Selja hondgjørdar møblar úr India

- Um vikuskiftið verður høvi hjá fólki at støkka inn á gólvið í hølum postverksins við Hoyvíksvegin í Havn at síggja og keypa indiskar hondgjørdar møblar úr sesamviði, ið eru innfluttir beinleiðis úr India.

Viktor eitur felagið, ið stendur fyri søluframsýningini hjá teimum báðum Gunnari Djurhuus og Bjørka Geyti í posthúsinum við Hoyvíksvegin í Havn, har Idé-Húsið fyrr helt til. Viktor stendur fyri Reykjavik og Tórshavn, - og tað er nevniliga úr Íslandi hugskotið er komið at hava søluframsýning við indiskum møblum. Gunnar Djurhuus og Bjørki Geyti hava gjøgnum íslendingin, Margretu Kjartansdóttir, fingið samband við indisku verksmiðjuna, ið framleiðir hesar møblarnar.

- Vit meta avgjørt, at tað er tørvur á slíkum innbúgvi í Føroyum. Útboðið er ikki so stórt sum vit kunnu hugsa okkum. Rákið hevur seinastu árini verið ljósari innbúgv og vit meina, at fólk vilja hava myrkar møblar nú. Kundarnir hava tikið væl ímóti, vit hava fingið nógvar fyrispurningar og tað eru serliga teir dýraru møblarnir, sum hava gingið væl, sigur Gunnar Djurhuus.

Ætlanin við søluframsýningini er ikki at hava opið sum vanligir handlar.

- Upprunaliga meiningin við hesum er at selja út beinanvegin, tí skal søluframsýningin ikki fatast sum eitt alternativ til aðrar møblahandlar. Men verður undirtøkan góð og eftirspurningurin stórur kann hugsast, at vit bíleggja heim aftur. Hetta er ikki bert fyri at gera ein skjótan handil, men fyri at gera nakað spennandi og alternativt, tí vit hava báðir stóran áhuga í møblum, sigur Gunnar Djurhuus.

Nú fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin kunnu fólk støkka inn á gólvið á Hálsi. Úrvalið er stórt, eini 70 ymiskir møblar, stórir og smáir, men ikki nógvir av hvørjum og talan er serliga um stovumøblar.


Langar tradisjónir

Sesamviðurin, ið verður brúktur til møblarnar, verður dyrkaður í Suðurindia.

- Ein heilur landsbýur í India arbeiðir við hesum møblunum. Tey hava langar tradisjónir í at gera møblar. Alt sum verður gjørt burtur úr sesamviðinum er masivt. Brúni liturin er eitt sindur ymiskur og flestu møblarnir eru tí beisaðir og viðgjørdir við voks fyri at fáa ein javnan lit, sigur Bjørki Geyti.

Indisku møblarnir eru ikki í dýrara endanum og tað kemst av, at teir eru innfluttir beinleiðis úr India. Tá ið vit siga India hugsa nógv kanska um barnaarbeiði, tað at smærri og størri børn í staðin fyri at ganga í skúla sita og arbeiða allan dagin fyri lítla og onga løn.

- Hetta hava vit eisini havt í huga, men íslendska kvinnan, sum vit samstarva við, hevur kannað hetta á staðnum og sagt okkum, at tað eru ikki børn, ið gera hesar møblarnar, sigur Bjørki Geyti.

Í sambandi við søluframsýningina er faldari gjørdur, ið lýsir søguna aftan fyri møblavirksemið í India. Har verður sagt, at framleiðslan er eftirgerð at gomlum møblum frá opium-gulløldini. Johri, ið er ein indisk familjugrein, fór í holt við hesa framleiðsluna og í 1978 arbeiddu 11 fólk við at gera møblar til at senda til Amerika. Upprunaliga vóru møblarnir útskornir, men so líðandi ásannaði Johri, at europearar vildu hava lutirnar einfaldari enn indiabúgvar og tí eru lutirnir eitt sindur broyttir gjøgnum tíðirnar. Í dag arbeiða 1500 fólk við at smíða hesar møblar og teir verða seldir kring allan heimin. Ongar maskinur eru í framleiðsluni, so hvør lutur er gjørdur í hond. Tað merkir eisini, at eingir lutir eru líkir.