in í dag. Hann verður norðan í ættini og hon sigur, at sum tað sær út, verður tað norðari partur av landinum, sum verður harðast rakt, men eisini vestan fyri verður nógvur vindur. Tey, sum búgva í inni [...] rættiligum illveðri í dag og tað órógvar bæði samferðsluna, og annað nú seinnapartin. Strandferðslan hevur avlýst at kalla alla sigling og koyring, og onkustaðni verða børnini send heim úr skúla nú á miðdegi [...] inni í landinum, sleppa helst eitt sindur lættari og tað sær heldur ikki út til, at Suðuroyggin verður líka hart rakt, sum norðari partur í landinum. Turið Laksá sigur, at tað verður nú, tá ið kokkan fer
unga gott í beinið, segði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum. Eisini fegnaðist hon um at umstøðurnar hjá rørslutarnaðum vóru tiknar við í út- og umbyggingina, og eru har í dag fyrst [...] Landsstýriskvinnan í Mentamálum gav sær í røðu síni stundir til at framhevja framskygnið hjá Sunda Kommunu innan tøkniligu menningina. - Sunda Kommuna hevur veruliga gingið undan innan tøkniligu menningina [...] vitanin liggur í teimum hørðu greinunum so sum støddfrøði, alisfrøði og málsligu greinunum, meðan tey bleytu virðini eru lykilin til vísdómin. - Vitan er silvur, meðan vísdómur er gull, og tit í Sundalagnum
na í undirvísingini, og meiri fáa tey burturúr, sigur Rannvá Káradóttir, samskipari í Listaleypinum. Á tíggjunda ári hava næmingar í fólkaskúlanum høvi at fáa dygdargóðar, listaligar upplivingar í skúlanum [...] krevur, at lærarin hevur sett seg inn í, hvat verkætlanin snýr seg um, og at hann er til staðar, meðan vitjanin fer fram, sigur Rannvá Káradóttir. Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2018 og um Listaleypin [...] og Kommunufelagið eru saman um. Listaleypurin er mentur øll árini, síðan hann varð settur á stovn í 2008, og hann heldur á at mennast, skrivar Skúlablaðið. Summir skúlar leggja nógv fyri og fyrireika
skal ráðgeva løgtinginum og landsstýrinum í málum, sum hava við ungdómin at gera. Tað heldur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin. Hann vísir á, at longu í 2005 samtykti løgtingið at landsstýrið [...] føroyski ungdómurin kann fáa økta ávirkan í samfelagnum, Ein partur av hesum skuldi vera at kanna um føroyskur ungdómur skal hava rætt til at verða umboðaður í almennum nevndum, ráðum og stýrum. Men hóast [...] skipað, í felag valt limir til Føroya Politiska Ungdómsráð, heldur Bill Justinussen. Hann heldur eisini, at eitt slík skipan hevði ment áhugan fyri politiskum viðurskiftum og styrkt tey ungu í royndunum
verður tikin í álvara -har búskapurin er rimmarfastur, og blokkstuðulin bara minkar í virði -har heilsiverkið er munandi styrkt, og metnógvir læknar settir í starv O.s.fr. Vit eru sum samfelag í rembingartíð [...] fyri hinar sjálvbjargnu og tíðarhóskandi Føroyar. Kemur tú ikki við inn í framtíðina? Ella vilt tú heldur býta negl og kanska seta í bakkgear, sum andstøðuflokkarnir ætla? Kom við, kom! [...] og føroyingum politiskt, persónlig og sosialt frælsi. Eg fari at heita á teg veljara, um at koma upp í tað liðið, sum vil ganga frameftir, og ikki aftureftir. Vit eru á góðari leið við nógvari ferð. Kom
