Human Resource Menning er eitt nýtt hugtak í føroysku vinnuni og er næstan ókent í almennu fyrisitingini. Ein av føroysku slóðbrótarunum á hesum øki er Eik Banki, sum í Februar 2006 setti á stovn eina HR deild, sum í dag hevur tvey fólk. Einasta almenna arbeiðspláss, ið hevur sett HR-mennara, er Tórshavnar kommuna.
Sosialurin hevur tosað við Jóhannu Andreasen úr Eik og Elin Wang úr Tórshavnar Kommunu um nýggja tilmæli um HR deild í Heilsuverkinum. Jóhanna og Elin eru báðar sjúkrarøktarfrøðingar og hava arbeiðsroyndir í heilsuverkinum.
Tær leggja báðar dent á, at starvsfólkamenning skal stuðla undir eina orðaða visión hjá fyritøkuni.
- Fyrst mugu virðini og visiónin orðast, út frá hesum kann eitt yvirlit gerast yvir, hvørji starvsfólk brúk er fyri. Og nústaðni tá kunnu vit leggja menningarætlanir, skeiðir og annað til rættis, sigur Jóhanna Andreasen.
Elin Wang lýsir tað við eini mynd.
– Ikki at hava eina yvirskipaða ætlan er sum at skjóta eina rúgvu av pílum avstað og so aftaná fara og seta málskivuna upp. Á heilsuøkinum er peningur settur av til skeið, men spurningurin er, um hann verður brúktur nóg effektivt.
Jóhanna heldur, at sjúkrahúsverkið manglar skipað viðurskifti á hesum økinum.
- Tað er ongin yvirskipað ætlan. Fólk fara á hissini skeið her og der. Men ongin felags visión er, ongin orðað ætlan, ongin sum stingur út í kortið og sigur, hygg, hetta hava vit brúk fyri, og hetta kanst tú brúkast til.
Tað er tí sera jaligt, at ein HR deild er partur av nýggja sjúkrahúsálitinum, halda tær báðar.
Tá fólk støðast
Fólk eru ymisk, og tað er eisini ymiskt, hvat fær eitt starvsfólk at trívast. Men nakrir felags faktorar eru. Kanningar vísa, at starvsfólk, sum trívast, kenna, at tey hava ávirkan á stovnin, tey fáa feedback og viðurkenning, og leiðslan er opin og álitisvekjandi.
- Bispebjerg Hospital hevur kannað, hvat starvsfólkini meta hevur størst týdning fyri trivnaðin. Niðurstøðan var: fakligar avbjóðingar, gott kollegialt umhvørvi, nýmótans leiðsla og persónlig ávirkan. Lønin var, sigur Jóhanna Andreasen, so løgið tað ljóðar, ikki á listanum.
Fólk søkja ikki bara eftir pengum í dag. Fólk søkja avbjóðingar, spenning og sjálvrealisering. Og tí eigur sjúkrahúsverkið ikki at vera bangið fyri at taka kappingina upp við til dømis privatar fyritøkur. Arbeiðsøkið er so vitanartungt, og menningin so stór á økinum, at heilsuverkið burdi verið tað mest attraktiva arbeiðsplássið í Føroyum.
Má ikki drukna
Ein HR menning á heilsuøkjunum er alneyðug, heldur Jóhanna Andreasen. Men tað er týdningarmikið, at hetta verður gjørt á rættan hátt.
- Sjúkrahúsverkið hevur verið gjøgnum nógvar sparirundir og umleggingar. Og tá leiðslurnar ongantíð vita, hvussu fíggjarkarmurin sær út næsta ár, er tað kanska ikki so løgið, at tey ikki tora at hugsa stórar tankar innan starvsfólkamenning. Men nýggja starvsfólkadeildin má fáa rúm at arbeiða.
Eik hevur næstan 300 starvsfólk og tveir HR mennarar. Sjúkrahúsverkið hevur umleið 800 starvsfólk, og sjúkrahúsálitið mælir til, at nýggja starvsfólkadeildin fær 2-3 fólk. Sambært HR-mennaranum hjá Eik hevur tað týdning, at minst tvey fólk setast til starvsfólkamenning burturav.
- Um deildin skal taka sær av øllum starvsfólkaøkinum, má ansast ótrúliga væl eftir, at starvsfólkamenningin ikki druknar í umsiting.
Mobil starvsfólk
Sjúkrahúsálitið viðurkennir, at starvsfólk í dag eru mobil, og at skipanin tí má tryggja, at vitanin hjá starvsfólkunum verður spjadd út. Eisini leggur álitið dent á, at ein týðandi partur av starvsfólkamenningini er at sleppa undan fysiskari og psykiskari niðurslíting av starvsfólkum, so fólk ikki ríma.
Jóhanna Andreasen og Elin Wang eru sjálvar dømi um mobil starvsfólk. Heilsuverkið kappast ikki bara við útlendsk sjúkrahús um arbeiðsmegina, men eisini við privatu vinnuna. Og við ongum arbeiðsloysi í landinum, er kappingin um tey góðu fólkini hørð. Í Eik eru tildømis umleið sjey starvsfólk, sum upprunaliga arbeiddu á almanna- og heilsuøkinum.
Tað er ikki bara í Føroyum, at heilsuverkið hevur starvsfólkatrupulleikar. Elin Wang nevnir sum dømi eitt danskt sjúkrahús, har hon arbeiddi.
– Tá eg hevði verið har í eitt ár, var eg millum tey, sum høvdu verið har longst. Tað manglaðu 15 sjúkrarøktarfrøðingar, og skiftandi vikarar tóku sær av hesum uppgávum. Eingin trivnaður var, og ringt var at varðveita serkunnleikan á deildini.
Menning og branding
HR menning umfatar millum annað skeiðvirksemi, undirvísng, coaching, at gera karrieruplanir fyri hvørt einstakt starvsfólk, at finna røttu starvsfólkini, at gera profilar av starvsfólkunum, at gera nøgdsemiskanningar o.s.fr.
Human Resource menning setur soleiðis starvfólkatrivnað í hásæti. Og tá leiðslan setir fólk at taka sær av starvsfólkamenning burturav, sendir hon eitt týdningarmikið signal, sigur Jóhanna Andreasen. Starvsfólkini merkja, at leiðslan virðismetir tey, og ynskir at menna og brúka tey á besta hátt. Hetta skapar innanhýsis trivnað og brandar eisini fyritøkuna ella stovnin jaliga úteftir.
Og skal føroyska heilsuverkið útvega og varðveita tey góðu fólkini í framtíðini, er tað, sambært føroysku HR mennarunum, sum Sosialurin hevur tosað við, neyðugt at bøta um bæði trivnað og umdømi.
FAKTA
Tilmæli 16 í Sjúkrahúsálitinum
Felags starvsfólkafyrisiting fyri sjúkrahúsverkið verður sett á stovn, sum, umframt at umsita lønar- og sáttmálaviðurskifti hjá starvsfólkunum, eisini skal arbeiða við at seta skipanir og mannagongdir í verk. Hetta fyri at útvega, gagnnýta, menna og varðveita røttu starvsfólkini í samsvari við tey mál, ið sett eru fyri sjúkrahúsið ella sjúkrahúsverkið í síni heild. Hesin parturin verður eisini nevndur ‘Human Ressource Management’










