Annita hevur góðar vónir um, at tað fer at eydnast henni at gera eitt gott arbeiði í Mentamálaráðnum. Hon veit, at útskiftingin hevur verið stór, og at ofta hevur verið tikið til, at mentamálaráðharrasessurin [...] heilt ítøkiligt ætlar at gera á undirvísingar- og mentanarøkinum. - Tíðin er ikki búgvin enn til at ítøkiliggera, hvat eg fari at gera. Men generelt haldi eg, at tað er týdningarmikið, at man raðfestir mentanina [...] og vit spyrja Annitu, um tað varð strævið at sita og tingast aftur og fram um, hvør skuldi vera nýggjur lanssstýrismaður. - Eg haldi, at tað er øgiliga gott at kunna sita soleiðis saman, øll tingmanningin
mælir í fyrsta lagi til at avklára ríkisrættarligu viðurskiftini viðvíkjandi tilbúgving, í øðrum lagi til at tilbúgvingarlóg verður at galda fyri Føroyar og í triðja lagi til at skipað verður ein tilbú [...] skipaninar, og at ráðgeva myndugleikunum í tilbúgvingarmálum. Hvat viðvíkur leiting og bjarging á sjónum verður mælt til, at sokallaða MRCC-verkætlanin verður sett í verk. Mælt verður til, at tað verður gjørt [...] skotskum og íslendskum myndugleikum um, at føroyskir myndugleikar hava ábyrgdina av leiting og bjarging í føroyska havøkinum. MRCC-Tórshavn Mælt verður at enda til, at tá ein føroysk bjargingarstøð er ment
føroyskt endaði við, at einki varð bygt. Løgtingsmenn hveptu seg helst við at fara at brúka einar hálvthundrað milliónir krónur ? ella allarhelst fleiri ? til eitt nýtt løgtingshús. Helst tí at so nógv annað [...] løgtingið í fjør, nevndi Eyðun Elttør, at hon kom ístaðin fyri frágreiðingina, sum av røttum átti at verið løgd fram fyrstu ferð í 1999. Samstundis varð nevnt, at ætlanin var at lata løgtinginum eina frágreiðing [...] og sjálvandi skal Tingið hava góðar og sømiligar umstøður at virka undir. Tað var tí rætt, at undanfarni løgtingsformaður tók spurningin upp at umbyggja ella byggja nýtt Løgtingshús. Tí varð eisini boðið
hugskot, at vinnandi liðið fær sum uppgávu at skipa fyri árið eftir, sigur Hans Guðmundsson og leggur afturat, at tað ikki stendst so nógv stríð av at skipa fyri eini tílíkari kapping, og at tað tí ikki [...] sjálvur fingið hugskotið til at gera eina líknandi kapping í Føroyum og hann heldur eisini, at henda kappingin hevur møguleika fyri at vaksa seg stóra. Ætlanin er í øllum førum, at kappingin skal gerast ein [...] skuldi verið nakað í vegin fyri, at feløgini átaka sær at skipa fyri komandi árini. Ætla at skipa fyri endaveitslu Ein annar fastur táttur í íslendsku hondbóltskappingini er, at tá kappingin endar, verður skipað
einum frælsum Føroyum fer at krevja munandi útbyggingar av umsitingini fyri munandi størri kostnað. Vit mugu haraftrat rokna við, at danir ikki framyvir fara at átaka sær at umsita eitt nú dóms- og ákæruvald [...] hvussu okkara fíggjarlóg fer at síggja út, tað mugu vit so bíða við, men spennandi verður at síggja. Tað kann væl saktans ikki hugsast, at fíggjarligu bindingarnar til Danmark fara at økjast? Skulu danskir [...] løgtingsformanninum frá, at hann legði frá sær. Hann hevði tá í vikuskiftinum roynt at fingið eina borgarliga samgongu, tó uttan úrslit. Hanns segði annars í viðtalu við Dimmalætting, at hann eisini vildi royna
