eitt nýtt hugtak í føroysku vinnuni og er næstan ókent í almennu fyrisitingini. Ein av føroysku slóbrótarunum á hesum øki er Eik Banki, sum í Februar 2006 setti á stovn eina HR deild, sum í dag hevur tvey [...] ongum arbeiðsloysi í landinum, er kappingin um tey góðu fólkini hørð. Í Eik eru tildømis umleið sjey starvsfólk, sum upprunaliga arbeiddu á almanna- og heilsuøkinum. Tað er ikki bara í Føroyum, at heilsuverkið [...] varðveita tey góðu fólkini í framtíðini, er tað, sambært føroysku HR mennarunum, sum Sosialurin hevur tosað við, neyðugt at bøta um bæði trivnað og umdømi. Fakta Tilmæli 16 í sjúkrahúsálitinum Felags s
men vit eru ikki til í Føroyum. Tí mugu vit hava samkynd við í antidiskriminatións-paragraffina, og vit mugu fáa loyvi at fara í skrásett parlag. Øll hini Norðurlondini hava hetta í teirra lóggávu, men [...] við á tabu-ráðstevnuni í Læraraskúlanum leygardagin. Politisku ungmannafeløgini høvdu sett allan dagin av til kjak um evni, sum antin eru forboðin, illa dámd ella goymd burtur í Føroyum. Kjakast var frá [...] morgunstundini um rúsdrekka, porno, abort og homosexualitet. Sosialurin legði leiðina framvið frá umleið klokkan 16 og úteftir, tá samkynd og teirra støða í samfelagnum var á skránni. Við hvør sín enda á tíggju
Havnar í skúla hvønn morgun. Tað eru alt børn í teimum eldru flokkunum. Í onkrum føri eru børn farin til Havnar at ganga í skúla av sosialum orsøkum, við tað at eingir ella fáir javnaldrar vóru eftir í skúlanum [...] á fundinum var, at roynt skal verða at finna tvey foreldur at koma í stýrið í staðin. Tað skal kommunan gera. Karmarnir um skúlan í Nólsoy eru góðir, men okkurt er galið við skúlanum, tí nøkur foreldur [...] Annars hevur hann ikki hug at gera viðmerkingar til, hví nøkur børn fara í skúla í Havn, tí orsøkirnar eru fleiri, og hann leggur ikki í at koma inn á persónlig viðurskifti hjá nøkrum. Hann heldur, at Nólsoyar
eina fløsku í høvdið hetta kvøldið. Gera tekniskar kanningar Danska løgreglan dugir í verandi løtu ikki at siga, hví tað gekk sum tað gekk í einum raðhúsum í Bygmarken í Hanstholm mikukvøldið í farnu viku [...] Mikudagin í farnu viku var ein ógvusligur tilburður í einum raðhúsum í Bygmarken í Hanstholm. So ógvusligt var tað, at fleiri grannar ringdu til løgregluna og boðaðu frá, at tað yvirhøvur ikki ruggaði [...] teir báðir eru føddir í 1953 og 1949. Sosialurin skilir, at í hvussu so er annar av føroyingunum áður hevur havt ávísar trupulleikar við rúsdrekka, men hetta vil løgreglan í Thisted hvørki vátta ella avsanna
prísin hvør í sínum lagi. Ikki ein króna á muni Tað kann tykjast sum at kundin fær bæði í posa og sekk, tá hann fær »ókeypis« ágóðar frá flogfelagnum, um hann bara syrgir fyri at fáa eitt stempul í sítt bonuskort [...] fyri púra fríari kapping á Føroyarutuni. Tað skrivaði Sosialurin hendan dagin fyri 10 árum síðani. Tá kappaðust tvey flogfeløg á føroyarutuni. Sosialurin skrivaði soleiðis: »Fyri tveimum vikum síðan kom Maersk [...] eftir okkara tykki at verið útsettur fyri størri kapping, enn hann í løtuni er, sigur Terje Sigurðsson á Kappingarráðnum. Tað heldur í øllum førum annað flogfelagið á Føroyarutuni eisini. Per Brinch, k
