Tinghúsið aftur fyri skotum

EFTIR øllum at døma er tað ein kongstanki hjá formansskapinum í Løgtinginum, at løgtingshúsið skal broytast. Nú verður knappliga farið at umvæla og umbyggja húsið, uttan at Tingið sjálvt veit nakað um ætlanina. Eingin nýggj kapping hevur verið um útsjónd, og heldur ikki er arbeiðið boðið út alment.

SJÁLVANDI skulu vit hava eitt virðiligt tingshús og sjálvandi skal Tingið hava góðar og sømiligar umstøður at virka undir. Tað var tí rætt, at undanfarni løgtingsformaður tók spurningin upp at umbyggja ella byggja nýtt Løgtingshús. Tí varð eisini boðið til arkitektakapping, sum so føroyskt so føroyskt endaði við, at einki varð bygt. Løgtingsmenn hveptu seg helst við at fara at brúka einar hálvthundrað milliónir krónur ? ella allarhelst fleiri ? til eitt nýtt løgtingshús. Helst tí at so nógv annað liggur á láni.


HARAFTURAT tók ein mótstøða seg uppímóti at ríva verandi hús niður. Eini 4-5000 túsund fólk skrivaðu undir eitt mótmæli. Tað merkir, at tað nærum var ein fólkarørsla ímóti at broyta tinghúsið. Av hesi orsøk høvdu óivað tey flestu roknað við, at tinghúsið fekk frið. Tað er fitt, har tað stendur, og tað fellur væl inn í umhvørvið við Vaglið, hóast tað má ásannast, at tað er ikki nakað arkitektoniskt prýði.


MEN hvat skal so gerast við tinghúsið? Tað vita hvørki tingfólk ella almenningurin. Tað sigur nakað um, at mannagongdin kann ikki vera røtt. Hvørki nú, ella á sinni, tá arkitektakappingin varð lýst. Tá avgjørt var at hava eina arkitektakapping, átti Tingið fyrst havt tryggjað sær, at undirtøka var fyri at byggja húsið. Fyrst og fremst millum løgtingsfólk, sum skulu játta fígging, men eisini millum býráðslimir, sum umboða fólkið í Havnini.


NÚ verður upplýst, at útsjóndin skal nærum broytast til ta útsjónd, sum tinghúsið hevði undan at tað varð bygt um í 1977. Skifurtak skal leggjast á og vindeyguni skulu skiftast út til vindeygu við smærri gluggum. Harafturat skal tað málast grátt! Tá nú einki nýtt hús skuldi byggjast, og fólk vildu varðveita tinghúsið sum tað var, er spurningurin, hví húsið so skal broytast og umbyggjast. Er flagtekjan ikki nóg góð? Lekur hon ella rívur hon á vetri. Ella eru vindeyguni longu rotin?


EITT er at sambyggja tinghúsið við bygningin hjá Telefonverki Føroya Løgtings, sum bygningurin í síni tíð kallaðist, har skrivstovur skulu gerast einaferð, eitt annað er at broyta broytingar fyri fleiri milliónir, sum eru óneyðugar. Føroyingar vilja hava eitt gott ting, men Løg-tingið verður ikki betri, hóast takið fær skifur og húsið fær nýggj vindeygu.th;uni við tað drúgva fyrireikingarbeiðið, sum er gjørt undan fyrstu loyvisgevningini. Hann vísti á, at tað frá almennari síðu eru gjørdar nógvar fyrireikingar til oljuleiting, ikki bara í Oljumálastýrinum og Jarðfrøðisavninum, men í umsitingini sum heild. Her kann serliga verða nevnt arbeiðið, sum í løtuni verður gjørt í sambandi við tilbúgvingarætlanina. Talan er um eina rættiliga fjølbroytta verkætlan, ið flestu aðalstýrini onkursvegna eru uppí, t.d. verður ætlanin fyriskipað av Vinnumálastýrinum, Fiskimálastýrið hevur ábyrgdina av tilbúgvingini til havs, Almanna- og heilsumálastýrið av m.a. sjúkrahústilbúgvingini, Løgmansskrivstovan av møguligum lógarbroytingum og millumlandaviðurskiftum, meðan Oljumálastýrið hevur ábyrgdina av tí partinum, sum beinleiðis hevur við frálandsvirksemið at gera. Sum heild gongur hetta arbeiðið væl, men talan er um eina stóra uppgávu, sum krevur gott samstarvsstev millum allar teir luttakandi partarnar segði landsstýrismaðurin.


Áðrenn uppskotið um fyrsta útbjóðingarumfarið varð latið løgtinginum seinasta heyst helt landsstýrismaðurin ein fund við reiðara- og manningarfeløgini, har greitt var frá útboðsøki og væntaðum virksemi. -Tað er sera umráðandi, at vit allatíðina kunna um oljuvirksemið, soleiðis at fiskivinnan og oljuvinnan kunnu samstarva so skynsamt sum møguligt. Ætlanin er tí seinni í heyst at skipa fyri líknandi fundi, har greitt verður frá, hvørjar avleiðingar oljuleitingin, t.e. bæði leitiboringar og seismikkur, kann hava fyri fiskiskap á leiðunum, har leitað verður. Møguliga eigur eitt fast samstarvsforum at verða skipað. Sambært kolvetnislógini skal ein endurgjalds- og skaðabótanevnd setast við umboðum fyri fiskivinnufeløgini og loyvishavarar til oljuleiting. Oljumálastýrið fer at taka stig til, at henda nevndin verður mannað skjótast møguligt.


Sambært kolvetnislógini skal landsstýrismaðurin annaðhvørt ár lata løgtinginum eina frágreiðing, ið skal vera grundarlag undir einum oljupolitiskum orðaskifti á løgtingi. Tá útbjóðingarlógin varð løgd fyri løgtingið í fjør, nevndi Eyðun Elttør, at hon kom ístaðin fyri frágreiðingina, sum av røttum átti at verið løgd fram fyrstu ferð í 1999. Samstundis varð nevnt, at ætlanin var at lata løgtinginum eina frágreiðing, tá leitingarloyvini eru latin. Miðað verður eftir at gera eina frágreiðing, sum kann fevna eitt sindur breiðari enn bara um sjálva loyvisveitingina. Ætlanin er at greiða frá tí sum longu er hent á oljuøkinum, t.d. umhvørviskanningum, granskingarætlanum, útbúgvingum, vinnumenning o.s.fr. Í øðrum londum verður ætlað um ókendu kolvetnisnøgdirnar ? t.e. nøgdir, ið ikki eru staðfestar við boringum ? men nøgdir, sum mettar verða at fjala seg í undirgrundini. Slíkar metingar hava vit higartil ikki gjørt í Føroyum, m.a. tí torført er at ætla um hesi viðurskifti á basaltøkjunum. Frágreiðingin í heyst fer at geva eitt boð uppá, hvørjar kolvetnisnøgdir talan kann vera um í pørtum av føroyska økinum.