Ráðgeving, tilfeingi og áhugabólkur

Hvast orðaskifti hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum á tilmælinum frá ICES um niðurskurð í toskaveiðuni við Føroyar. Metingin hjá Fiskirannsóknarstovuni ber á sama borðið. So eru tað onnur, ið mæla til status quo ella eitt sindur minni veiðutrýst. Orðaskifti hevur verið millum íslendskan fiskifrøðing og okkara egnu. Vit hava hoyrt umboð fyri fiskivinnu og myndugleikar siga sína hugsan. Tað vil so vera, at fiskifrøðingar og fiskivinnufeløgunum ikki altíð eru á einum máli. Men her hava vit so eisini ein íslendskan fiskifrøðing, sum gongur beint ímóti okkara egnu. Tað skapar turbulens og ótryggleika.

Ikki tí ? fremmandi fiskifrøðingurin hevur áður ráðgivið fiskivinnufeløgunum og hava myndugleikarnir eisini tikið ta ráðgevingina til eftirtektar, eitt nú í fjør. Nú hoyra vit so okkara fiskifrøðingar seta spurnartekin við hesa ráðgeving. Teir halda ikki, at hansara metingar og ráð byggja á haldgóða dokumentatión, men eru meira at meta sum leysir tankar frá einum einstaklingi.

Tað er einki skeivt í, at umboð fyri okkara fiskivinnu søkja sær ráð hjá útlendskum fiskifrøðingi. Heldur er tað positivt. Men tá ráðini eru í so stórari andsøgn til bæði tað, sum ICES og okkara egnu fiskifrøðingar koma til, er rætt at rópa varskó. Okkara politikarar og serstakliga landsstýrismaðurin eigur at gera sítt fótarbeiði og forarbeiði til lítar. Hellur hann seg bara til tað, ið ein íslendskur fiskifrøðingur sigur, setir hann okkara egnu fakligu ráðgeving til viks.

Tá talan er um ráðgeving, ið eisini byggir á metingar, má tað vera uppgávan hjá teimum, ið vara av, at viga ráðini neyvt og ikki taka ta lættastu avgerðina, ið oftani er at ganga teimum á møti, ið rópa harðast. Tað er greitt, at tað ber ikki til at skerja alla veiðuna frá degi til annan. Men tað kann gerast ein vanlukka at síggja burtur frá okkara egnu ráðgevum. Eingin ynskir, at støðan verður soleiðis, at tað eina ferð verður neyðugt í einum høggi at skerja ógvusligt.

Hvussu tað ber so til, at okkara myndugleikar fylgja einum fremmandum fiskifrøðingi meiri, enn teir fylgja okkara egnu. Um okkara fólk ikki eru nóg dugnalig og neyv, hví skal so nógv tíð og fíggjarlig orka brúkast uppá at varðveita stovnin. Íkomna støðan birtir undir spurningin, um dialogurin millum fiskifrøðina her á landi og okkara myndugleikar er ov vánaligur, og um so er, hvør er so orsøkin? Vit kenna hana ikki, men vit vilja minna landsstýrismannin á, at tað er uppgáva hansara ikki at geva seg undir trýst frá ávísum áhugafeløgum, tí tað er lættast fyri hann. Tað er greitt, at reiðararnir og Fiskimannafelagið, tá hesi standa saman, viga sera tungt, og tí er sannlíkt, at landsstýrismaðurin kann koma í eina støðu, har hann ikki heldur seg kunna standa ímóti slíkum trýsti.

Her má hann so gera sær greitt, at um somu tíð sum hann sjálvandi eisini skal viðgera sjónarmið og áhugamál hjá vinnuni sakliga og við vælvild, so má hann eisini hugsa um, at fiskastovnarnir eru fólksins ogn, og orsøkin til at vit hava ein stovn við fiskifrøðingum, er nettup at tryggja, at henda fólksins ogn verður troytt á rættan hátt, soleiðis at hon kann koma okkum øllum til góða í dag og í framtíðini.

Sosialurin