Tað er nógv hent á Svangaskarði á Toftum seinastu tíðina.
Graslíkið er skift, og vøllurin er klárur aftur til fyrsta dystin í bestu fótbóltsdeildini.
Fyrstu dystur er heimadysturin móti EB/Streymi, sum verður á Svangaskarði í morgin, leygardagin 5. juli, klokkan 17.15.
Samstundis, sum nýtt graslíki er lagt á, hava fólk hjá byggifyritøkuni KBH gjørt fyrireikingar til stoyping av fundamentum til nýggju skýlini.
- Í gjár var so ein stór stoyping á skránni, tá hesar myndir vórðu tiknar, vita tey á Facebook-vanganum hjá Nes kommunu at siga.
Tað er KBH, sum eigur myndirnar.
##med2##
##med3##