undir Vestmannasundi í seinastu tingsetu, fasta sambandið um Leirvíksfjørð í hesari tingsetuni og væntandi fasta sambandið í Sandoynna í komandi setu, sigur Jóannes Eidesgaard. Í flokkunum Málið er ikki [...] leggja ov nógvan pening í Sandoyartunnilin í hesum døgum. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sær kortini ikki nakað forgjørt í, at fíggjarmálaráðharrin ávarar móti at seta ov nógva ferð í búskapin. Tað er at rokna [...] ikki liðugt viðgjørt enn. Tað er í løtuni til viðgerðar í flokkunum, men løgmaður metir, at breið semja er um at fremja málið í verki. - Tað er eisini fest á blað í samgonguskjalinum, at kanningar og forarbeiði
avtalu við feløgini í loyvi 003 og loyvi 001, um flytan av brunnunum, eru fyrireikingar til sjálva boringinga væl í gongd. Nógv virksemi er í tí fyrrverandi smiðjubygninginum úti í Bakka, har Statoil hevur [...] skulu fáast uppá pláss í eini tílíkari boring, og skilur blaðið, at fyrireikingarnar til hesar eru væl í gongd nú. Alt arbeiði í samband við boringina, verður stýrt av Statoil í Føroyum, har eini 18 fólk [...] Atlantsmótinum. Í 2004 keypti felagið seg inn í eitt øki, bretsku megin markið, og funnu olju har. Í ár verða boraðir heilir tríggir metingarbrunnar her. Samstundis hevur felagið selt onnur loyvi í bretskum øki
Lincoln hevur í mong ár verið prestige bilmerki hjá Ford, og hava teir flestu forsetarnir í USA koyrt í Ford Lincoln. Tað var t.d. ein Lincoln sum John F. Kennedy sat í, tá hann varð skotin í Dallas 22. november [...] november í 1963. Tað løgna er, at Lincoln eru uppkallaðir eftir amerikanska forsetanum Abraham Lincoln, ið varð myrdur í Ford-leikhúsinum í Washington í 1865, meðan John F. Kennedy varð myrdur í einum Ford [...] Lincoln hevur í mong ár verið prestige bilmerki hjá Ford, og hava teir flestu forsetarnir í USA koyrt í Ford Lincoln. Tað var t.d. ein Lincoln sum John F. Kennedy sat í, tá hann varð skotin í Dallas 22. november
flennandi úr telefonini í Danmark, tá vit spyrja inn til málið. Miðskeiðis í julimánaði høvdu The Dreams tríggjar konsertir í Týsklandi, eina í Berlin, eina í Hamburg og eina í München. Hetta spældi so [...] Teir eru hot í Føroyum. Teir eru hot í Danmark. Nú bendir nógv á, at føroysku punkararnir í The Dreams eru við at fáa fótin fyri seg á størsta evropeiska tónleikamarknaðinum. – Ja, eg veit ikki heilt hvat [...] Heini Gilstón Corfitz Andersen og Heini Mortensen í oktober skulu aftur til Týsklands at spæla. – Tað verður eitt stað í millum 20 og 25 konsertir í oktobermánaði, upplýsir Hans Edward Andreasen. Enn
umframt at illgruni er um tilburðir í nógv fleiri londum. Í USA eru 50 tilburðir staðfestir, seks í Kanada, tvey í Skotlandi, ein í Spania og ein í Moskva. Hetta fekk fyrr í dag heimsheilsustovnin WTO at hækka [...] Svínakrím Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tilburðirnir av svínakrími halda áfram at breiða seg kring heimin. Tíðliga í morgun komu boð av einum sjúkrahúsi í Tel Aviv í Ísrael, at ein tilburður varð staðfestur [...] staðfestur í Ný Sælandi. Sostatt er svínakrím nú staðfest í fimm av teimum sjey heimspørtunum. Enn eru eingi deyðsføll av farsóttini uttanfyri Meksiko, men tilburðir eru higartil staðfestir í USA, Skotlandi