Á pappírinum eru tað bert KÍ, AB og VB/Sumba, sum hava staðið seg verri á útivølli, enn HB hetta kappingarárið. Av fimtan møguligum stigum hevur HB bert vunnið tey sjey, og av hesum komu trý í fyrsta dystinum á árinum. Nevnliga á útivølli móti Skála.
Saman við teirri sannroynd, at NSÍ er einasta liðið, sum hevur vunnið allar sínar heimadystir, so skuldi pappírið tosað sítt greiða mál um, hvør er favorittur undan dystinum í Runavík.
Hinvegin kunnu gestirnir eisini stuðla seg at hagtølum. Sum tað framgongur aðra staðni á síðuni, so hevur HB havt góð úrslit við Løkin. Og í steypakappingini eydnaðist teimum fyrr í ár at basa NSÍ 2-1.
Ikki ráð til javnleik
Men hagtølini er ikki tað, sum tey í HB leggja mest í, tá tað metast skal um dystin, sum verður spældur leygardagin.
- Vit vita væl, at talan er um sera truplan dyst. Og undir vanligum umstøðum er helst einki at ivast í, at vit vildu verið nøgdir við javnleikin. Sum støðan er nú, so hava vit tó ikki ráð til nakað annað enn trý stig, um vit vilja spæla við í oddinum. Vit hava havt nakrar á pappírinum lættar dystir, men vit hava ikki vunnið. Og so mugu altso vinna teir truplu dystirnar, um vit skulu vera við.
Soleiðis sigur Jákup á Borg, liðformaður hjá HB um, sum í nógvar mátar líkist einum lagnudysti. Vinnur HB ikki dystin, so er væl hugsandi, at munurin til fremstu liðini verður øktur upp í sey stig
Pól er tøkur
HB vann mikukvøldið fyrru hálvfinaluna í steypakappingini móti VB/Sumba. Men hóast hetta helst gav liðnum nakað av luft, so vil Jákup als ikki staðfesta nakað út frá tí dystinum.
- Tað lyfti lagið eftir tapið á Sandi. Men á útivølli móti NSÍ er talan um heilt aðra uppgávu. Fyrst og fremst, tí teir uttan iva fara at leggja størri trýst á okkum, enn VB/Sumba gjørdi.
Um tala verður um størri trýst, vil liðskiparin hjá NSÍ einki siga um.
Hinvegin vil Óli Hansen siga, at talan verður um eina sera trupla uppgávu.
- Sjálvandi fara vit inn á vøllin eftir sætta heimasigrinum á rað. Men talan er um ein sera truplan dyst móti einum HB-liði, sum er tvingað at vinna. Og sum vil gera alt fyri at røkka sigrinum, sigur Óli.
Og hann leggur dent á, at í teirra hugaheimi er tað ikki eitt mál í sjálvum sær, at teir við einum sigri mest sum kunnu staðfesta, at tað verða trý lið, sum stríðast í oddinum.
- Sum spælarar kunnu vit ikki hugsa tann tankan. Vit mugu hugsa um, hvar vit liggja. Og so er tað sum so líkamikið, um tað eru tvey ella trý lið, sum vit kappast við.
Higar til hava runavíkingarnir verið hepnir við skaðum, og spælararnir hava skikkað sær somikið væl, at leikbann er mest sum óhoyrt fyribrigdi. Nú er Pól Thorsteinsson so loksins tøkur, eftir at hann hevur drigist við vøddaskaða í longri tíð. Seinast sat hann á beinkinum í samfullar 90 minuttir, og so er spurningurin, hvørt hann hesa ferð sleppur inn á vøllin. Ein leiklut, sum hann bert hevur roynt ein hálvleik hetta kappingarárið.