Finnbogi Arge farin upp í Fólkaflokkin

Tingbólkur Fólkafloksins telur nú sjey fólk. Finnbogi Arge, sum í 1990 og 1994 varð valdur á ting fyri Sambandsflokkin, er nú farin upp í tingbólkin hjá Fólkaflokkinum - og stillar helst upp til komandi løgtingsval fyri Fólkaflokkin í Suðurstreymi

Tað var fyri hálvum triðja ári síðani, at Finnbogi Arge boðaði frá, at hann tók seg úr Sambandsflokkinum. Orsøkin var millum annað stór misnøgd við løgmann og formann Sambandsfloksins, Edmund Joensen.

Tá boðaði Finnbogi Arge frá, at hann ikki fór at stilla upp aftur til komandi løgtingsval. Men nú hevur hann skift støðu.

Finnbogi Arge sigur, at hann hevur broytt støðu í tjóðskaparviðurskiftunum og heldur, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eiga at verða endurskoðað, so talan veruliga kann vera um samstarv millum tjóðir á jøvnum føti, og sigur hann seg vera samband við Javnaðarflokkin á hesum øki.

Men Finnbogi Arge var ein borgarligur politikari, tá hann varð valdur á ting, og hann er borgarligur enn, sigur hann. Tí hevur hann valt Fólkaflokkin

Tveir aðrir »floksleysir« tingmenn eru. Óli Jacobsen og Kristian Magnussen, sum tó ikki situr á tingi, meðan hann er landsstýrismaður, hava sum er ongan flokk at stilla upp fyri, eftir at teir vóru koyrdir úr Verkamannafylkingini.

Óli Jacobsen sigur við Sosialin í dag, at hann ikki stillar uppaftur, men vísur tó ikki aftur, at hann kanska seinni aftur fer at fáast við politikk.

Kristian Magnussen, sum er uttanlands í arbeiðsørindum, hevur tó ikki gjørt greitt, um hann fer at stilla uppaftur, ella hvønn flokk, um so verður, skal stilla upp fyri.