Verkfallið hevur avbyrgt Suðuroynna í meira enn 14 dagar, tá tað viðvíkur vanligum ferðafólkaflutningi. Hetta hevur m.a. 7. flokkur í Vági merkt, tí til tað síðsta hevur verið ivi um, hvørt tey sluppu á námsferðina, sum tey hava fyrireikað síðani tey gingu í 4. flokki.
Útvarp Føroya segði søguna um skúlaflokkin í Vági, tá ÚF vitjaði í Vági týsdagin í samband við løgtingsvalið. Eftir hetta fekk flokkurin nøkur tilboð um flutning um Suðuroyarfjørð, men tá var ætlan løgd um at fara við Roc Amadour, sum kom aftur úr Íslandi mikudagin.
Roc Amadour hevur verið og selt í Íslandi eftir góðan túr, men hevði ringt veður á heimleiðini, so hann var nakað seinkaður. Eisini bíðaðu teir nakað, áðrenn teir slupu úr Íslandi fyri ódnarveður.
Men mikudagin kom Roc Amadour á Vág og klokkan 20 mikukvøldið fóru næmingar og lærarar til Havnar við Roc Amadour. Har skal báturin gera nakrar umvælingar, áðrenn hann hóskvøldið aftur kemur á Vág, fyri síðani at fara beinleiðis aftur á fiskileið.
Missa dagar
Foreldur og onnur veitraðu farvæl á bryggjuni í Vági klokkan 20 mikukvøldið. Í Havn skuldi flokkurin gista á Skansanum, fyri síðani at fara um Vestmannasund við Silju seinnapartin hósdag.
Ætlandi skuldi flokkurin flúgva mikudagin, men fekk flogferðina útsetta til hóskvøld. Ferðin er longd við einum degi, men tó er tað so, at tey missa ein dag av námsferðini, orsakað av verkfallinum.
Í Vági hava røddir verið heldur ivasamar um, at undantak hevur verið givið at flyta aðrar bólkar um eittnú Vestmannasund við tí grundgeving, at ferðin hevur verið fyrireikað leingi. Neyvan øvundar nakar nøkrum nakað, men tað skerst ikki burtur, at ferðin hjá 7. flokki í Vági hevur verið fyrireikað í áravís, og hevði tað ikki verið fyri fiskiskipini, so var einki samband um Suðuroyarfjørð og flokkurin úr Vági slapp ikki av oynni og enn minni út um landoddarnar á námsferð.
Á námsferðini skal 7. flokkur í Vágs Skúla vitja í Danmark og í Noreg.
<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>