Svínakrím
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tilburðirnir av svínakrími halda áfram at breiða seg kring heimin.
Tíðliga í morgun komu boð av einum sjúkrahúsi í Tel Aviv í Ísrael, at ein tilburður varð staðfestur har. Eisini er ein tilburður nú staðfestur í Ný Sælandi. Sostatt er svínakrím nú staðfest í fimm av teimum sjey heimspørtunum.
Enn eru eingi deyðsføll av farsóttini uttanfyri Meksiko, men tilburðir eru higartil staðfestir í USA, Skotlandi, Spania, Ísrael og Nýsælandi, umframt at illgruni er um tilburðir í nógv fleiri londum.
Í USA eru 50 tilburðir staðfestir, seks í Kanada, tvey í Skotlandi, ein í Spania og ein í Moskva. Hetta fekk fyrr í dag heimsheilsustovnin WTO at hækka tilbúgvingarstigið til 4 á stiganum.
Nú eru tilburðir eisini staðfestir í Ísrael og Ný Sælandi.
Verður tikið í álvara
Myndugleikar kring heimin fylgja sera væl við gongdini. Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, gjørdi nógv burturúr svínakríminum á einum tíðindafundi í dag.
Hann mælti øllum dønum at taka tað við ró, og vissaði um at støðan er fullkomiliga undir tamarhaldi.
-Donsku myndugleikarnir hava sterkt eftirlit við hesi sakini, segði Lars Løkke Rasmussen á tíðindafundi í dag.
- Eg eri als ikki í iva um at danir stúra. Tað er tí er taki hetta upp. Spurningurin er so, um tað er heilsufaklig orsøk til at stúra tað stóra. Til tað vil eg siga, at soleiðis, sum mær er kunnugt, er metingin, at krímslagið, vit tosa um, er til at halda tamarhald á, sigur forsætisráðharrin.
Myndugleikar aðrastaðni í heiminum mæla ikki fólki frá at ferðast til londini, men biðja tey umhugsa ferðina og tilráðingin er ikki at fara, uttan at tað er neyðugt.
Koppingarevni á veg
Í løtuni er einki koppingarevni móti svínakrími, ið er eitt heilt nýtt slag av virus, ið er sameint av fleiri ymiskum virusgenum. Í danska Sunheldsstyrelsen vænta tey, at tað fara at ganga 2 til 3 mánaðir, áðrenn ein koppseting er klár. Til tá verða sjúk viðgjørd við Tamiflu.
- Við at gera aggressivar royndi vóna vit at byrgja fyri smittubreiðsluni í Danmark, soleiðis at vit kunnu halda eini farsótt burturfrá og náa at fáa koppsetingina klára, sigur næstformaðurin í Pandemibólkinum hjá Sunhedsstyrelsen, Else Smith, við tíðindastovuna Ritzau mánadagin.
Í gjár segði landsapotekarin, Heri Mørkøre, við Sosialin, at Føroyar hava ríkiligt av heilivági móti slíkum sóttum, eisini Tamiflu, ið verður nýtt móti svínakrími.