Talstrevið er byrjað, og neyvan ber til at steðga tí aftur.
Talfylkingin hevur sjálvandi ikki sett fram nøkur kravboð um føroysku tølini. Í fyrstu syftu verður bert mælt til at fundast um talbroytingina. Høvdu so haraftrat Gekkur og V4 møguliga kunnað tikið undir við talbroytingini, so var ómetaliga nógv vunnið.
Føroya skúli
At fingið tann spildurnýggja Føroya skúla at lært sínar 1. floks næmingar føroysku tølini, tá teir byrja í skúlanum, hevði helst eisini verið eitt frálíkt hugskot.
Stór undirtøka fyri føroysku tølunum
Annars er tað rættiliga ófatiligt, at onkur skal halda u.l. 40% fyri føroysku tølunum vera lítla undirtøku (um fólk annars líta á slíkar teldukanningar).
Sum spurningurin varð settur, var undirtøkan sera stór og eggjar avgjørt til at halda fram við talstrevinum. Kanska er enntá meiriluti fyri okkar ætlanum!?!
Høvdu tey, sum á sinni stríddust fyri føroyskum máli, sett seg a bíðað eftir einum meiriluta millum manna og milum løgtingsfólk, so høvdu vit ikki verið komin langt við málstrevinum. Okkurt eitur hugsjónir.
Talfrælsi
Fólk kunnu sjálvandi brúka tey tøl, sum tey hava hug til. Neyvan fari eg heim til Havnar at rópa á B36 (tríatiseks), og eg fari heldur ikki at biðja onnur gera tað; men vil onkur tað, so er tað eisini frálíkt.
Lat okkum ikki gloyma, at ætlanin er at fara frá nøkrum, sum er stirvið og øvugt (trý og hálvfjerðs), til nakað, sum er lættari, einfaldari og smidligari (sjeytitrý)!!
Kundu vit fyrst fingið 1. floks børn at lært seg føroysku tølini, so høvdu helst allir føroyingar uttan kravboð sagt sjeytitrý um ikki so øgiliga nógv ár.
Tó hevði undirtøka frá fjølmiðlafólki, málfólki, lærarum og øðrum einstaklingum komið sera væl við longu nú.