higartil verið rættiliga varið við at gera viðmerkingar til oljuleiting og møguleikan at finna olju við Føroyar. Bo Wilfang sigur, at teir arbeiða miðvíst og vísir tað seg, at treytirnar í sambandi við eina [...] útbjóðingarrundu verða rímuligar, so fara teir at umhugsa at vera við. Bo Wilfang heldur tað vera eitt tekin um, at føroyingar leggja stóran dent á oljumál, at man nú hevur sett ein landsstýrismann, sum burturav [...] hetta vera við til at skapa fortreytir fyri eini komandi oljuleiting. -Vit hittu landsstýrismannin og halda, at hetta var ein góður fundur. Nú síggja vit fram móti, at føroyingar fara at bjóða út øki til
kansin at koyra aftaná eini gravkúgv. Men tað kemur meiri enn so fyri, at tey halda, at tað gongur ov seint hjá gravkúnni og tí yvirhála tey hana, og so standa tey føst. Hermundur Michelsen sigur, at av tí [...] Karsten Hansen sigur, at tey eru heilt nógv, sum hava stungið kustaskøft í kavan við fløggum á at boða frá, at har stendur ein bilur. Sýslumaðurin segði í gjáramorgunin, at tað stórðu fleiri hundrað bilar [...] gravimaskina at grava kava av vegnum ímillum Øravík og Fámjin. Men komin niðan á var so herviligt kavarok, at førarin misti vegin burtur og fór útav, og mátti gevast. Bratt var niðanfyri, so fyri ikki at fara
Kroystu okkum at góðtaka ? Aðalstjórin og løgmálaráðharrin Bjørn Westh vissaðu okkum um, hvussu góð og hvussu óvildug hendan kanning fór at vera. Teir gjørdu okkum eisini púra greitt, at tóku vit ikki [...] varð almannakunngjørd í Dimmalætting leygardagin. Kanningin vísir, at Sambandsflokkurin megnar framvegis at vera størsti flokkur, men at Tjóðveldisflokkurin gongur nógv fram, og verður nærum eins stórur [...] myndin uttan iva at broytast nakað, heldur hann. Jóannes Eidesgaard vísir eisini á, at ein tílík veljarakanning kann verða merkt av viðurskiftunum við Danmark. Tá er tað nátúrligt, at hon vísir eina p
Jørgensen, bestimaður á Venus. Hann sigur, at tað kemur alt ov ofta fyri, at óljóð ger, at illa ber til at fylgja við tí, sent verður. Og ein annar trupuleiki er, at verður eitthvørt í ólagi, tykist tað mangan [...] ger, at skipini, sum eru bara eitt sindur úr landi, ikki hoyra alt, sum sent verður. Hann sigur, at tað argar at hoyra útvarpsmenninar siga, at teir skrúva meira frá, tá fólk ringja úr Danmark leygarkvøld [...] Jørgensen vísir til, at seinasta vikuskifti var rættiligt ólag á sendingini. Til tað sigur Jens Julian Reinert, at teir hava havt onkrar tekniskar trupuleikar um dagarnar, sum tað tykiskt ringt at finna. So er
amerikanski málvísindamaðurin Howard Giles sigur, at grundin til at eitt mál kemur í vanda, er at fólkini skifta mál: fara frá at nýta eitt fáment mál til at nýta eitt annað fjølmentari mál, sum tey duga og [...] og tignin somuleiðis. Tað at fara at undirvísa á enskum, tí at summir næmingar ikki skilja føroyskt, er ikki tann rætta gongdin. Í staðin eiga vit at leggja nógv størri dent á at styrkja føroyskt sum annaðmál [...] okkara ábyrgd at syrgja fyri, at komandi ættarlið eisini fara at brúka føroyskt sum sítt fyrsta mál. Tað er sjálvandi ein stórur fyrimunur at duga enskt, men tað má bara ikki koma hartil, at enskt avloysir