størsti samfelagstrupulleikin yvirhøvur. Og talan er ikki um ein kynskamp, men um ein samfelagstrupulleika, sum rakar bæði menn og kvinnur.

Ein annar veikleiki er okkara vantandi sjálvsálit. So skjótt sum ein útlendingur kemur til landið og sigur eitt ella annað, eru øll á gosi, hóast onkur føroyingur hevur sagt tað sama í mong ár. Vit trúgva ikki uppá okkum sjálvi og skulu ofta hava onkran uttanífrá at siga okkum, hvussu verðin hongur saman. Og tað hongur partvís saman við, at vit hava lyndi til at umganga innanhýsis konfrontatiónir. Konstruktivt kjak verður alt ov ofta uppfatað sum persónligar konfliktir, kanska tí vit liva so tætt upp at hvørjum øðrum í einum so lítlum samfelagi. Og kollektivt halda vit hvørjum øðrum niðri, tí vit hava ikki dirvi til at seta krøv, vera kritisk og taka nakrar neyðugar, konstruktivar konfrontatiónir.


Hvat skulu vit gera fyri at fáa útisetar heimaftur?

Her og nú áttu vit at styrkt um samskiftið við okkara útisetar fyri at bjóða tí hugburðinum av, sum sigur, at eingir møguleikar eru í Føroyum. Miðvís marknaðarførsla og skipaður dialogur við okkara útisetar hevði møguliga punkterað nakrar mytur um Føroyar og fingið fleiri heimaftur. Men tað er skeivt einans at fokusera uppá føroyskar útisetar, tí vit hava eins nógv brúk fyri útbúnum útlendingum.

Í longdini mugu vit spyrja okkum sjálvi, hví kvinnurnar ikki støðast, og hví tær eru so ósjónligar, sum búgva her. Í hesum sambandi treingja vit til eina grundleggjandi kollektiva hugburðsbroyting, um Føroyar í framtíðini skulu rúma báðum kynunum. Og hóast tað møguliga er politiskt ókorrekt, so kann eg ikki lata vera við at nevna, at vit hava brúk fyri einum sterkum høvuðsstaði. Eisini um tað merkir ein veikari útjaðari. Vit eru so fá og smá, at vit mugu velja, hvar miðdepilin skal vera, og hvar vit skulu satsa. Flestu útisetarnir eftirlýsa nevniliga eitt sterkt miðstaðarøki. 


-------------------------


“Man gleðist um framstigini og harmast um ómegdina”


Jenny Petersen hevur verið stjóri á Tjóðpalli Føroya síðani 2005. Hon flutti til Føroya í 2000 eftir trettan ár í Noregi, har hon starvaðist sum framleiðslustjóri í norskum leikhúsi.


Hvat hevur verið tað besta við at flyta heim?

Tað besta hevur vælsaktans verið, at eg havi havt eitt ótrúliga spennandi starv og havi upplivað framstig innanfyri føroyska leiklist. Fyrst at Tjóðpallur Føroya var stovnaður í 2003 við stórum meiriluta á tingi, og síðani at játtanin spakuliga er vaksin, hóast hon framvegis er alt ov lítil. Eg havi ongantíð angrað, at eg kom heim, og eg havi trivist í mínum arbeiði. Responsurin frá fólkinum hevur eisini verið positivur, tá Tjóðpallurin hevur hýst alskyns sjónleikum, og tað er lívsjáttandi at uppliva, at man kanska ger ein mun. Ein styrki við einum lítlum samfelagi sum tí føroyska er júst, at tað er lættari at gera mun og at gera okkurt, sum ikki hvørvur í mongdini av øðrum tilboðum. Tað er ein grundleggjandi tørvur, sum lættari er at nøkta í Føroyum samanborið við evropeiskar stórbýir.


Hvat hevur verið tað ringasta við at flyta heim?

Tann fyrsta tíðin var nokkso tung. Tá man er útiseti og bara vitjar í feriunum, so fær man eina illusión um, at tað altíð er so gott í Føroyum, sum tað er um summarið. Tá man so finnur útav, at tað hendir alt ov lítið ímillum hásesongirnar, kunnu Føroyar blíva keðiligar samanborið við tað pulserandi lívið uttanlands. Og tá kemur útlongsulin krúpandi.

Tað eru heilt einfalt ov fá tilboð í Føroyum á fleiri ymiskum økjum. Tey smáu forholdini, tað manglandi tolsemi og tað trongskygni, sum onkuntíð eyðkennir lívið á oyggjunum, er eisini nakað, man sum útiseti leggur merki til og stundum kvalist av, tá man er fluttur heimaftur. Og í mínum starvi ilskast man mangan inn á hugburðin til mentan og list – hóast áðurnevndu framstig. Eg ivist í, um politikararnir vistu, hvat teir bundu seg til, tá Tjóðpallurin varð stovnaður, tí peningurin hevur ikki heilt fylgt við. Samanumtikið gleðist man um smáu framstigini og harmast um, at tað gongur ov seint.


