hugsast um eina uppgávu í senn, og at norska Lyn vitjanin ikki skuldi eiga pláss í huganum, fyrrenn dysturin ímóti GÍ var liðugur. Í kvøld fer KÍ til Noregs at vitja Molde, og seint í kvøld kemur Lyn í Vágar [...] flogfarinum, sum klaksvíkingarnir fara til Noregs við. Bæði NSÍ og KÍ ætlaðust at venja á Svangaskarði í gjárkvøldið. Har skal NSÍ spæla hóskvøldið, og KÍ skal spæla har hósdagin 28. august. Vanliga plaga útlendsku [...] til AB og seinni til Lyn í Noregi. Sunnudagin var Lyn, sum er triði niðast á støðutalvuni í Tippuliguni, á vitjan hjá Rosenborg í Tróndheimi. Rosenborg var sjálvandi favorittur, teir vunnu 2?0, og harvið
stovn, og umframt tær sponsoravtalur, sum gjørdar vórðu kring landsliðsarbeiðið, vórðu eisini gjørdar sponsoravtalur við Føroya Tele og Poul Hansen um at verða høvuðsstuðlar fyri ávíkavist lands- og steypakapping [...] landsliðsskipanini frá ungum árum, og sum tískil høvdu betri fortreytir at standa seg, tá krevjandi uppgávurnar við A-landsliðunum stóðu fyri framman. Pengar skuldu sjálvandi til, og fyri at fíggja hendan aktivitetin [...] Danmark og Svøríki, har tað eisini er vanligt, at onnur ungdómslandslið taka lut. Soleiðis slepst helst undan, at vit eitt nú skulu ferðast til Hvítarusslands fyri at fáa bank frá heimsmeistarunum, og tí átti
brotsteiginum, og minuttin aftaná var tað miðvallarin í høgru, Gert Langgaard, sum sendi úr brotsteiginum og í málið, eftir at hann hevði sneitt seg leysan. Hóast NSÍ hevði stóra yvirvág og nógvar hálvar [...] Leygardagin vann Eysturoyingur kappróðurin (tað venda vit aftur til í blaðnum í morgin), og sunnudagin vann NSÍ stórsigur og varðveitti harvið trýstið á HB í kappingini um oddasessin. TB tóktist hava givið skarvin [...] sleppa upp í part í álopinum. Sonni L. Petersen og Óli Hansen hava skorað fleiri mál síðstu tíðina. Hóskvøldið var Christian Høgni vongverji í vinstru, og hesa ferð loysti hann Brynjolv Nielsen av sum vongverji
manning. Vit fóru í bátin 10. apríl. 4. mai fingu vit henda nýggja bátin. Tað hevur gingið væl við venjingunum, og sigurin hesa ferð ger tað ikki minni spennandi at venja og kappast. Roknar tú við, at [...] Klaksvík avstað við FM heitinum, sum Jarnbardur hevði átt í 1997, í 1999 og í 2000. Síðani í fjør er nýggjur Jarnbardur flotaður, og fyrsta royndin gekk upp á stás. Jarnbardur lá hvørki vestastur ella eystastur [...] royndi at fylgja við. Tá hálvur teinurin var rógvin, og bátarnir komu á ytra endan á Kósabrúnni, bjóðaði Jarnbardur rættuliga av. Tær tóku Páll Fanga, og tá bátarnir vóru komnir inn um Kósavirkið, var Jarnbardur
Fríða og Nicolina fóru at stríðast sum vant, og tá verjan eisini fekst at rigga, kundi Manuela soleiðis av og á seta nøkur skjótálop í gongd. Alt fyri eitt tóktist hetta at gerast møtumikið hjá VB, og seinastu [...] er sterkari enn hini, hevur betri bóltførleika og ikki minst eru tær í góðari venjing. Har umframt hevur liðið eisin individualistar sum Sóley og Ioanu, og hesar megna nærum hvørja ferð at taka yvir, um [...] komandi, og sunnudagin stðafestu tær enn einaferð, hví so er. Skiftu gear At byrja við var annars talan um ein hampuliga javnan dyst sunnudagin. Liðini bæði fylgdust væl teir fyrstu 20 minuttirnar, og VB hevði
