Norski útróðrarmaðurin, Finn Bertram Evensen, er helst sjólátin eftir, at 33 fót stóri útróðrarbátur hansara Skarbak varð ásigldur av 140 metra langa norska kemikaliuskipinum Doris í gjárkvøldið Dúgliga hevur verið leitað eftir manninum, men hóast báturin er funnin ? og eisini ein yvirlivilsisdrakt, bendir alt á, at Finn Bertram Evensen er druknaður.
Finn, sum var 54 ára gamal og búði í Straumsjøen í Vesterålen, var annars ein av teimum, sum yvirlivdi stóru flóðalduna á frítíðarplássinum Patong í Thailandi í 2004.
Miðskeiðis í februar og bert tveir mánaðir eftir herviligu flóðalduna, sum tók lívið av fleiri enn 284.000 fólkum, var útróðrarmaðurin longu fyrstu ferð í báti sínum aftur.
Í samrøðu, sum dagbladet no. hevði við Finn umborð á Skarbak, haðani henda myndin er, segði hann, at tað var umborð á báti sínum, at hann hevði funnið besta friðin eftir ræðuleikarnar, hann upplivdi í Thailandi.
- Eg fann ikki friðin, fyrr enn eg var umborð aftur á báti mínum, segði hann.
Undir veldugu flóðalduni royndi norðmaðurin at bjarga fólki, ið vóru á leiðini, har hann var staddur. Meðan hann stríddi seg niðaneftir strondini í øgiligu rúgvuni av sjógvi, kom hann fram við einari enskt talandi kvinnu, sum var púrasta útmødd. Hann bar ein lítlan son, men megnaði ikki at halda honum úr vatnskorpuni. Tað eydnaðist Finni at bjarga teimum báðum aftur um ein betongmúr. Meðan tey stóðu aftanfyri múrin, kom hjúnarfelagi hennara rekandi fram við.
- Hann megnaði at koma higar, har vit vóru stødd. Tey avgjørdu at royna at sleppa tvørtur um nógva streymin av sjógvi. Eg segði, at tey vóru noydd at fylgja mær, tí eg var kendur í økinum. Men tað gjørdu tey ikki. Eg sá, at tey vórðu knúst í øllum meldrinum. At eg ikki var meira avgjørdur um, at tey skuldu fylgja mær, hevur virkuliga plágað meg, segði útróðrarmaðurin við dagbladet.no.
Nú bendir alt á, at Finn Bertram Evensen sjálvur er sjólátin.
Báturin er sleipaður til lands og er tikin upp, eins ymiskt annað, sum lá og rakst á leiðini, har hann varð ásigldur.