EUROPA CUP/NOREG
Í hesi vikuni skulu NSÍ og KÍ í europeiska eldin. Bæði liðini vunnu í vikuskiftinum, men tað var ikki frítt, at tað kendist eitt sindur av altjóða skjálvta við Løkin í Runavík, sjálvt um tað í leikskránni í sambandi við uppgerðina ímóti GÍ staðiliga varð undirstrikað, at tað bara skuldi hugsast um eina uppgávu í senn, og at norska Lyn vitjanin ikki skuldi eiga pláss í huganum, fyrrenn dysturin ímóti GÍ var liðugur.
Í kvøld fer KÍ til Noregs at vitja Molde, og seint í kvøld kemur Lyn í Vágar við sama flogfarinum, sum klaksvíkingarnir fara til Noregs við.
Bæði NSÍ og KÍ ætlaðust at venja á Svangaskarði í gjárkvøldið. Har skal NSÍ spæla hóskvøldið, og KÍ skal spæla har hósdagin 28. august.
Vanliga plaga útlendsku feløgini, sum vitja í sambandi við altjóða dystir, at búgva í høvuðsstaðnum, sjálvt um dystirnir hava verið spældir á Svangaskarði. Tað skal Lyn ikki. Teir fara at búgva í Runavík.
Illur verjuspælari
Tá ið Herfølge við Jákupi Mikkelsen millum stólparnar vann DM í 2000, var Steven Lüstu álit í miðverjuni. Síðani flutti hann til AB og seinni til Lyn í Noregi. Sunnudagin var Lyn, sum er triði niðast á støðutalvuni í Tippuliguni, á vitjan hjá Rosenborg í Tróndheimi.
Rosenborg var sjálvandi favorittur, teir vunnu 2?0, og harvið styrktu teir uppaftur meiri um oddasessin, tí Sogndal, sum framvegis er næstfremst, megnaði ikki meiri enn 1?1 á útivølli ímóti næstaftasta Tromsø, ið síðstu løtuna stríddist fyri at vinna.
Men Rosenborg noyddist at stríðast fyri sigrinum ímóti mótstøðuliðnum hjá NSÍ. Teir fingu málini síðstu tíggju minuttirnar, og tað var akkurát soleiðis, at teir megnaðu at byrgja fyri Lyn málum.
Hesa síðstu løtuna varð Steven Lüstu rikin av vøllinum, tí hann hevði fingið tvey gul kort, og tað var hann sera royttur av. Hann vildi ikki fara av vøllinum beinanvegin, og tá ið hann var komin í umklæðingarrúmið sparkaði hann so dygt til ein bonk, at hann brotnaði. Danski miðverjin í Lyn varð útvístur fyri triðju ferð í hálvt annað ár, og hann fjaldi sunnukvøldið í Tróndheimi ikki yvir, at hann kennir tað sum um, at dómararnir eru úti eftir honum.
Lyn venjarin, íslendski Þordur Þórdarson, var ikki misnøgdur við avrikið hjá sínum monnum. Hann segði seg rokna við, at teir fara at vinna seg longri upp á støðutalvuna, um teir framvegis fara at sýna tann hugburðin, sum teir sunnudagin vístu á Lerkendalen í Tróndheimi.
Molde spældi ikki fyrrenn í gjárkvøldið, tá ið teir skuldu hava vitjan av Bodø/Glimt. Norsku feløgini liggja ikki á løtu síðuni. Longu leygardagin fara Lyn og Molde at hittast. Tað vil við øðrum orðum siga, at Molde fer at spæla mánakvøldið, hóskvøldið og aftur leygardagin.
Aalesund aftast
Nógv bendir á, at Aalesund, sum flutti upp síðsta heyst, fer at flyta niður aftur. Teir eru aftastir, og sunnudagin taptu teir 3?0 í Bergen ímóti Brann.
Um tað eydnaðist Bodø/Glimt at vinna í Molde í gjárkvøldið, so vera teir undir liðini á Sogndal í kappingini um annað plássið. Sogndal er ellivu stig aftanfyri Rosenborg, so tað er eingin ivi um, at Rosenborg seinni í heyst fer at vinna 12. meistaraskapin á rað.
Viking úr Stavanger er eisini við í kappingini um Europa Cup plássini. Sunnudagin fingu teir eitt stig við úr høvuðsstaðnum. Dysturin ímóti Vålerenga endaði 2?2.
Stabæk vann 1?0 á Lillestrøm. Hetta var fyrsti sigurin hjá Stabæk í sjey dystum. Bryne vann 3?2 á Odd Grenland. Sigursmálið fingu teir í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.