Jónsson hevur í heyst verið rættuliga ivasamur í, um hann skuldi halda fram at spæla í Kristiansand, ella um hann skuldi flyta aftur til Keypmannahavnar og kanska spæla á lægri støði samstundis, sum hann [...] vikur síðani, at norska landskappingin var liðug fyri í ár, so hava teir kortini vant við fullari ferð í Kristiansand. Og í morgin skulu teir í Start spæla týdningarmiklan dyst. Talan er um uppgerð í bólki [...] svenska Hammarby. Heimavøllurin hjá Start verður ikki í Kristiansand. Grasvøllurin er ikki nóg góður hesa ársins tíðina. Todi og teir skulu spæla heimadystin í morgin á Odd stadion í Skien. Í sama bólki fer
longri tíð. Seinast sat hann á beinkinum í samfullar 90 minuttir, og so er spurningurin, hvørt hann hesa ferð sleppur inn á vøllin. Ein leiklut, sum hann bert hevur roynt ein hálvleik hetta kappingarárið. [...] hugsa tann tankan. Vit mugu hugsa um, hvar vit liggja. Og so er tað sum so líkamikið, um tað eru tvey ella trý lið, sum vit kappast við. Higar til hava runavíkingarnir verið hepnir við skaðum, og spælararnir
Hvørja bók lesur tú í løtuni? - Eg eri sum oftast í ferð við 2-3 bøkur samstundis. Ein liggur á vesinum, ein á náttborðinum og ein í stovuni. Ein av bókunum er The Five Love Languages of Children eftir [...] vildi tú ynskt, tú hevði lisið? - Kríggj og friður eftir Leo Tolstoj. Pápi mín var lesihestur, og hesa bókina minnist meg serliga væl, at hann las við áhuga. Men eg fekk ongantíð upp í lag at taka hana [...] hjarta lesur tú altíð eina bók lidna? - Nei, nógvar bøkur missa mín áhuga, tá eg eri komin hálva leið ella styttri, og so byrji eg heldur upp á onkra aðra, sum tykist meiri áhugaverd.
spælandi bólkinum. Nei, bólkurin hevði bert skemtiliga navnið Cousins, og hevði ikki aðrar uppgávur enn hesa og líknandi, so sum onkur føðingardagur. Fløgu hevði hann ikki útgivið, men kanska varð ein spíri [...] teknað av Jørn Utzon. Hann hevur tilætlað sett rúm av, har til ber at hava smærri listaframsýningar ella eisini samkomur í parti av kirkjuni. So á veg heimaftur varð leiðin løgd umvegis Kirkjuna í Bagsværd [...] skuldi fremjast í verki. Í eini grannakirkju til Gallarí Arleth hanga myndir av Heðini Kambsdal. Á somu ferð, sum Frits fór til Falster at sýna fram, fór Øssur Mohr til Randers at sýna fram saman við 7 øðrum
Tað kann verða trupult at hoyra á honum, um hann er í góðum lag ella í ringum lag. Róligi klaksvíkingurin á Viðareiði er sum politikari seigligur, umhugsin og eitt sindur varin. Hann leypur ikki fram av [...] vildi Tjóðveldisflokkurin ikki hoyra talan um, at Anfinn Kallsberg skuldi verða løgmaður aftur, og hesa støðu hevði eisini onkur annar flokkur. Men hóast fleiri politiskir flokkar ikki vildu hava Anfinn [...] áður hevði fingið. Og til fólkatingsvalið týskvøldið høvdu føroyingar kring alt landið fyri fyrstu ferð aftur møguleikan at siga sína hugsan um Anfinn Kallsberg, og hann fekk eina dygga álitisváttan frá
rísirnar. Vakurleiki í politikki Tá italiumenn næstu ferð fara á tjóðartingsval, fáa teir høvi at atkvøða fyri flokkinum Partito della Belezza ella Vakurleikaflokkinum, sum fyrrverandi varamentamálaráðharrin [...] hjá DFDS, sigur við Jyllandspostin, at ferðaseðlaprísurin varð ásettur fyri einum ári síðani, men hesa tíðina er oljan dýrkað so nógv, at prísirnir halda ikki longur. Tí er oljuavgjaldið lagt omaná. Stena
tey fegnast um, at stórur áhugi tykist verða fyri mongu pakkatilboðunum hjá Smyril Line. Nógv fólk á ferð á páskum Áki Jespersen, leiðari av ferðamannadeildini hjá Smyril Line, sigur, at tað hevur verið ein [...] eisini, sigur Áki Jespersen, at stórur áhugi er millum føroyingar fyri at fara við Norrønu til Noregs hesa ársins tíð, so at tey kunnu standa á skíð. Nógvir føroyingar fara á hvørjum ári uttanlanda á skíðferð [...] á Seyðisfirði í Íslandi, og tá hava ferðafólkini møguleika fyri at velja ímillum at gista umborð, ella kunnu tey fara við bussi til Akureyrar og gista har um náttina. Áki Jespersen sigur, at heilt nógvir
landsúrslitið og harvið býtið at eykavaldum tingmonnum, hvussu undirtøkan er í Suðurstreymi. Hetta sæst hesa ferð serliga aftur hjá Fólkaflokkinum, sum sammett við síðsta løgtingsval í kanningini stendur seg hampuliga [...] Fólkaflokkurin missir ein valdømisvaldan, so stendur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm ella formaðurin í tingbólkinum, Óli Breckmann, fyri falli. Harafturat skal havast í huga, at Poul Michelsen
landsúrslitið og harvið býtið at eykavaldum tingmonnum, hvussu undirtøkan er í Suðurstreymi. Hetta sæst hesa ferð serliga aftur hjá Fólkaflokkinum, sum sammett við síðsta løgtingsval í kanningini stendur seg hampuliga [...] Fólkaflokkurin missir ein valdømisvaldan, so stendur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm ella formaðurin í tingbólkinum, Óli Breckmann, fyri falli. Harafturat skal havast í huga, at Poul Michelsen
Føroyar. Metingin hjá Fiskirannsóknarstovuni ber á sama borðið. So eru tað onnur, ið mæla til status quo ella eitt sindur minni veiðutrýst. Orðaskifti hevur verið millum íslendskan fiskifrøðing og okkara egnu [...] ráðgevingina til eftirtektar, eitt nú í fjør. Nú hoyra vit so okkara fiskifrøðingar seta spurnartekin við hesa ráðgeving. Teir halda ikki, at hansara metingar og ráð byggja á haldgóða dokumentatión, men eru meira [...] vanlukka at síggja burtur frá okkara egnu ráðgevum. Eingin ynskir, at støðan verður soleiðis, at tað eina ferð verður neyðugt í einum høggi at skerja ógvusligt. Hvussu tað ber so til, at okkara myndugleikar fylgja