Sanna Dahl Niclasen

1915 - 2011

Sanna Dahl Niclasen varð fødd í Vági 3. juli 1915, hon doyði í Havn 28. februar 2011.
Til ber at siga, at tá ið Sanna var smágenta í Vági, var Vágsbygd í sínum vælmaktsdøgum. Har vóru nógvir reiðarar og handilsmenn, og sjálvt um tær kanska ikki gjørdu størstu skreytirnar har, so lógu nógvar sluppir á fjørðinum tá á døgum. Í Vági vóru tá mong valahús við vøkrum urtagørðum uttanum. Sanna var úr einum av hesum húsum, barnaheim hennara var á Krosslið, har hon vaks upp saman við systkjunum, Peturi, Johonnu, Eivindi og einari fostursystur, sum foreldrini Joen Jacob (1873-1946) og Elsebeth Helena (1884-1961) høvdu tikið til sín. Henda gentan var ein lítil, faðirleys skyldkona teirra úr Sumba, sum eitur Brynhild (fødd Stenberg), og hon er mamma mín.
14 ára gomul fór Sanna í 1929 til Havnar at ganga í skúla. Pápabeiggi hennara var prósturin, Jákup Dahl, sum tá búði í Sandágerði, og hagar gekk hon til latín og at spæla við systkinabørnini Petur, Marionnu, Sverra og Regin. Nevnast kann í hesum sambandi, at tveir av javnaldrum hennara úr skúlanum í Vági fóru um somu tíð beinleiðis til Danmarkar á skúla, hesir vóru Dánjal Nolsøe, ið seinni gjørdist landsrættardómari, og Óli Jacobsen, ið seinni gjørdist bókavørður á universitetsbókasavninum í Keypmannahavn. Báðir vóru teir ungir, tá ið teir fór úr Vági, og teir komu ongantíð aftur til Føroya at búgva.
Í 1931 fer Sanna víðari til Keypmannahavnar, har hon tekur nýmálsligt studentsprógv á einum privatum studentaskúla í 1934, og hetta sama árið fer hon undir at lesa til lækna. Tá í tíðini var ikki bara sjáldsamt, at føroyskar gentur tóku studentsprógv, men tað var uppaftur meiri sjáldsamt, at tær fóru at lesa til lækna, og Sanna man vera millum fyrstu føroysku kvinnurnar, sum hevur tikið prógv sum lækni. Og tað var einki løgið við tí, sjálvt um hon var konufólk. “Tað gjørdi tað sama, tað var í lagi,” hevur hon onkuntíð friðarliga svarað upp á tann spurningin.    
Sanna var liðug at lesa til lækna í 1941. Sum vit vita, vórðu nógvir føroyingar innibyrgdir í Danmark undir krígnum, men hon vildi gera alt fyri at sleppa heim sum skjótast. Hon byrjaði tó sína starvstíð sum lækni í Norðurjútlandi, men hugsaði alla tíðina nógv um at sleppa heim til Føroya at arbeiða, hetta var lættari sagt enn gjørt undir krígnum.
Tá ið Sanna fyllti 90, skrivaði Marianna Debes Dahl m.a. soleiðis um henda partin av lívssøgu hennara: “Einaferð hon er í brúdleypi á Sælandi, frættir hon um nakrar gýðingar, sum eisini ætla sær til rýmingar. Hon ger ikki vandari enn at fara saman við teimum yvir um Oyrasund til Svøríkis. Í Svøríki arbeiðir hon sum lækni, til hon einaferð sleppur við flogfari til Onglands. Seinni sleppur hon við troppaskipi úr Skotlandi heim til Føroya. Tað ljóðar so einfalt, men hetta var mitt undir seinna heimsbardaga, tá ið flogfør bumbaðu úr erva og kavbátar skutu úr neðra. Og mitt í hesum rokinum fer hetta lítla, unga konufólkið bara heimaftur á oyggjarnar at virka sum lækni,” (Dimmalætting 1. juli 2005). – Hetta er helst tann heilt stutta útgávan, og enn einaferð er sjón fyri søgn - vit hava við eitt óvanliga djarvt menniskja at gera.
Komin til Føroya arbeiddi Sanna fyrst í Klaksvík, men høvuðsstarv hennara gjørdist á Landssjúkrahúsinum, har hon starvaðist á røntgendeildini.
Sanna varð sett í starv sum 1. hjálparlækni á Dr. Alexandrines Hospital frá 1. apríl 1957, og høvuðsstarvið varð frá fyrsta degi at fáa skipað eina røntgendeild. Hon var við í øllum teimum mongu broytingunum, sum fóru fram á Landssjúkrahúsinum líka til hon fór úr sínum fasta starvi á heysti 1982.
Hóast nógv var um at vera bæði heima og til arbeiðis, fekk Sanna av og á eisini stundir til at skriva um tað, hon fekst við. Dømi um hetta síggja vit í greinum í Fróðskaparriti, har hon eitt nú hevur skrivað um illkynjaðar sjúkur í Føroyum, um røntgenarbeiðið í Føroyum og um søguna um nátasjúkuna.
Sanna var ein sjáldsom kona. Í eini tíð tá ið alt hetta var óvanligt, varð hon bæði studentur, lækni og kom heim mitt undir krígnum. Tú hoyrdi hana ongantíð reypa, og ongantíð hoyrdi tú hana ilskast inn á onnur. Sum ein starvsfelagi hennara segði um hana: tað vóru fáar kvinnur tá á døgum, sum bæði royktu sigar og lósu Informatión.
Slóðarin og konubrotið Sannu Dahl Niclasen var góð við okkum øll.
----------
Martin Næs