? EIN ÓTRÚLIG ARROGANSA FRÁ DØNUM

? Vit skulu hava eina uppgerð við danir. Heimastýrislógin bygdi á, at tað vóru tveir partar, sum á jøvnum føti samstarvaðu. Støðan í dag minnir nógv um imperialismu, har annar parturin gera sær dælt av hinum, sigur ein bersøgin Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins í viðmerking til spentu støðuna millum Føroyar og Danmark og til veljarakanningina, ið gevur Sambands- og Tjóðveldisflokkinum størstu undirtøkuna

? Arrogansan frá dønum er ótrúlig.

? Tað er ófatuligt, at løgmálaráðið, sum annars skuldi verið bæði dugnaligt og sakligt, skal hava handfarið eitt føroyskt mál á tann hátt, teir hava gjørt við bankamálið, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í føroyska Javnaðarflokkinum.

? Aðalstjórin í løgmálaráðnum, Michael Lund og táverandi løgmálaráðharrin hava tí sín part av heiðurinum fyri, at viðurskiftini millum Danmark og Føroyar eru vorðin so spent, sum tey nú eru - og at polarisering nú fer fram millum flokkar, sum vilja hava loysing og teir, sum einki vilja gera við viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.


Kroystu okkum

at góðtaka

? Aðalstjórin og løgmálaráðharrin Bjørn Westh vissaðu okkum um, hvussu góð og hvussu óvildug hendan kanning fór at vera. Teir gjørdu okkum eisini púra greitt, at tóku vit ikki av bankakanningini, so fingu vit onga kanning. Á tann hátt fingu teir broytt tann politiska viljan í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Ein tílík agressión, sum av hesum er uppstaðin, skal kanaliserast onkustaðnis politiskt - og er tað nátúrligt, at Tjóðveldisflokkurin, ið er mest víðgongdur á hasum økinum, heystar sín vinning.

Hetta sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerking til veljarakanningina, sum varð almannakunngjørd í Dimmalætting leygardagin. Kanningin vísir, at Sambandsflokkurin megnar framvegis at vera størsti flokkur, men at Tjóðveldisflokkurin gongur nógv fram, og verður nærum eins stórur og Sambandsflokkurin. Kanningin gevur Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkin smávegis framgongd, meðan Verkamannafylkingin, ið var orsøk til stóra ósigur Javnaðarfloksins seinast, fer burtur í einki.


Fegnast um javna framgongd

Formaðurin í Javnaðarflokkinum vísir annars á, at sami tendensur hevur verið í øllum teimum fimm veljarakanningunum, sum hava verið almannakunngjørdar síðan valið.

? Eg fegnist kortini um, at framgongdin hjá Javnaðarflokkini er jøvn - hóast hon er lítil. Tað hevur uttan iva sín fyrimun, og eg síggi tað sum nakað positivt. Í valstríðnum fer myndin uttan iva at broytast nakað, heldur hann.

Jóannes Eidesgaard vísir eisini á, at ein tílík veljarakanning kann verða merkt av viðurskiftunum við Danmark. Tá er tað nátúrligt, at hon vísir eina polarisering millum Sambandsflokkin, sum ikki vil broytingar, og Tjóðveldisflokkin, sum vil slíta. Men hann heldur, at tá til stykkis kemur, fara teir hóvligaru flokkarnir at vinna nakað aftur.

? Vit kunnu eisini vísa á, at tær broytingar, sum eru hendar á sjálvbjargnisleið, eru hendar, meðan Javnaðarflokkurin hevur verið í samgongu, og somuleiðis áttu vit einasta uppskotið á sjálvbjargnisleið, ið hevur havt nakran møguleika at verða samtykt í hesum valskeiðinum, sigur hann, og sipar til uppskotið um setan av stjórnmálanevnd.

Jóannes Eidesgaard sigur, at hann lesur veljarakanningina rættuliga positivt.

? Eg eri sannførdur um, at tann dag vit standa í einum valstríð ber til hjá okkum fyri tað fyrsta at vísa á, at tað eru onnur virði her í lívinum og onnur virði her í samfelagnum, sum skulu viðgerast enn júst ríkisrættarligu viðurskiftini.

? Fara vit so aftur í søguna, so síggja vit, at broytingarnar í ríkisrættarligum viðurskiftunum henda, meðan Javnaðarflokkurin situr í stjórn.

? Eg eri eisini sannførdur um, at tær broytingar, sum skulu gerast í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar, best kunnu gerast soleiðis, sum vit í Javnaðarflokkinum vilja gera tær - at vit broyta verandi heimastýrislóg og fáa eina nýggja skipan.

? Støðan í dag er soleiðis, at tann vongurin, sum vil kvetta stendur sterkur, og at tann vongurin, sum einki vil gera, eisini stendur sterkur.

Men ein og hvør, ið hugsar um hesi tingini veit, at hvørgin hava hasum vongunum hava gongdu leiðina. Vit fara hvørki at slíta frá Danmark ella hinvegin als einki gera fyri at broyta viðurskiftini - hinvegin verður talan um eina loysn, sum liggur í millum hesar báðar leiðirnar.

? Men tað er púra greitt, at vit skulu hava eina uppgerð við danir. Teir hava ikki uppiborið nakað annað, og fyri okkara egnu sjálvsvirðing noyðast vit at taka hesi viðurskiftini til viðgerðar

? Handfaringina av Føroyum, sum vit hava sæð seinastu tíðina, kunnu vit als ikki góðtaka - tað ber als ikki til, sigur Jóannes Eidesgaard.

Jóannes Eidesgaard sigur, at tað sum heimastýrislógin bygdi á var, at talan var um tveir partar, sum á jøvnum føti samstarvaðu - við virðing fyri hvørjum øðrum. Tað sum vit nú síggja ber brá av imperialismu - at annar parturin útnyttar hin partin. Hetta ber ikki til.

? Hóast Javnaðarflokkurin er ein av heimastýrisflokkunum, so kunnu vit undir ongum umstøðum standa model til hetta - tí mugu vit ganga á odda fyri at fáa gjørt støðuna upp, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins.