Føroyingar í Hanstholm skornir í andlitið

Farna mikudag vórðu tveir føroyingar fyri sera ógvusligum harðskapi í Hanstholm. Menninir vórðu skornir í andlitið og bukaðir upplýsir danska løgreglan, sum hevur handtikið og varðhaldsfongslað ein 32 ára gamlan mann

Mikudagin í farnu viku var ein ógvusligur tilburður í einum raðhúsum í Bygmarken í Hanstholm. So ógvusligt var tað, at fleiri grannar ringdu til løgregluna og boðaðu frá, at tað yvirhøvur ikki ruggaði rætt í einum húsi, har er føroyingur í fimmtiárunum búði.

Tað var um nátturðatíð – klokkan hálvgum sjey – at løgregla og sjúkrabilar komu á staðið. Har funnu tey tveir mans, sum vóru bukaðir og skornir í andlitið. Lokala avísin Thisted Dagblad skrivaði, at “begge havde voldsomme snitsår i ansigterne”, og løgreglan í Thisted váttar fyri Sosialinum, at so er.

– Talan er um rættiliga grovan harðskap, har tveir føroyingar eru skornir í andlitið. Helst er tað við eini fløsku, men tað vita vit ikki við vissu enn. Somuleiðis hava teir fingið skaðar aðrastaðni á kroppin, og eisini brotið riv av sløgum ella spørkum, upplýsir løgreglan í Thisted.


Mist sjónina

Teir báðir menninir vórðu beinanvegin fluttir á sjúkrahúsið í Thisted, og løgreglan har upplýsir fyri Sosialinum, at annar teirra síðani er fluttur til sjúkrahúsið í Århus. Tað vísir seg, at hesin hevur fingið so álvarligar skaðar av álopinum, at hann hevur mist sjónina í øðrum eyganum, men hesum fara tey at royna at bjarga á sjúkrahúsinum í Århus.


Varðhaldsfongslað 32 ára gamlan mann

Eftir tilburðin varð ein 32 ára gamal maður úr Hanstholm handtikin. Hesin var í raðhúsinum, tá løgreglan kom á staðið. Hósdagin varð hann grundlógaravhoyrdur í rættinum í Holstebro. Har játtaði hann, at hava verið á staðnum hetta kvøldið, men hann segði seg ikki minnast hvat var hent. Dómarin gjørdi av at varðhaldsfongslað mannin í fýra vikur.

Teir báðir føroyingarnir eru eisini avhoyrdir í málinum, og tað sama er ein fjórði maður, sum eisini varð álopin í raðhúsinum. Hesin er um sama aldur sum teir báðir føroyingarnir, og fekk eina fløsku í høvdið hetta kvøldið.


Gera tekniskar kanningar

Danska løgreglan dugir í verandi løtu ikki at siga, hví tað gekk sum tað gekk í einum raðhúsum í Bygmarken í Hanstholm mikukvøldið í farnu viku. Teir gera í løtuni tekniskar kanningar á bústaðnum, og leita somuleiðis eftir vápnunum, sum brúkt eru. Her hevur løgreglan ein sterkan illgruna um, at tað er ein knúst fløska, sum er brúkt at skera menninar í andlitið við. Hetta er tó ikki endaliga staðfest, hóast Thisted Dagblad skrivar, at “druk endte med grov vold og snit med flaske”.

Hósdagin í farnu viku endurgav Danmarks Radio í Norðurjyllandi vakthavandi hjá løgregluni í Thisted fyri at siga, at føroyingarnir eru 53 og 56 ára gamlir og búsitandi í Hanstholm. Hetta hava vit ikki fingið endaliga staðfest, men løgreglan í Thisted upplýsir, at teir báðir eru føddir í 1953 og 1949.

Sosialurin skilir, at í hvussu so er annar av føroyingunum áður hevur havt ávísar trupulleikar við rúsdrekka, men hetta vil løgreglan í Thisted hvørki vátta ella avsanna.