Hugtungur setist eg at skriva hesi minningarorð um mín góða vin og starvsbróðir Bjarna á Válinum.
Bjarni og tvillingsbróðurin Árni vóru bornir í heim á Válinum, Vestmanna, sum yngstir av 11 systkjum. Mamman Jóhanna, vanliga nevnd Hanna, var ættað av Fjørðinum, Vestmanna, og pápin var Christian Olsen, húsasmiður á Válinum og búðu tey alt sítt lív á Válinum.
Fyrstu ferð eg lærdi Bjarna at kenna var, minnist meg rætt, á dekkinum á onkrum enskum trolara, sum lá við bryggju í Vestmanna har vit sum smádreingir høvdu fingið loyvi frá manningini at taka fisk, sum sat fastur í trolinum. Ikki var tað óvanligt at trolaramenninir fóru í lastina eftir fiski at geva okkum, um ov lítið var at fáa í trolinum. Hetta var undir seinna krígnum, tá lógu ofta rættuliga nógvir trolarar, sum fiskaðu undir Føroyum á Vestmanna og krokaðu, tá líkindi ikki vóru til fiskarí.
Eg minnist, at vit vestmannabørn vóru ikki so lítið øvundsjúk inn á válabørn, sum bert gingu í skúla 2. hvørja viku. Á Válinum høvdu tey sonevnda »vandrelæraraskipan«, - lærarin var ávikavist í Leynum og á Válinum 2. hvørja viku.
Vit báðir vóru sum ungir dreingir í timburlæru í Vestmanna, men tó hjá hvør sínum lærumeistara.
Tá lærutíðin var liðug, manglaðu vit tó tað síðsta, at gera sveinastykkið, tað var ikki nakar skipaður tekniskur skúli í Vestmanna. Vit innskrivaðu okum báðir á Handverkaraháskúlan í Haslev á heystið 1955 og komu vit at búgva á kamari saman við einum skáladreingi, Ólavur Jacobsen, tað hálva árið, ið skúlin vardi. Vit báðir, Bjarni og eg, gjørdu sveinastykkið á vári 1956.
Sigast kann, at vit vóru 52 næmingar, sum gjørdu sveinastykkið samtíðis og var okkara sveinastykkið, hvør í sær tey, sum royndust best og fingu vit báðir bronsumedalju.
Eftir hetta fekk Bjarni arbeiði hjá einum timburmeistara í Schweiz, hóast hann ikki dugdi eitt orð av týskum, sum varð tosað har, og hevði hann bara týskttalandi starvsfelagar. Teir smíðaðu mest hjá bóndum í Alpunum.
Heimafturkomin úr Schweiz, tosaði hann væl týskt og kom hetta honum væl við, tá hann afturkomin fór á skúlan í Haslev at lesa til byggifrøðing, har týskt var eitt av fakunum. Eftir lidnan lesnað arbeiddi Bjarni í fleiri ár hjá einum arkitekti í Næstved. Sjálvur fór eg eisini at lesa til byggifrøðing á sama skúla og var liðugur á vári 1961 og fór í arbeiði hjá J. P. Gregoriussen. Palli fekk meir og meir at gera, so boð vóru send eftir Bjarna at koma til Føroyar at arbeiða hjá Palla.
Um tað mundi var eisini nógv byggiarbeiði í Føroyum so Bjarni og eg gjørdu av at stovna egið byggivirki, og tá mest var at gera, høvdu vit fleiri fólk í arbeiði og eisini tríggjar lærudreingir, m.a. bygdu vit fyrsta terminalin á Flogvøllinum í Vágum. Hetta arbeiði stóð Bjarni fyri, men sum altíð í Føroyum gongur tað skjótt uppeftir og niðureftir við øllum, so longu í 1967 var arbeiðið nógv minkað, og í 1968 gjørdu vit av at gevast við byggivirkseminum og fóru til Grønlands at arbeiða, har nógv var at gera. Har vóru vit í mong ár. Bjarni var fystur at fara heimaftur og fekk arbeiði í byggifirmanum Danberg & Sørensen, og hevði hann millum mangt annað byggileiðsluna av nýggju útvarpshúsunum og Føroya Handilsskúla við Marknagilsvegin og fleiri onnur størri og minni arbeiði.
Seinri, tá Danberg og Sørensen góvust, byrjaði Bjarni sum sjálvstøðugur timburmeistari og hevur havt nógvar húsasmiðir og lærlingar í arbeiði. Sjálvur bygdi hann sær stór hús á Argjum og búði hann har til hann í fjør heyst bleiv raktur av álvarsamari sjúku.
Bjarni var í øllum tí hann tókst við sera røkin og álítandi og øll tey mongu arbeiði hann hevur staðið fyri eru vælaverk.
Kom einaferð at ferðast til Danmarkar saman við einum ánara av D & S, har Bjarni hevði arbeitt í fleiri ár og kom tosið inn á Bjarna, og eg minnist hann segði, at Bjarni var sera dugnaligur leiðari og fór væl um m.a. við bert at keypa tað tilfar, sum neyðugt var til tað, ið byggjast skuldi. Ikki er óvanligt, at tað fara heilir lastbilar av yvirskotstilfari á Brennistøðina, men tá Handilsskúlin, sum er eitt stórt timburhús var liðugur, kundi avlopið av tilfari, brettistumpar og annað rúmast í eini trillubøru. Hetta sigur ikki so lítið um hansara nærlagdni og røkiskap.
14 dagar áðrenn Bjarni andaðist, lá eg á Landssjúkrahúsinum á stovuni við síðina av Bjarna, og sást tað týðiliga á honum, hvønn veg tað bar.
Tað er við stórari samkenslu við Bjarna'sa nærmastu eg skrivi hesi orð og fari við hesum at lýsa frið yvir minni um mín góða starvsbróðir og vinmann Bjarna á Válinum.
Petur Andreasen