Hvat skulu vit gera fyri at fáa útisetar heimaftur?

Týdningarmiklasti spurningurin hjá einum og hvørjum politikara í Føroyum er, hvussu fáa vit fólk at trívast? Hvussu fáa vit ung, barnafamiljur, tilkomin og eldri fólk at trívast, bæði kvinnur og menn? Tað er m.a. við at økja um sosialu og mentanarligu tilboðini. Um eg aftur kann loyva mær at fokusera snævurt uppá tað mentanarliga, so var eitt tiltak sum Listastevnan fantastiskt fyri Føroyar. Ein rúgva av fólki vóru aktiverað størsta partin av árinum, og føroyingar í hópatali fingu spennandi listarligar upplivingar. Fleiri útisetar eftirlýsa m.a. eitt størri mentanarligt útboð, og tí var tað spell, at tiltakið datt niðurfyri. 


-----------------------------------


“Eitt hav av møguleikum og ein køvandi kjakmentan”


Sonja Jógvansdóttir er stjórnmálafrøðingur og samskipari í fakfelagssamtakinum Samtak, sum er eitt samstarv millum Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag. Hon hevur búð og lisið í Edinburgh, Keypmannahavn og Brússel. Seinast hon vendi nøsini heimeftir var í desember 2006.


Hvat hevur verið tað besta við at flyta heim?

Tað hevur altíð verið natúrligt fyri meg at flyta aftur til Føroya. Man hevur onkursvegna eitt djúpt kensluligt og helst eisini irrationelt tilknýti til Føroya, so fyri meg var tað ongantíð eitt veruligt val, hóast eg havi trivist væl uttanlands.

Føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur eitt hav av møguleikum. Um tú hevur nakrar kvalifikatiónir, so er rættiliga opið at royna tað, sum tú hevur hug til. Eg eri eitt livandi dømi um, at tú hevur relativt lætta atgongd til tað, sum hevur tín áhuga. Eg bjóðaði meg fram sum ráðgevi hjá fakfeløgunum, og tað endaði við fakfelagssamtakinum Samtak, sum hevur verið eitt ófatiliga spennandi arbeiði. Atgongdin til spennandi størv valdast sjálvandi, hvussu góð pappír ein hevur, men lesandi útisetar hava altso nógv at koma heimaftur til. Tað snýr seg um hugflog og um at síggja tørvirnar í einum samfelagi.


Hvat hevur verið tað ringasta við at flyta heim?

Sum útiseti gloymir man, hvussu ótespiligir teir føroysku vetrarnir eru, men tað fáa vit ikki gjørt so øgiliga nógv við. Umframt veðrið er ein tann størsti trupulleikin, at vit duga illa at vera ósamd uttan eisini at blíva óklár. Tá samfelagið er so lítið og persónligu relatiónirnar so tættar, er lættast at umganga konfliktirnar. Vit hava onkursvegna ein loyalitet yvirfyri hvørjum øðrum, sum køvir okkara kjakmentan. Fólk halda seg aftur og lata vera við at siga og gera ymiskt av ótta fyri persónligum konfliktum, og tað er ein veldig forðing fyri at menna hetta samfelagið. Fólk skuldu torað betri at sagt og gjørt tað, sum tey meina er rætt og neyðugt. Tað er nevniliga munur á kritikki og negativiteti.


Hvat skulu vit gera fyri at fáa útisetar heimaftur?

Eg sakni ikki ein miðvísan útisetapolitikk, men ein miðvísan útbúgvingarpolitikk. Um vit høvdu fleiri útbúgvingarmøguleikar í Føroyum, so høvdu so nógv ung ikki noyðst av landinum. Tað er fínasta slag at flyta av landinum, men tað eigur í størri mun at vera eitt val. Um vit t.d. høvdu útbúgvingar innanfyri sosialráðgeving, ergoterapi, fysioterapi o.s.fr., so høvdu fleiri verið verandi.

Manglandi bústaðar- og familjupolitikkurin er ein orsøk til, at fleiri útisetar ikki koma heimaftur. Í so máta eftirlýsa útisetar tað sama sum íbúgvarnir í Føroyum. Vit fara ongantíð at fáa meiri enn eini 60 prosent heimaftur, tí eftir fimm ár í øðrum londum eru fólk so mikið etablerað, og tí skulu vit eisini fokusera uppá aðrar bólkar enn akademikarar. T.d. tey, sum av eini ella aðrari orsøk rýma av neyð. Tey eru fleiri og fleiri í tali, og tey eru sum oftast mist fyri altíð.