RÓMVERJIN Vitruvius segði í ár 25 fyri Kristi føðing, at hvørki evnir uttan upplæring ella upplæring uttan evnir skapa tann fullkomna handverkaran. Landsumsiting krevur bæði evnir og ikki minst upplæring.
OKKARA landsumsiting er vaksin ógvuliga skjótt hesi seinastu árini sum úrslit av Norman Christensen bygnaðinum í Tinganesi. Nógvir fulltrúar eru settir, flestu av hesum beinleiðis av skúlabeinki. Hettar nýtist í sær sjálvum ikki at vera negativt. Spurningurin er bert, um Tinganes umsitingin ikki er vaksin ov skjótt við tí úrsliti, at einkultir nýggir fulltrúar kanska ikki fáa ta upplæring, ið týdningurin og ábyrgdin av starvinum burdi viðført.
ONKUR vil kanska siga, at tað er ov dýrt at upplæra hvønn fulltrúa, sum verður settur, men skeivar avgerðir orsakað av óbúnum embætismonnum kann koma at kosta nógv meir uppá sikt.
VIT hava nógv gott fólk við royndum og evnum á teimum almennu stovnunum, men í løtuni sær tað út sum, at stovnarnir verða tiknir av ræði, og í summum førum verða teir als ikki tiknir fyri fult.
Í seinastu viku varð leiðarin á Lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum endurgivin fyri at siga, at hann ikki tók eitt skriv frá sjónvarpsstjóranum fyri fult. Ein slíkur hugburður eigur ikki at koma fyri í almennu miðfyrisitingini, og bendir á, at ikki øll í umsitingini eru búgvin til sítt starv. Hugsast kann, at fleiri embætismenn eru skornir eftir sama leisti, sum leiðarin á Lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum.
Menningarstovan skal niðurleggjast og uppgávurnar leggjast undir vinnumálastýrið. Aftur ein avgerð ið bendir á, at alt ikki er heilt so gjøgnum hugsað í hesari í vævi nógv útbygdu miðfyrisiting. Tað kann ikki vera rætt, at vælvirkandi stovnar, ið gjøgnum nógv ár hava ment seg takkað verið starvsfólkunum á hesum stovnum, knappliga skulu avtakast fyri, at ein fyri tað mesta spildurnýggj miðfyrisiting skal fáa arbeiðsøkir fyri at rættvísgera sín eksistens. Mark má setast fyri centralisering og rættast vildi verið at endurskoðað Norman Christensen bygnaðin og lurta meiri eftir teimum almennu stovnunum heldur enn einari miðfyrisiting, sum kanska ikki hevur heilt tær somu royndirnar at byggja sínar ætlanir á.
TAÐ er tó at frøðast um, at í onkrum stýrum í landsumsitingini eru fólk við drúgvum royndum úr almennum stovnum sett at skipa økið. Ynskiligt hevði verið, um fólk av stovnunum komu í miðfyrisitingina, heldur enn at fólk, sum eftir lokna útbúgving bert hava verið í miðfyrisitingini, skulu út at siga hvussu stovnar skulu rekast.
SEINASTA avgerðin úr vinnumálastýrinum kundi bent á, at hettar stýrið ikki hevur heilt tað grundarlagið og innlit, ynskiligt er. Spurningurin er, um Vinnumálastýrið yvirhøvur kann sammetast við t.d. Almanna- og Heilsumálastýrið og Skúla- og Mentamálastýrið. Uppgávurnar eru so mikið øðrvísi, at decentralisering kanska er ein skilabetri leið, soleiðis at stovnarnir undir hesum stýri áttu at havt meira sjálvræði og ikki vóru undirlagdir einum óneyðugum millumlagi millum Aðalstjóran og stovnsleiðarnar.










