SUÐUARSTREYMOYAR VALDØMI
Í Suðurstreymoyar valdømi er ein triðingur av samlaða atkvøðutalinum. Umframt í kappingini um teir átta valdømisvaldu tingmenninar er tað rættuliga avgerandi fyri landsúrslitið og harvið býtið at eykavaldum tingmonnum, hvussu undirtøkan er í Suðurstreymi. Hetta sæst hesa ferð serliga aftur hjá Fólkaflokkinum, sum sammett við síðsta løgtingsval í kanningini stendur seg hampuliga væl í øllum hinum valdømunum. Men í Suðurstreymi missir hann 3%.
Í veljarakanningini er Sambandsflokkurin størstur í Suðurstreymi. At Sambandsflokkurin er størstur í høvuðsstaðnum er ikki nakað nýtt. Tað hevur hann so ofta verið áður. Framgongdin hjá Sambandsflokkinum er ikki so stór, sum hon í kanningini er í hinum valdømunum.
Støðan hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymi var hóskvøldið so mikið sterk, at flokkurin hevði vunnið tríggjar av átta valdømisvaldum tingmonnum, um valið hevði verið tá. Um tað eydnast Sambandsflokkinum at vinna trý umboð í Suðurstreymi, so verður hetta onnur ferðin, at teir fara at fáa so góða undirtøku, síðani vallógin í 1978 varð broytt og Suðurstreymoy fekk tillutað átta valdømisvaldar tingmenn. Fyrra ferðin var í 1994. Síðani 2002 hevur Sambandsflokkurin átt trý umboð í Suðurstreymi. Lisbeth L. Petersen og Heðin Mortensen hava verið valdømisvald, og Kaj Leo Johannesen hevur verið eykavaldur.
Tjóðveldið og Fólkaflokkurin missa
Sambært veljarakanningina hóskvøldið hevði Tjóðveldisflokkurin mist ein av teimum trimum valdømisvaldu tingmonnunum, og Fólkaflokkurin hevði mist annan av tveimum valdømisvaldu tingmonnunum. Men talan er um rættuliga tætta kapping. Triði sambandsmaðurin verður í kanningini valdur við 9,3 %, og Fólkaflokkurin verður við 8,6 % ov stuttur til at vinna nummar tvey mannin.
Tjóðveldisflokkurin, sum hevur átt trý umboð í Suðurstreymi tvær tær seinastu ferðirnar, er við 7,9 % í kanningini langt frá at fáa triðja mannin.
Javnaðarflokkurin hevur síðsta valskeiðið bara átt ein valdømisvaldan tingmann í Suðurstreymi. Sambært kanningini hóskvøldið tykjast vánir verða fyri at endurvinna tvey umboð, sum Javnaðarflokkurin átti á valinum í 1998.
Smáu flokkarnir tykjast ikki at hava møguleika at vinna valdømisvalt umboð. Eingin ivi er um, at eykamaðurin hjá Miðflokkinum verður valdur í Suðurstreymoy, og Sjálvstýrisflokkurin kappast við Eysturoyar valdømi um teirra eykamann.
Kendir persónar í klønum tráði
Bæði í Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum er sannlíkt, at um teir missa ein av valdømisvaldu tingmonnunum, so fara teir at fáa eykavaldar tingmenn í Suðurstreymi. Men tað er altíð meiri óvist við eykavaldu monnunum, enn tað er við teimum valdømisvaldu.
Um Fólkaflokkurin missir ein valdømisvaldan, so stendur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm ella formaðurin í tingbólkinum, Óli Breckmann, fyri falli. Harafturat skal havast í huga, at Poul Michelsen, sum hevur verið í tinginum, meðan Bjarni Djurholm hevur verið landsstýrismaður, hevur verið mettur sum hóttan ímóti teimum báðum fyrr nevndu, nú Bjarti Mohr ikki er á fólkaflokslistanum í Suðurstreymi.
Møguligir taparar hjá Tjóðveldisflokkinum eru Kristina Háfoss, Annita á Fríðriksmørk og Høgni Hoydal, sum hava átt teir tríggjar umdømisvaldu sessirnar í Suðurstreymi. Og so skal leggjast afturat, at Jógvan Arge og Rói Egholm, sum hava verið í tinginum partar av síðsta valskeiðnum, og Finnur Helmsdal, sum bar seg undan at møta, eru á listanum í Suðurstreymi. So har verður rættuliga trongligt.
Á javnaðarlistanum hevur Katrin Dahl Jacobsen verið valdømisvalt umboð. Kristian Magnussen hevur verið eykavaldur. Millum kappingarneytarnar hjá teimum telist eitt nú Helena Dam á Neystabø.