Poul F. - 100 ár

? ? ?

Í sambandi við at tað í ár eru liðin 100 ár, síðani Poul F. Joensen varð borin í heim verður skipað fyri 2 kvøldsetum, einari í Sumba og einari í Norðurlandahúsinum.

Kvøldsetan í Sumba verður leygardagin 14. november 1998 kl. 19.30, og kvøldsetan í Norðurlandahúsinum leygardagin 21. november 1998 kl. 19.30.

Skráin fyri báðar kvøldseturnar verður nakað hin sama, tó syngur Tvøroyrar Manskór í Sumba, men ikki í Norðurlandahúsinum,og sær skráin soleiðis út:

Felagssangur.

Sverri Egholm lesur upp.

Hans G. Johansen syngur.

Eyðun Andreassen hevur hugleiðingar um skaldskapin hjá Poul F.

Felagssangur.

Í sambandi við kvøldseturnar í Sumba og í Norðurlandahúsinum skipar Føroya Landsbókasavn fyri eini framsýning.

Samskiparar við tiltakinum Poul F. - 100 ár eru: Fimmboði og Daniel Johan Lisberg í samstarvi við Norrøna Felagið í Føroyum, Føroya Landsbókasavn og Norðurlandahúsið í Føroyum.

Atgongumerkini til tiltøkini bæði skipar Norðurlandahúsið í Føroyum fyri, og verða atgongumerkini at fáa ávikavist í Sumba og á Kunningarstovuni í Havn og í Norðurlandahúsinum.