verið so væl upplagdur, sum hann er nú. Hann legði upp til fleiri av málunum hjá B68. Merkisvert er tað, at Øssur í B68 hevur sera framrættaðan leiklut. Á landsliðnum er hann vongverji við nógvum verjuskyldum [...] føroysku spælarunum, hevur sett sínum monnum stevnu hósdagin. Ætlanin er at venja hóskvøldið, fríggjadagin og aftur leygardagin. Meiri enn helmingurin av føroysku landsliðsspælarunum eru uttanfyri landoddarnar [...] liðnum, sum var vónbrot móti B71. Troystin hjá landsliðsvenjaranum er, at liðformaðurin hjá landsliðsvenjaranum spælir altíð væl, tá hann er á landsliðnum.
framvegis við í kappingini um at koma út í Europa aftur næsta ár, sum er okkara mál fyri árið. Kanska næsta ár… Júst hetta við europeiskum fótbólti komandi kappingarár er ein gularót hjá fleiri av liðunum [...] rætt í, at tað sær meira enn bara trupult út, um B36 skal sleppa upp í part millum fýra tey fremstu. Á sætta plássi er B36 sjey stig frá at enda millum fýra tey fremstu, og hartil er kappingin beinhørð millum [...] gjár tóktist Jákup á Borg ikki hava tær stóru vónirnar um, at tað verður nøkur ferð út í Europa komandi ár. – Hetta kundi farið báðar vegir, men hetta var ein av teimum dystunum, har vit skuldu vísa, at
saman og finna eina semju. Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, vísir á, at hetta er annar dagurin, verkfallið er og tí heldur hon, at tað er alt ov tíðliga hjá politiska myndugleikunum at leggja upp í. Men skuldu [...] politiski myndugleikin má leggja upp í. Men sum støðan er nú, er tíðin ikki búgvin til eina politiska uppílegging, heldur hon. Hon sigur, at verður eitt mál um at skerja verkfallið, lagt fyri Løgtingið, fer Framsókn [...] landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, sigur, at eitt, sum verður rættiliga avgerandi í hesum føri, er, um Løgtingið samtykkir at víkja frá øllum tíðarfreistum, so at málið kann avgerðast alt fyri eitt. Skal
brotsteigin hjá HB. Bólturin ferðast aftur og fram millum vinir og fíggindar, og einaferð er hann um at fara um málstrikuna, men verjuleikari hjá HB fær tó sparkað bóltin, men rakar beint í innskifta Jørgen [...] Mørk í 63. minutti gjørdist leysur við Kristin í HB-málinum, men enn einaferð bjargaði unglingamálverjin frágera væl. Stutt eftir hetta hevði Eyðun Samuelsen hjá HB tveir góðar møguleikar, men tað var [...] vístu leygardagin, verður tað ikki torført at skora ímóti teimum. HB hinvegin skal taka annað skinn um bak, um teir ætla sær at verða verandi í toppinum.
