Í løtuni verður arbeitt við ætlanumum at avtaka Ídnaðarstovuna, Menningarstovuna og Ídnaðargrunnin, og at leggja virksemið á hesum stovnum lutvíst í útflutningsráð, sum er í umbúna at stovna, og lutvíst undir Vinnumálastýrið.
Ídnaðargrunnurin og Menningargrunnurin eru lánistovnar, sum áður veitti lán til ídnaðarfremjandi endamál.
Í dag er virksemið bert at innkrevja útistandandi. Harumframt eru nakrir eksternir grunnar, eitt nú Grunnur Ferðavinnunar, Vakstarahúsgrunnurin og Ábyrgdargrunnurin, bert fyri at nevna nakrar.
Í fyrsta umfari verður ikki tikið støða til, hvat skal henda við hesum grunnum.
Menningarstovan hevur seinastu árini serliga gjørt nógv við at skipa fyri framsýningum uttanlands, men fæst annars við virkisskrásetingar, virkismenning og ráðgeving og innaneftirlit.
Arbeiða við at avtaka og endurstovna
Aðalstjórin í Vinnumálastýrinum hevur skitsera eina loysn, hvussu hesir báðir stovnar skulu virka frameftir.
Nú skal arbeiðið útgreinast og lýsast nærri, hvussu virksemið skal skipast, eins og meting skal gerast um, hvussu tað fer at virka.
Vert er at viðmerkja, at tað hendir als einki beinanvegin Virksemið á Menningarstovuni heldur fyribils fram sum higartil, sigur Arne Poulsen.
Ídnaðargrunnurin umsitir vinnufremjandi skipanir, ið halda fram undir Vinnumálastýrinum eins og virkisskráirnar verða útbygdar við útgreining av fleiri vinnugreinum.
Á henda hátt fáa vit betur gjørt okkum tankar um hvussu støðan er í vinnuni, og harvið fær landsstýrismaðurin betur grundarlag at reka vinnupolitikk, sigur Arne Poulsen
Størri ávrikan og arbeiðaorku
Olaf Olsen helt í blaðnum leygardagin, at tað almenna átti at tikið seg burtur úr Menningarstovuni og latið tað til privatu vinnuna at umsita?
Eingin forðar privatu vinnuni í at skipa seg, sigur Arne Poulsen, og leggur aftrat, at teir fara at kanna málið nærri og taka tað upp seinni.
Aðalstjórin heldur, at fyrimunir eru við nýggju skipinini, eitt nú at útflutningsráðið fær størri ávirkan á útflutningin, enn møguleiki er fyri á Menningarstovuni í dag.
Um vandan við at tey smærru virkini fara at kenna seg at detta burtur millum á stórum almennum stovni, heldur Arne Poulsen tvørturímóti, at umstøðurnar at tosa við tey, sum skulu fara undir smærri projekt, verða betur, av tí at tað verður styttri millum partarnar, tá ráðgevingin er beinleiðis undir vinnumálastýrinum.
Hann heldur kortini, at tað er ov tíðliga at fara í smálutir við hesum ætlanum nú, men at stundir verða at viðgera øll hesi málini seinni.
Tingið skal taka støðu til broytingarnar
Tá stovnarnir skulu avtakast við lóg, fær Løgtingið eisini fær høvi at siga sína hugsan. Arbeitt verður fyri at leggja málið fyri tingið fyrst í komandi ári.
Ætlanin er ikki at minka umvirksemið á Menningarstovuni, men heldur at styrkja ymsu virkisøkini. Tað er ein góð loysn, tí møguleikarnir at útflyta gerast betur, og fara at liggja nærri vinnuni.
Harnæst fáa vit størri orku at arbeiða við hinum partinum av Menningarstovuni, sum er virkisskráseting, vinnugreiningar og tilmæli viðvíkjandi ymsum vinnuframaskipanum, sigur Arne Poulsen.










