Náttina millum týskvøldið og mikumorgunin tók Tjóðveldisflokkurin endaliga støðu til, hvør skuldi vera á ovastu rók í Mentamálaráðnum. Valið fall á Annitu á Fríðriksmørk, og var hetta kanska ikki so óvæntað.
- Tað kom kanska ikki sum eitt snarljós frá himni, at Sosialurin gitti, at eg varð nýggj landsstýriskvinna í mentamálum, tí eg havi jú royndir innanfyri øki og siti sum formaður í mentanarnevndini, sigur Annita á Fríðriksmørk.
Annita á Fríðriksmørk hevur sitið í mentanarnevnd Løgtingsins síðani 1998, og hevur hon royndir innanfyri mentanarøkið.
- Nú havi eg sitið í mentanarnevndini, og øll tey málini, sum vit viðgera, koma jú frá Mentamálaráðnum, og tískil kenni eg til fólkini og mannagongdirnar, tí tað er altíð eitt ávíst samskifti, sigur Annita á Fríðriksmørk, sum nú fer úr Løgtinginum og niðan í Mentamálaráðið.
- Hetta er ein álitisváttan frá flokkinum
Spurd um tað kendist, sum tað varð nógv kapping um landsstýrissessin, sigur Annita á Fríðriksmørk, at tað sjálvandi vóru nógv um boðið.
- Spurningurin er, hvørji atlit man vil taka, og hvat man raðfestir høgt, bæði við royndum, førleika, aldri, kyni, øki, og alt tað, sum flokkar taka til eftirtektar, tá teir velja landsstýrisfólk, sigur Annita á Fríðriksmørk.
Flestu eygleiðarar eru samdir um, at drúgvur orðadráttur hevur verið innanfyri Tjóðveldisflokkin um, hvør skuldi inntaka Mentamálaráðið. Stór kapping hevur helst verið um heita sessin, og vit spyrja Annitu, um tað varð strævið at sita og tingast aftur og fram um, hvør skuldi vera nýggjur lanssstýrismaður.
- Eg haldi, at tað er øgiliga gott at kunna sita soleiðis saman, øll tingmanningin, og kjakast aftur og fram, soleiðis at man tekur øll atlit. Tað er ein fínur máti bæði at samansjóva tingmanningina, og at fáa diskutera nøkur verulig ting, til dømis hvat man ætlar á økinum, sigur Annita á Fríðriksmørk, sum eisini vísir á, at avgerðin hjá flokkinum um at seta hana í Mentamálaráðið, má sigast at vera ein álitisváttan.
Arbeiðið skal førast víðari
Ein afturvendandi spurningur til Annitu á Fríðriksmørk hesar seinastu dagarnar hevur verið, hvat hon heilt ítøkiligt ætlar at gera á undirvísingar- og mentanarøkinum.
- Tíðin er ikki búgvin enn til at ítøkiliggera, hvat eg fari at gera. Men generelt haldi eg, at tað er týdningarmikið, at man raðfestir mentanina høgt. Og nú er mentanin so mikið væl up-prioritera, at hon samsvarar við raðfestingina í øðrum londum. Tað løgdu vit stóran dent á í 1998, og tað hava vit so fingið framt higartil, sigur Annita á Fríðriksmørk, nýggja landsstýriskvinnan í mentamálum.
Mentanarraðfesting í einum landi er ofta máld í mun til, hvussu stóran part av bruttotjóðarúrtøkuni eitt land nýtir upp á mentan.
- Mentanin er á støði við onnur norðurlond, tí um man hyggir eftir bruttotjóðarúrtøkuni, og hvussu nógv vit brúka av henni upp á mentan, so síggja vit, at vit eru a sama støði, sigur Annita á Fríðriksmørk um mentanarstøðuna í Føroyum.
Men hetta merkir ikki, at Mentamálaráðið ætlar at raðfesta mentanina lægri, tí Annita á Fríðriksmørk ætlar sær føra arbeiðið víðari.
- Eg vil leggja dent á, at alt tað arbeiðið, sum Annlis Bjarkhamar hevur lagt lunnar undir í hesum valskeiðinum, tað vil eg føra víðari. Og eg haldi, at sjálvt um tað hava sitið nógv landsstýrisfólk seinastu árini, so hava tað verið góð landsstýrisfólk, sum veruliga hava megnað at sett undirvísing og mentan á dagsskránna, sigur Annita á Fríðriksmørk.
Stór ábyrgd
Annita á Fríðriksmørk hevur ábyrgdina av allari undirvísing og mentan í landinum, og talan er um eitt stórt málsøki. Tískil skal Annita á Fríðriksmørk kunna seg um nógv viðurskifti, nú hon byrjar sum mentamálaráðharri í komandi viku.
- Ábyrgdin er ómetalig stór, og hon fevnir um alt landið. Hon fer faktisk inn í hvørja stovu í landinum, og aktørarnir eru so nógvir, og mentanin fer so øgiliga víða, sigur Annita á Fríðriksmørk.
Annita hevur góðar vónir um, at tað fer at eydnast henni at gera eitt gott arbeiði í Mentamálaráðnum. Hon veit, at útskiftingin hevur verið stór, og at ofta hevur verið tikið til, at mentamálaráðharrasessurin er ein heitur sessur.
- Tað er rætt, at útskiftingin hevur verið stór, men eg fari í starvið við einum opnum sinni, og eg vænti, at trupulleikarnir fara ikki at endurtaka seg, sigur ein vónrík Annita á Fríðriksmørk. Men hon vísur á, at hon kann sjálvandi ikki vita, hvørjir trupulleikar fara at stinga seg upp.
- Men eg hevði ikki tikið av tilboðnum, um eg helt, at starvið reyk beinanvegin, sigur Annita á Fríðriksmørk.
Annita á Fríðriksmørk byrjar arbeiði sítt í landsstýrinum í komandi viku, og tískil kemur Finnur Helmsdal aftur á ting.