í Gundadali 2-2. -Vit eru fegnir um, at tað síðsta sunnudag eydnaðist at vinna 3-1 í Sørvági. Vit høvdu yvirvág alla tíðina. Hóast málini ikki vórðu skorað fyrr enn eftir steðgin, so vístu okkara spælara [...] nú ræður um at vinna okkum longri fram á talvuna, sigur B36 venjarin Jákup á Borg. Tríggir B36 spælarar, sum leingi hava verið roknaðir at vera lyklaspælarar, eru framvegis skaddir. Talan er um Jónas þór [...] eru so mikið darvaðir av skaðum, at tað ikki er víst, at teir vera førir fyri at spæla ídag. Benjamin Heinesen er tøkur aftur eftir leikbann. Í EB/Streymi er tað sjáldsamt, at tríggir spælarar hava brotið
meira avgjørdur um, at tey skuldu fylgja mær, hevur virkuliga plágað meg, segði útróðrarmaðurin við dagbladet.no. Nú bendir alt á, at Finn Bertram Evensen sjálvur er sjólátin. Báturin er sleipaður til lands [...] Dúgliga hevur verið leitað eftir manninum, men hóast báturin er funnin ? og eisini ein yvirlivilsisdrakt, bendir alt á, at Finn Bertram Evensen er druknaður. Finn, sum var 54 ára gamal og búði í Straumsjøen [...] tók lívið av fleiri enn 284.000 fólkum, var útróðrarmaðurin longu fyrstu ferð í báti sínum aftur. Í samrøðu, sum dagbladet no. hevði við Finn umborð á Skarbak, haðani henda myndin er, segði hann, at tað
meting er tann, ið eigur at úttala seg um arbeiðið hjá nevndini. Vit royndu áðrenn blaðið fór til prentingar at fáa orð á nevndarformannin, Hans Andrias Dam Joensen, men tað eydnaðist okkum ikki. Um høli [...] Útbúgvingin er øðrvísi enn aðrar undirvísingar í landinum, og tað dregur helst eitt sindur, heldur hann. At Fiskivinnuskúlin ikki slapp at keypa høllina Inni á Fjørð í Vestmanna, sum talan hevur verið um, hjálpir [...] Skúlabygging At hava tríggjar skúlaflokkar í trimum ymiskum húsum er ikki annað enn ein lappaloysn, sum ger tilveruna á skúlanum ótrygga, sigur skúlatjórin á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Hesar eru
tungu sveisarunum í verjuni, og tað var um reppið, at tað eydnaðist at halda tapið niðri á fimm málum, tá avtornaði. Hóast talan gjørdist um tap, var talan ikki um nakað beinleiðis vónbrot, sum so. Havast [...] at bróta ígjøgnum. Í báðum førum eydnaðist tó føroyska liðnum partvíst at finna ráð fyri, hvussu sleppast skuldi uttan um trupulleikarnar, men orkan var ikki til meira enn tað, sum úrslitið at enda segði [...] skjótálopsrevsarin hjá sveisarunum, Manuel Liniger, skoraði til 7-6 lítið meira enn 10 sekund eftir útjavningina! Kortini tók hetta ikki pippið púrasta frá føroysku spælarunum, sum veruliga stríddust fyri sakini
Arabo, stjóri í Samtaki. Um FRAMTAK: FRAMTAK er ein sjálvstøðugur vinnurekandi grunnur, sum ger íløgur í bæði nýggjar fyritøkur og eldri fyritøkur, sum ganga nýggjar leiðir, víðka um ella umskipa virksemið [...] Tíðindaskriv: Hetta er væl oman fyri tey 10% í eginpeningsavkasti, ið nevndin hevur sett sær fyri. Til samanberingar var vinningurin hjá FRAMTAK í 2023 14,1 mió kr., sum svaraði til eitt miðaleginpeningsavkast [...] kr. Framtak leggur seg eftir at gera íløgur á hvørjum ári fyri í minsta lagi 10 milliónir. Hetta eydnaðist í 2024. Áhugin hjá føroyskum fyritøkum fyri partapeningi og lán frá Framtak tykist vaksandi.
25 miljónir krónum í lønum um árið. Góðar vónir - Eg vóni, at hetta fer at ganga, og tað vænta hinir parteigararnir sjálvsagt eisini, sigur nevndarformaður, sum er fegin um tann góða vilja, sum lánveitari [...] smærri eigarar og fiskasølur. 2,5 miljónir krónur av stuttfreistaðu skuldini er lagt um til ábyrgdarpening, og langfreistaða skuldin er niðurskrivað úr stívliga 18 miljónum krónum niður í 9 miljónir krónur. [...] Fiskivinna Fyrr í ár eydnaðist Sandoy Seafood at fáa í lag avtalu við lánveitarar um eina loysn, soleiðis at felagið kundi koma burtur úr fíggjarligu kreppuni, eftir at raksturin hevur givið hall seinastu