søluframsýningina er faldari gjørdur, ið lýsir søguna aftan fyri møblavirksemið í India. Har verður sagt, at framleiðslan er eftirgerð at gomlum møblum frá opium-gulløldini. Johri, ið er ein indisk familjugrein [...] til aðrar møblahandlar. Men verður undirtøkan góð og eftirspurningurin stórur kann hugsast, at vit bíleggja heim aftur. Hetta er ikki bert fyri at gera ein skjótan handil, men fyri at gera nakað spennandi [...] Suðurindia. - Ein heilur landsbýur í India arbeiðir við hesum møblunum. Tey hava langar tradisjónir í at gera møblar. Alt sum verður gjørt burtur úr sesamviðinum er masivt. Brúni liturin er eitt sindur ymiskur
vaksandi tal av landaða fiskinum er toskur 5, og tað er undirmálsfiskur. -Vit hoyra tað alla staðni frá, at tað er smáur fiskur at síggja, og tað er eitt gott tekin. Hesin fiskurin er nóg stórur at koma inn í [...] størri sildastovurin er tess størri møguleiki er fyri, at hann tekur ta gomlu gongdina aftur. Hjalti í Jákupsstovu sigur, at vit vita ikki, hvat tað er sum ger, at sildin ferðast uppá ein máta nú og annan [...] veiðan er so mikið høg í dag, at hon krevur eina góða tilgongd. Tí eiga vit at fegnast um, at tað kemur til aftur. Haraftrat er so ótrúliga nógv av seiðamurti fram við landi. Uppá fyrispurning hvat ein kann
har til, at ein nevnd er sett til at kanna møguleikarnar fyri at gera ein barnagarð í bygdini, og um eini 2-3 ár rokni eg við, at vit kunnu taka hann í nýtslu, sigur Gunn Joensen. Í ár er ein miljón sett [...] grundøkið er fingið til vega. Kommunan ætlar at fáa í lag samstarv millum skúlan og barnagarðin. Í løtuni eru meiri enn 60 børn í dagrøktarskipanini í kommununi og ein lítil bíðilisti er. Stórur áhugi er í bygdini [...] vita sum er, at tað tekur sína tíð og at fíggjarorkan ikki er góð. Og mannfólkini í bygdaráðnum streingja líka nógv á sum kvinnurnar at fáa barnagarðin. Vit hava gott samstarv øll somul og tað er kanska
stuðul til at geva eitt katalog út í sambandi við framsýningina, og tað er fyrstu ferð vit royna tað. Í kataloginum vísa vit á, hvat er hent seinastu tíggju árini viðvíkjandi føroyskari myndlist. Malan Ma [...] tíggju árini, sigur Astri Luihn, forkvinna í Føroysk Myndlistafólk. Várframsýningin er ein sensurerað framsýning. Ein nevnd við trimum fólk velur út millum innsendu verkini. Í ár verða tað Zacharias Heinesen [...] Tita Winther, sum fáa ta uppgávuna. Sensurnevndin verður vald fyri trý ár, ein limur fer út um árið og ein kemur til. Í ár er Marius Poulsen farin úr og Tita Winther komin í. Listafólkini skulu senda í
umtóktur. Teir fingu sær ein steðg í november 1997, men byrjaðu so aftur 1998 og fylgdu undanvindinum upp. Fyri nýggjastu fløguna hava teir fingið gullplátu. Fyri at fáa hesa, skal ein selja 5000 eintøk. Fleiri [...] topplistunum og fleiri hava eisini verið nummar eitt í Íslandi. Gløggi lesarin skilir, at hesin bólkur er ikki ein og hvør, men teir eru sera fryntligir ungir menn at práta við, og teimum dámar væl í Føroyum. Teir [...] og sunnukvøldið í Pizza 67. Ætlanir og góð tíð Spurdir, um teir hava ætlanir viðvíkjandi altjóða marknaðinum, sum tað hevur ljóðað, siga teir, at hetta kanska er ætlanin, men at teir hava góða tíð. Enn
