Í løtuni verður síðsta hond løgd á venjingarnar til sjónleikin ? Dreymur Jóansøkunátt, eftir William Shakespeare, sum Gríma í seinastuni hevur arbeitt við í Norðurlandahúsinum.
Tað er ivaleyst ikki sum at siga tað, at fara á pall við slíkum stórum leiki, sum krevur nógv av leikararunum.
Til henda leikin hevur Eyðun Johannessen, leikstjóri, samlað nærum allir teir bestu leikararnar í Føroyum.
Sjónleikurin³Dreymur Jóansøkunátt³ er stórsligin leikur við nógvum krevjandi leiklutum, og er skemti- og kærleiksleikur burturav. Hóast leikurin er skrivaður fyri fleiri hundrað árum síðan, so er hann í innihaldi tíðarleysur og sigur framvegis áskoðarum nakað í dag.
Høvuðsleiklutin hevur Páll Danielsen, sjónleikari. Hann er yrkisleikari og starvast á leikhúsi í Danmark. Snorri F. Hilmarsson hevur gjørt pallmyndina, og Árni Baldvinsson, kendur ljósmeistari í Íslandi, er komin til Føroya at skipa fyri ljóssetanini.
Frumsýningin verður 7. mars í Norðurlan