Teir koma av bygd í Íslandi. Sangarin skrivaði eitt lag, ið gjørdist nummar eitt á listunum og frá degi til dags gjørdust teir millum best umtóktu bólkar í Íslandi.
Land og Synir kallast bólkurin, sum í 1997 gjørdist væl umtóktur. Teir fingu sær ein steðg í november 1997, men byrjaðu so aftur 1998 og fylgdu undanvindinum upp. Fyri nýggjastu fløguna hava teir fingið gullplátu. Fyri at fáa hesa, skal ein selja 5000 eintøk. Fleiri av løgunum hava ligið á topplistunum og fleiri hava eisini verið nummar eitt í Íslandi.
Gløggi lesarin skilir, at hesin bólkur er ikki ein og hvør, men teir eru sera fryntligir ungir menn at práta við, og teimum dámar væl í Føroyum. Teir halda náttúruna minna sera nógv um ta íslendsku og føroyingar eru fyrikomandi, meta teir, eftir at hava hugnað sær á Café Natúr mikukvøldið. Í gjárkvøldið spældu teir í Kagganum og tað gera teir aftur í kvøld. Leygarkvøldið spæla teir í Havnar Klubba og sunnukvøldið í Pizza 67.
Ætlanir og góð tíð
Spurdir, um teir hava ætlanir viðvíkjandi altjóða marknaðinum, sum tað hevur ljóðað, siga teir, at hetta kanska er ætlanin, men at teir hava góða tíð.
Enn hava teir ikki ment tónleikin nóg mikið, meta teir. Tá skal støða eisini takast til, um syngjast skal á íslendskum ella enskum.
Enn gera teir tónleik til íslendingar á íslendskum og tað hava teir tað gott við. Hvat kemur seinni, vil tíðin vísa, siga hesir ungu menn, sum eru millum 20 og 25 ár. Tríggir teirra leiktu áður í kendum bólki, men vildu so royna okkurt annað. Funnu so saman við hinum báðum, harav annar er Hreimur, sangari og yngsti maður í bólkinum við sínum 20 árum.
- I am the baby in the band, sigur Hreimur skemtandi.
Stuttleikaferð
Ferðin til Føroya er meira at meta sum stuttleikaferð, ikki bert arbeiði, siga teir.
Teir ætla á ferðini at síggja eitt sindur av Føroyum, men hava ikki so góða tíð, sum teir kundu hugsað sær, tí longu mánadagin fara synirnir av landinum aftur. Tá hava teir spælt 4 kvøld og luttikið í sendingini, sum íslendsk tíðindafólk senda úr Føroyum til Íslands sunnudagin.
Fløga teirra verður væntandi at fáa í FC-búðini og kanska aðrastaðir eisini. Annars fæst hon, har teir spæla og hon er snøgg og talan er um íoyrafallandi pop - rock.