dystunum beint eftir henda fyrsta, so er Stjørnan í løtuni liðið, ið liggur næstovast í deildini. Venjari hjá Stjørnuni í ár er 24 ára gamli Svein Rógvi Nielsen. Hann er uppvaksin í Neistanum og gjørdist longu [...] Nýggjur spælistílur í Føroyum Nú er eitt hálvt ár farið, og hvussu er venjarin hjá Stjørnuni so nøgdur við gongdina higartil? ? Eg eri stak væl nøgdur. Úrslitini hava verið góð, og teir yngru spælararnir eru [...] og í roynd og veru spælir við eini 3-3 verju. Fyritreytirnar fyri hesum spælistílinum er fyrst og fremst ein góð verja og ikki minst, at spælararnir eru í góðari konditión. Eitt nú danska manslandsliðið
tær so best sjálvur? ? Tað er rock og blues. Og so eisini nakað av west coast tónleiki. Sjálvur dámar mær eisini væl afrikansku sangarinnuna Miriam Makeba. Hon er góð. Hvat heldur tú um tónleikalívið í [...] og tað er ofta torført. Seinastu árini hevur Ronnie so arbeitt hjá Simma í Havnini. Handilin liggur mitt í býnum. Og tað er onki at ivast í, hvat selur mest. ? Guitarar. Fólk keypa guitarar, tað er tað, [...] doyði. Hann var dani. Mamman er norsk. Og Ronnie? Ja, hann er føroyingur og kundi ikki hugsað sær at búð aðrastaðni enn her, tá tú spyrt. ? Mamma bleiv jú forlovað uppaftur. Tað er tann typiska søgan um postboðið
framd 1. Januar 1993. Hvat er komið burturúr hesum vælaverkum er torført at fáa eyga á. Hjálpartólaøkið er enn sera fløkt, og til at loysa høvuðsfløkjuna varð 1. Desember 1998 settur ein projektleiðari í 3 [...] økið. Hjálpartólavirksemið er fyrst og fremst ein spurningur um, hvat tænastustøði eitt samfelag avger at veita teim borgarum, ið bera brek. Hjá tí, ið ber brek, er tað ein spurningur um lívsvirði, sum [...] hjálpartólatænastan ikki er nóg góð. Og næst eftir brúkaran eru starvsfólkini á Hjálpartólamiðstøðini (HTM) tey, sum best merkja sviðan og mest eru hørm um, at støðan er sum hon er. Mong eru tey, ið hava
men tað er ikki altíð stuttligt. Ofta mugu tær standa í fleiri tímar og gera hálvmánar o.a., og tað er ikki so spennandi. Tað strævnasta tær báðar hava roynt er tá tær gjørdu 700 hálvmánar í ein dag. Tá [...] ljóðaði áhugavert, og tað er tað eisini, leggur hann aftrat. Henda starvslæran kemur sera væl við hjá Kjartani, tí hann hevur altíð droymt um at gerast bilsmiður, so hetta er ein góð byrjan. Anja Heinesen [...] Kommunuskúla, er í starvsvenjing á Hotel Hafnia, og skal verða har í tvær vikur. Vit spurdu hann, hvussu honum dámar at vera í starvsvenjing á einum gistingarhúsi. Tað er spennandi, men tað er eisini strævið
gera er sjálvandi tvætl. Tað snýr seg um, hvat er gott fyri teg og meg. Og her eiga kvinnur í størri mun at seta spurnartekin við, um tað nú er vist, at tað sum maðurin heldur er gott, nú eisini er nóg [...] veg við. - Kvinnurørslan í Føroyum í dag er ikki serliga sjónlig. Men at siga, at tað als ikki er brúk fyri kvinnurørsluni er burturvið, tí hóast nógv er vunnið er nógv eftir at arbeiða fyri. Tað fer altíð [...] liggja aftan fyri og hesir verða ikki altíð sagdir í orðum. - Men tá ið tað er sagt, er framvegis ein ávís skepsis rundan um tað, at ein kvinna tekur av einum stjórastarvi. Fólkahugsanin kann við hvørt tykjast