luft, og at vit sita eftir við einum verri kappingarføri. Hetta vil vera tað ringasta, sum kann henda, og tí vónar Anfinn Kallsberg, at tað ber til at fáa ein skilagóðan dialog millum landsstýrið og so øll [...] rinum. Soleiðis at vit í síðsta enda fáa nøkur burðardygg arbeiðspláss. Løgmaður vónar, at tað ber til at finna fram til eitt forstáilsi um at skipa sáttmálaviðurskiftini soleiðis, at keypiorkan sum so [...] handilsjavni fer út av lagi, so førir tað við sær, at tú fær nøkur inntriv hinumegin frá, sum rætt og slætt úthola keypiorkuna aftur. Tað, sum vit tá hava eftir, er ein hægri løn og eitt hægri avgjald, um
republikanarunum nakað at hugsa um. Tað er møguleiki fyri, at USA ár 2000 fer at fáa ein republikanskan forseta, og tað er ómetaliga týdningarmikið fyri ta stóru fjøld av íbúgvunum í USA, at hesin - um hann verður [...] flokkinum. Endamálið var at svína forsetan so nógv til, at fólk skuldu gloyma at tosa um sosialt rættvísi, um útbúgving og pensiónstrygd. Men tað skuldi tíanbetur vísa seg, at veljarnir góðtóku ikki hesa [...] Lewinski málinum skuldi brúkast til ikki bert at vinna á Clinton og fáa hann frá, men hetta høvið skuldi brúkast til nakað meira og størri, nevniliga hetta at fáa teimum høgravendu fundamentalistunum í
royndum og evnum á teimum almennu stovnunum, men í løtuni sær tað út sum, at stovnarnir verða tiknir av ræði, og í summum førum verða teir als ikki tiknir fyri fult. Í seinastu viku varð leiðarin á Lønardeildini [...] bent á, at hettar stýrið ikki hevur heilt tað grundarlagið og innlit, ynskiligt er. Spurningurin er, um Vinnumálastýrið yvirhøvur kann sammetast við t.d. Almanna- og Heilsumálastýrið og Skúla- og Mentamálastýrið [...] kanska siga, at tað er ov dýrt at upplæra hvønn fulltrúa, sum verður settur, men skeivar avgerðir orsakað av óbúnum embætismonnum kann koma at kosta nógv meir uppá sikt. VIT hava nógv gott fólk við royndum
skapa, tað kunnu vit øll verða samd um, og tað at skapa list er vítt og breitt, men tað er eins og nakrir tjóðveldisromantikkarar bert hugsa um »ull«. Hetta prógvaði jú listaskúlin á Sandi um. Sjálvandi skal [...] einum listaskúla, men fíggjarliga kann tað ikki bera seg bert at hugsa at ULL, og so slett og aldeilis ikki, tá ið hugsað verður um tað listarliga, tá verður ull og hýsuskræða bert ein evarsliga lítil partur [...] ella toy og ikki alt annað listarlist arbeiði. Royndir í danska fólkaskúlanum vísa, at tað er ikki nóg mikið hjá børnum at læra matematikk, rokning, teldu, tí fyri at blíva »heil« menniskju, er tað av alstórum
Landsbókasavn og Norðurlandahúsið í Føroyum. Atgongumerkini til tiltøkini bæði skipar Norðurlandahúsið í Føroyum fyri, og verða atgongumerkini at fáa ávikavist í Sumba og á Kunningarstovuni í Havn og í Norðu [...] Í sambandi við at tað í ár eru liðin 100 ár, síðani Poul F. Joensen varð borin í heim verður skipað fyri 2 kvøldsetum, einari í Sumba og einari í Norðurlandahúsinum. Kvøldsetan í Sumba verður leygardagin [...] sambandi við kvøldseturnar í Sumba og í Norðurlandahúsinum skipar Føroya Landsbókasavn fyri eini framsýning. Samskiparar við tiltakinum Poul F. - 100 ár eru: Fimmboði og Daniel Johan Lisberg í samstarvi
