hava verið bæði í Tysklandi, Italia, Danmark, Eysturríki og nógvum øðrum londum í Europa.« Nú er tað tann bert 18 ára gamla Kate Barret ella Baby, ið førir orðið. »Millum annað vóru vit í jólasendingini [...] leygardag í februar. Men inni í fjálgu forhøllini á gistingarhúsinum sita nakrir heldur sjáldsamir gestir. Tað eru fimm ungar kvinnur úr Onglandi, ið nevna seg fýri Spice Power. Tær ferðast kring í Europa [...] alt hetta við Power Girls? Vit hava upptraðkað í 1 ár, men vit hava verið longri saman. Okkara fýrsta stóra uppgáva var ein sáttmáli á Mallorca, har vit vóru í heilar tríggjar mánaðar. Nakrar av okkum dansaðu
at stjórnin fær bæði í posa og í sekk. Fíggjarpolitikkurin skal skerpast Afturat øllum hesum kemur, at danskir búskaparfrøðingar hava talað at búskaparligu gongdini í Danmark í løtuni. ? Tað er bara Knud [...] ningarnar eisini hava spælt við í avgerðini um nær valið skuldi útskrivast. Tað er sjálvandi óvissa í veljarakanningum í Danmark eins og allar aðra staðni, men tað er í øllum førum greitt, at danski j [...] tosað nógv um bankamálið í Fólkatinginum í løtuni? ? Nei, tað verður ikki nevnt við einum orðið. Tað er pressan sum setir dagsordanin í kjakinum, og tá teir onki gera við málið í løtuni, so verður onki tosað
okkurt prát um tilfarið, sum kom úr Landsstýrinum í farnu viku. Tilfarið er serfrøðiligar niðurstøður til ymisk mál í sambandi við bankakanningina, men í hesum er einki samlað upplegg frá Landsstýrinum, [...] flokkarnar í tinginum, sigur Eilif Samuelsen. Allir partar møguleika at ávirka málið Landsstýrismaðurin sigur, at tingbólkurin higartil hevur fingið tilmælini frá serfrøðingarbólkinum. Hetta er liður í royndini [...] saktans við, sigur Eilif Samuelsen. Onnur stjórn - onnur støða Um ein onnur stjórn kemur til í Danmark, Hvussu er støðan hjá føroyingum tá? So hava vit eina nýggja støðu. Hertil kemur, at um vit tá
staturin, sum vit skulu venda okkum til, og sum eigur málið. Innihaldið í málinum er tað sama - óansæð hvør situr við valdið í Danmark. Vit standa eisini veikari sum samráðingarpartur, um vit ikki gera nakað [...] talsmaður fyri tingbólkin, sum skal samstarva við landsstýrinum í bankamálinum. Hann heldur, at danir fáa ta fatan, at føroyingar einki leggja í bankamálið, tá so long tíð gongur, áðrenn svarið kemur úr Føroyum [...] nakað nú, sigur Bjørn á Heygum, sum væntar sær útspæl frá løgmanni, partamanni sínum í Tinganesi, heilt skjótt.
síðan, so er hann í innihaldi tíðarleysur og sigur framvegis áskoðarum nakað í dag. Høvuðsleiklutin hevur Páll Danielsen, sjónleikari. Hann er yrkisleikari og starvast á leikhúsi í Danmark. Snorri F. Hilmarsson [...] Í løtuni verður síðsta hond løgd á venjingarnar til sjónleikin ? Dreymur Jóansøkunátt, eftir William Shakespeare, sum Gríma í seinastuni hevur arbeitt við í Norðurlandahúsinum. Tað er ivaleyst ikki sum [...] gjørt pallmyndina, og Árni Baldvinsson, kendur ljósmeistari í Íslandi, er komin til Føroya at skipa fyri ljóssetanini. Frumsýningin verður 7. mars í Norðurlan
Komi í hesum sambandi at hugsa um okkara løgreglufólk, sum einaferð í 80 árunum vóru í Sjónvarpinum og boðaðu frá, at nú vildu teir gerast føroyskir tænastumenn. Vit hoyra ikki eitt orð um hetta í dag, [...] Føroyar og Danmark hevur spælt falitt, álitið er fokið. Men tíanverri kunnu vit ikki nýta økta tjóðskaparrákið í Føroyum til nakað sum helst, tí øvundsjúka, maktgirnd og klandur hava góð gróðrarlíkindi í okkara [...] leiðararnar í Dimmalætting í seinastuni. Sum svar uppá tjóðskaparrákið ger Dimmalætting gjøldur burturúr, at Tjóðveldisflokkurin einki gott løgmansevni hevur. Dimmalætting skuldi heldur tikið í egnan barm
fíggjarligan áhuga í málinum. Annað, sum eisini setir Fíggingargrunnin í eina torføra støðu er, at Richard Mikkelsen, fyrrverandi formaður í grunninum, er fyri álvarsligum atfinningum í Grønborg-kanninginií [...] slíkt, tí hon hevur, síðani bankakanningin varð sett í verk, av sínum eintøkum tikið stig til ymisk mál. Danska stjórnin hevur í hyggu at seta seg í samband við Landsstýrið, og hevur eisini biðið kamaradvokatin [...] gin, eins og politiski meirlutin í Danmark er sinnaður at lata stjórnina átaka sær hetta málið. Umframt tað, so hevur danska stjórin og Landsstýrið beinleiðis áhuga í at krevja endurgjald frá Den Danske
stjórnin í gildi ymsar fyrimunir. Teirra millum kunnu nevnast frípláss til børnini í barnagørðum. Tað merkir sjálvandi ikki, at børnini sluppu ókeypis í barnagarð, men at kostnaðurin varð ásettur í samsvari [...] inntøkuna hjá foreldrunum. Harafturat hevur arbeiðsloysisveitingin í Danmark verði lutfalsliga høg, í hvussu er fyri tey sum eru limir í arbeiðsloysiskassa. Men alt hetta gevur nú dønum trupulleikar. Missa [...] Tað hevur í Danmark verið tosað sera nógv um mobilitetin hjá arbeiðsmegini. Tað snýr seg um viljan at flyta seg úr einum landslutið til ein annan fyriat fáa arbeiði. Eisini her eru tiltøk sett í verk fyri
skift støðu. Finnbogi Arge sigur, at hann hevur broytt støðu í tjóðskaparviðurskiftunum og heldur, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eiga at verða endurskoðað, so talan veruliga kann vera um samstarv [...] Jacobsen sigur við Sosialin í dag, at hann ikki stillar uppaftur, men vísur tó ikki aftur, at hann kanska seinni aftur fer at fáast við politikk. Kristian Magnussen, sum er uttanlands í arbeiðsørindum, hevur
Konservativa Fólkaflokkinum í Danmark, Samlingspartiet í Finnlandi og Sjálvstýrisflokkinum í Íslandi. Í Norðurlandaráðnum eru fýra bólkar: Tann konservativi bólkurin, Miðbólkurin, Sosialdemokratiski bólkurin [...] undir, so støðið í frálæruni verður so høgt sum tilber. Konservativi bólkurin í Norðurlandaráðnum er umboðaður av Moderata Samlingspartiet í Svøríki, Føroyska Fólkaflokkinum, Høgraflokkinum í Noregi, Konservativa [...] og saman við tí, at allar familjur í norðanlondum nú kunnu velja frítt, og hetta má verða málið hjá øllum politikarum demokratisins. - Tí hevur konservativi bólkurin í Norðurlandaráðnum sett uppskot fram