fyri eitt, og og áðrenn hoyvíkingarnir vóru komnir upp á máltalvuna, høvdu neistamenninir longu fingið sær eina seks máls leiðslu. Eftir hetta varð ongantíð nakar sum helst ivi um úrslitið, og hóast hoyvíkingar [...] frágera væl, og lítið er at ivast í, at hann hevur uppiborið landsliðsúttøkuna, sum fyri stuttum varð tillutað honum. Nýtt andlit Sum nevnt, so var rættuliga stórur munur á liðunum báðum sunnudagin, og tískil [...] tískil er ilt at meta um avrikini hjá neistaliðnum. Heini og Áki fingu tó enn einaferð prógvað, at skotstyrkin á liðnum er í lagi, og málinum hevði Petur fleiri góðar bjargingar. Miðskeiðis í seinna hálvleiki
samanborið við aðrar toskastovnar. Toskur á Føroyabanka veksur sera skjótt fyrstu árini og er longu yvir 80 sentimetrar langur og vigar yvir 8 kilo, tá hann er fýra ára gamal. Á Havstovuni vísa tey á, at til s [...] føroyska landgrunninum umleið 60 sentimetrar langur og vigar 2,3 kilo, tá hann er fýra ára gamal. - Toskurin kemur í yvirlitstrolið, tá hann er tvey ára gamal og eldri. Mest er at fáa, tá toskurin er fýra ára [...] smáfiskur seg í taraskóginum. Taraskógur er ikki á Føroyabanka, og smáfiskurin á Føroyabanka hevur helst færri møguleikar at fjala seg og verður helst oftari etin. - At veksa skjótt fyrstu tíðina er helst
í Hvalba, sum keypti hann. Bilurin er stórur í allar mátar, langur og breiður og hev-ur stóran V8-motor við 223 hk. Hann ljóðar væl og brúk-ar nokk av bensini. Teir hava gjørt nógv fyri at bilurin skal [...] Bæði pápin og synirnir hava sera stóran áhuga fyri bilum og serliga ellisakførum. Teir eru knýt-t-ir at fyr-i-tøk-uni “Verkstaðið hjá Eyðun” í Froðba, har Eyðun er stjóri. Verkstaðurin varð setttur á stovn [...] í Vestmanna, sum upp-runa-liga innflutti bilin úr USA. Gunnar fór sera væl um bilin og var við til flaggdagskoyring og aðrar framsýningar av ellisakførum. Bilurin hevði tá pláss í hølunum hjá Føroya El
vóru 572 vøru- og last-vognar, 563 mortorsúkklur, 521 persónbilar, 337 hýruvognar, 54 buss-ar, 3 sjúkra-vogn-ar og 2 brandvognar. Sum sæst so er størsti bólkurin vøru- og last-vogn-ar, og 1965 er fyrsta [...] Herluf og vin-maðurin Gunnar Dølum fóru í holt við at restaurera bilin. Stórt arbeiði varð lagt í at gera bilin so væl sum gjørligt. Bilurin var so gott sum sundurtikin, og væl var pussað, reins-að og sveisað [...] bleiv lakkeraður. Bilurin stóð lið-ug-ur og nýlakkeraður í januar 1992. Tá var hann settur í stand bæði innan og uttan. Jón Herluf er útbúgvin bilmekanikari og hevur altíð havt stóran áhuga fyri bilum
ímóti TB. Tá var úrslitið 1-0. Úrslitið í dag ber við sær, at FC Suðuroy hevur 9 stig, meðan 07 Vestur og TB hava 7 stig. Tað hevur gingið striltið við málskjótingini fyrr í ár, og FC Suðuroy hevur ongantíð [...] gott, og aftur í dag var hugburðurin góður. Í morgin hava vit frí, og so fara vit av álvara at fyrireika okkum til ellivu tey seinastu umførini. Málið er at varðveita plássið í bestu deildini, og tað er [...] Mikkel Elbæk Jakobsen skoraði. Fýra minuttir undan steðginum javnaðu vit eftir horna og útfrá. Olaf Godtfred smekkaði til, og tað var góð kensla, tá ið Dánjal Godtfred setti fótin undir bóltin, sum fór í netið