frameftir. Nú skal arbeiðið útgreinast og lýsast nærri, hvussu virksemið skal skipast, eins og meting skal gerast um, hvussu tað fer at virka. Vert er at viðmerkja, at tað hendir als einki beinanvegin Virksemið [...] privatu vinnuna at umsita? Eingin forðar privatu vinnuni í at skipa seg, sigur Arne Poulsen, og leggur aftrat, at teir fara at kanna málið nærri og taka tað upp seinni. Aðalstjórin heldur, at fyrimunir eru [...] grundarlag at reka vinnupolitikk, sigur Arne Poulsen Størri ávrikan og arbeiðaorku Olaf Olsen helt í blaðnum leygardagin, at tað almenna átti at tikið seg burtur úr Menningarstovuni og latið tað til privatu
Tað er ikki so at skilja, at Arbeiðsgevarafelagið er ónøgt við tað arbeiðið, sum Menningarstovan hevur gjørt higartil, heldur tvørturímóti. Tá tað snýr seg um tann partin, sum er um útflutning og at [...] útflutningsráðið skal skipast, og hvussu tað skal loysa sínar uppgávur, og har fær Arbeiðsgevarafelagið eitt umboð. Vit halda hinvegin, at ein stovnur, sum skal virka fyri og ráðgeva vinnuni, skal liggja [...] Mortensen. Tað hevur eisini verið ført fram frá Arbeiðsgevarafelagsins síðu, at skulu vit stuðla føroysku vinnuni, er tað ein góður háttur at stovna útflutningsráð. Vit eru áhugaðir í, at uppgávur sum
áhugaverd og lærarin er væl inni í evninum, vit viðgera. Tað er áhugavert at finna meiningina í tekstinum og at læra at lesa millum reglurnar. At ummæla filmir er eisini stuttligt, yvirhøvur at greina, men [...] Birgir Kruse. Øðrvísi og áhugavert Leivi Persson, sum gongur í 10. x, dámar væl miðlabreytina. Hann heldur tað er stuttligt at hava slíka frálæru, tað er annaðleiðis og tað er altíð gott við einum steðgi frá [...] undirvísingini í miðlum er at næmingarnir gjøgnum uppliving, framleiðslu og greinan menna persónliga eginleikanum at skilja og nýta miðlar. Frálæran leggur dent á, at næmingurin lærir at skilja týdningin, fjølmiðlar
mynd av, at hesi óhjálpnu ikki eru nakað. Tað er ein orsøk til, at hesi fólk gerast gomul og tí eiga vit at geva teimum ta bestu viðferð. Fólk eiga at spyrja seg sjálv, hvussu tað kennist at vera ein í [...] Hugburðurin mótvegis gomlum og rørslutarnaðum eigur at verða broyttur soleiðis, at tey kunnu varðveita sjálvskensluna og sjálvsvirðingina. Ein positivur hugburður mótvegis gomlum og rørslutarnaðum økir um myndina [...] møguleiki at flyta seg og ferðast stað úr stað. Eisini fylgja avmarkaðir møguleikar at fáa sett seg inn í ting og fylgja við, hvat fer fram rundan um ein. Sostatt sleppur ein ikki sjálvur at gera av, hvørji
hevur kinesiskar røtur og tær koma til sjóndar í leikinum. Nógva av leikmyndini er at spæla inneftir, heldur enn úteftir, tað vil siga at sipa til heldur enn at spæla, og tað er ein leikháttur, sum vit [...] í Danmark í hesum mánaðinum. Tað hevur ikki eydnast Havnar Sjónleikarfelag at fáa Himmelflugten til Føroya. Ístaðin verður Ferðin til teir grønu skuggarnar spældur, og tað ger kanska ikki minni, tí leikurin [...] í garði, tá ið tað snýr seg um at gera leikpall, hann hevur gjørt pall og búnar kring alt landið. Ljósinum tekur Niels Nielsen sær av. Hóast ikki so gamal hevur Niels átt nógvar ljós- og ljóðuppgávur í