Jarnbardur aftur í essinum

Eftir at tær í fjør vóru í skugganum av Páll Fanga, eru fleirfaldu meistararnir, sum nú hava nýggjan bát komnar afturíaftur

6-MANNAFØR KVINNUR

Jarnbardur er aftur fremst í FM kappingini. At tær eru fremstar í kappingini, og at tær vinna FM er ikki nakað nýtt fyri teimum umborð á Jarnbardi. Í fjør máttu tær lata sær lynda, at tað var Páll Fanga manningin, sum vann allar róðrarnar. Harvið struku kvinnurnar úr Klaksvík avstað við FM heitinum, sum Jarnbardur hevði átt í 1997, í 1999 og í 2000.
Síðani í fjør er nýggjur Jarnbardur flotaður, og fyrsta royndin gekk upp á stás. Jarnbardur lá hvørki vestastur ella eystastur, men hann kom nógv fyrstur á mál. Munurin aftur til Páll Fanga var meiri enn tvær bátslongdir.
Tá Páll Fangi í fjør vann allar róðrarnar, noyddust tær rættuliga at stríðast fyri sigrunum. Serliga var tað startinum, at tað bilti við. Ferð eftir ferð mistu tær á Páll Fanga í mun til kappingarneytarnar, men tær komu hvørja ferð afturíaftur og vunnu.
Leygardagin var gongdin hin øvugta av tí, sum hon plagdi at vera í fjør. Páll Fangi leyp avstað, tær fingu beinanvegin skutin framum Jarnbard, sum royndi at fylgja við. Tá hálvur teinurin var rógvin, og bátarnir komu á ytra endan á Kósabrúnni, bjóðaði Jarnbardur rættuliga av. Tær tóku Páll Fanga, og tá bátarnir vóru komnir inn um Kósavirkið, var Jarnbardur leysur av Páll Fanga, sum eina løtu eisini varð hóttur av Riddaranum. Miðvágskvinnur endaðu kortini aftanfyri tær úr Klaksvík, men munurin var ikki meiri enn ein hálv bátslongd.

Fleiri fara at kappast
Tá vit tosa við bátsformannin umborð á Jarnbardi hoyrist tað, at hon er róðursmaður. Tað er millum lítið og einki mál eftir hjá Jannie Dam Jacobsen, sum er umborð á Jarnbardi á sjeynda ári.
?Umstøðurnar vóru soleiðis, at tað meiri var ein spurningur um styrki enn um tempo. Tað var ikki so óslætt, men tað vóru nógvar og títtar hvirlur. Vit hildu okkum til tað, sum vit høvdu avrátt. Frá teimum, sum fylgdu við á landi, fingu vit aftaná at vita, at vit skuldu hava verið ov títtar við árini, men tað hildu vit ikki sjálvar, og tað eydnaðist sera væl.
Umframt Jannie Dam Jacobsen eru tað fleiri aðrar umborð á Jarnbardi, sum hava drúgvar royndir í kappróðri. Tá Jarnbardur vann FM bæði í 1999 og í 2000 vóru fýra av manningini í ár við. Í ár rør ein við, sum ongantíð áður hevur luttikið í kappróðri.
-Í fjør skiftu vit fólk fleiri ferðir. Tí vóru vit ikki førar fyri at kappast við Páll Fanga, sum stóð seg væl. Nú hava vit eina fasta manning. Vit fóru í bátin 10. apríl. 4. mai fingu vit henda nýggja bátin. Tað hevur gingið væl við venjingunum, og sigurin hesa ferð ger tað ikki minni spennandi at venja og kappast.
Roknar tú við, at tit fara at vinna allar róðrarnar í ár?
? Vit fara at royna at vinna hvørja ferð, vit fara at kappast, men eg rokni við, at tað fara at verða fleiri bátar, sum fara at kappast. Páll Fangi fer heilt víst at bjóða okkum av, og so rokni eg við, at Gongurólvur fer at gera meiri um seg, enn hann gjørdi á norðoyarstevnu. Tað er so stutt síðani, at tær fóru í nýggja bátin. Tá tær hava vant seg meiri við hann, so fara tær ivaleyst at vera við í kappingini um fremsta plássið, og tað kann væl vera, at onkur annar bátur eisini fer at bjóða seg til. So tað verður heilt spennandi, heldur Jannie Dam Jacobsen.