Seinastu nógvu ferðirnar hevur tað ikki koppað EB/Streymi til fyrimunar.
Í dag fara Heðin Askham og hansara menn í Gundadal at spæla ímóti B36.
Fyrr í hesum kappingarárinum hava úrslitini hjá EB/Streymi verið góð ímóti B36. Í fyrsta umfari vann EB/Streymur 3-2 í Hólmanum á Eiði ímóti B36, og 10. august var úrslitið í innanhýsis uppgerðini í Gundadali 2-2.
-Vit eru fegnir um, at tað síðsta sunnudag eydnaðist at vinna 3-1 í Sørvági. Vit høvdu yvirvág alla tíðina. Hóast málini ikki vórðu skorað fyrr enn eftir steðgin, so vístu okkara spælara alla tíðina, at teir eru væl fyri og fokuseraðir, og at teir vita, at nú ræður um at vinna okkum longri fram á talvuna, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.
Tríggir B36 spælarar, sum leingi hava verið roknaðir at vera lyklaspælarar, eru framvegis skaddir. Talan er um Jónas þór Næs, Lukasz Cieslewicz og Róald Jakobsen.
Robert Heðin Brockie og Hannes Agnarsson eru so mikið darvaðir av skaðum, at tað ikki er víst, at teir vera førir fyri at spæla ídag.
Benjamin Heinesen er tøkur aftur eftir leikbann.
Í EB/Streymi er tað sjáldsamt, at tríggir spælarar hava brotið fótin. Teir tríggir, sum ganga gipsaðir og tí ikki eru tøkir fyri at spæla, eru Leif Niclasen, Rói H. Olsen og Fríði Kruse Johansen.
Pætur J. Petersen, sum hevur verið størsta álopsessið hjá EB/Streymi í ár, er skaddur í fótliðnum og ikki tøkur fyri at spæla. Ragnar B. Danielsen er leikbannaður.
-Vit eru meint raktir, men vit vita, at setningurin er at vinna okkum longri burtur frá niðurflytingarvandanum. Spælararnir vísa góðan hugburð undir venjing og í dystum, og vit rokna við og vóna, at tað fer at gleppa, sigur EB/Streyma miðverjin Andras Olsen.
EB/Streymur hevur ikki vunnið síðani 17. juni ella í meiri enn tríggjar mánaðir, tá ið tað endaði við 2-1 heimasigri ímóti 07 Vestur.