Oddvá í Havn, Jógvan Salemon í Syðrugøtu og Helgi í London. Oddvá fór á læraraskúla í 1966, og har gekk hon í flokki eitt nú saman við Niels Nattestad, sum hon giftist við. Í fyrstu atløgu las Oddvá í tvey [...] mamma tvær ferðir og vikarur í Adventistaskúlanum í tvey ár. Í 1976 leyk hon læraraprógv, og hon hevur verið lærari í Eysturskúlanum 1976-81, í Hoyvíkar skúla 1989-2000 og í Kaldbak 2006-2007. Tá ið hon [...] við í fleiri leikum í sjónleikarahúsinum, nevndarlimur og formaður í Havnar Sjónleikarafelag og nevndarlimur í Meginfelag Áhugaleikara Føroya MÁF. Harafturat hevur hon eitt nú verið nevndarlimur í Nordisk
vegna IAKM Føroyar Ein stór norðurlendsk ráðstevna um Karlstadmodellið byrjar ímorgin í høllini á Læraraskúlanum í Havn. Ráðstevnan, ið fer fram tann 5. og 6. apríl, hevur heitið “Rætturin hjá øllum til [...] atgongumerki til felagsskapin og at vera uppi í samfelagnum,” leggur hon afturat. “Við málinum sum amboð ber eisini til at fyribyrgja at onnur taka teg av ræði. Og í einum demokratiskum samfelag verður margfeldni [...] dellið hevur verið í støðugari menning síðan seinast 1970unum, undir leiðslu av Irene Johansson, professara, sum sjálv verður ein av fyrilestrahaldarunum á ráðstevnuni. Hon hevur í sínari gransking havt
og í hesum sambandi kann ábyrgdin so eisini bendast til teir myndugleikar, ið hava politisku ábyrgdina av hesum. Tað kann skjótt sláast fast, at alt ov lítið verður gjørt frá myndugleikanna síðu í hesum [...] meira sjónligur og fastur táttur í øllum skúlum. Stuðulin til ítróttina eigur at verða nógv øktur, samstundis sum ÍSF eigur at leggja seg eftir at bøta um fólkaheilsuna. Í hesum sambandi eigur at vera mint [...] Tað er tí í tøkum tíma, at rópt verður eitt varskóð, so gongdin kann vendast, meðan enn er vendandi. Spurningurin er so hvør, ið hevur ábyrgdina av, at nakað verður gjørt til tess at venda gongdini. Tað
ungfólkini heim, sigur Hans Peter Hansen, sum er leiðari av einum ungdómsstovni í Ballerup í Danmark. Hann hevur sent fleiri ungfólk í viðger á Ringgården, sum millum annað hjálpir fólki, sum misnýta internetið [...] Fleiri og fleiri ungfólk brúka frítíðina á teldustovum og á internetinum, og í Danmark hava fimm kommunur leita sær hjálp á viðgerðarheiminum Ringgården, sum viðger fólk, sum hava eina sjúkliga trongd [...] trongd til spøl. Hetta skrivar danska avísin Politiken, sum eisini veit at siga, at ungfólk í Danmark brúka so nógva tíð frammanfyri telduni, at dagligi tørvurin á mati, svøvni og sambandi við fólk verður uppflytur
eydnaðist at seta leikin upp í hølum, sum vóru egnaði til hann. Tí er pallurin í Varpinum umskapaður til ein heimsklassa pall í tveimum hæddum, sum eisini er ein rullipallur – 9 m í diametur. Ein fantastiskur [...] er klassi! Ein klassa leikur, framførdur undir bestu umstøðum í Varpinum. Góð týðing, frálíkt spæl við høgum tempo, forvirrilsi og skemti í hásæti. Takk fyri eitt ómetaligt upplivilsi! Vónandi verður tað [...] Tað er bretin, Michael Frayn, sum í 1982 hevur skrivað leikin. Leikurin verður sagdur at vera stuttligasti sjónleikur, sum nakrantíð er skrivaður. Henda leikin fekk Adelborg Linklett gott eyga til fyri