VÍF-VB 26-18 (13-9)
Hondbóltur
Ivaleyst hevði VB ætlað, at okkurt munagott skuldi koma burturúr, tá tær nýttu alt vikuskiftið norðanfyri.
Dysturin í Klaksvík leygardagin kastaði tó einki av sær, og hóast talan tá hevði verið um ein javnan dyst móti verandi meistarunum, so mundu vónirnar fyri stigum ikki vera av teimum allarbestu, tá farið varð á vøllin í Vestmanna. Eru tær úr Klaksvík verandi meistarar, so mugu tær úr Vestmanna vera komandi, og sunnudagin stðafestu tær enn einaferð, hví so er.
Skiftu gear
At byrja við var annars talan um ein hampuliga javnan dyst sunnudagin. Liðini bæði fylgdust væl teir fyrstu 20 minuttirnar, og VB hevði eisini í løtum nevið framman fyri heimaliðið, sum ikki tóktist at vera komið í rættað gearið frá byrjan.
Hetta fekk tó eina vend, tá farið var um miðjuna av hálvleikinum. Ioana Rápa, sum fram til tá hevði verið rættilga einsamøll um málskjótingina, fekk nú brádliga hjálp frá liðfeløgunum. Sóleyð hótti úti frá, Fríða og Nicolina fóru at stríðast sum vant, og tá verjan eisini fekst at rigga, kundi Manuela soleiðis av og á seta nøkur skjótálop í gongd. Alt fyri eitt tóktist hetta at gerast møtumikið hjá VB, og seinastu tíggju minuttirnar undan steðginum, fekk VÍF soleiðis økt um munin.
Eftir at heimaliðið hevði fingið togað seg fram um, var sigurin hjá teimum í roynd og veru ongan tíð hóttur. Onkun tíð slapp VB at nærkast eitt lítið sindur, men oftast var hetta tá tær hjá VÍF royndu at spæla heldur fikst. Eitt nú tá Sóley einar tvær ferðir royndi seg við smørtum fríspælingum, sum ístaðin endaðu við VB álopum. Í roynd og veru kundi sigurin hjá VÍF verið størri, men Guðrun í Lágabø stóð seg gjøgnumgangandi væl í dystinum, og ikki minst tók hon sær av nógvum royndum frá Jacklin.
Eru best
Sum sagt, so gjørdist talan enn eina ferð um eina uppvísing frá VÍF, sum sostatt bert er eitt stig frá at tryggja sær meistaraheitið. Umframt stóra munin í stigum, er málmunurin hjá VÍF eisini somikið góður, at tað skal meira enn eitt vanliga gott hugflog til at ímynda sær, at VÍF ikki verður meistari.
Orsøkirnar til hetta eru eisini fleiri, men tær munnu nú vera viðgjørdar somikið ofta, eingin orsøk er til at taka saman um aftur hesar. Bert kann staðfestast, at VÍF í ár hevur verið klárt besta liðið í landskappingini. Tær hava eitt lið, sum er sterkari enn hini, hevur betri bóltførleika og ikki minst eru tær í góðari venjing. Har umframt hevur liðið eisin individualistar sum Sóley og Ioanu, og hesar megna nærum hvørja ferð at taka yvir, um kollektivið svíkur.
Fyri VB er ikki nógv annað at gera enn at staðfesta, at tað so heldur ikki varð í ár, at tær gjørdust meistarar. Einki er tó at ivast í, at liðið hjá VB skuldi gingið eini bjartari framtíð í møti. Leikaratilfarið er gott, fyri tað mesta ungt, og verður rætt borið at, eigur liðið eisini í komandi árum at seta sín dám á føroysku hondbóltstindarnar.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF: Ioana Rapa 10(4), Fríða Marjunardóttir 4, Sóley Mikkelsen 4 (1), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 3, Jacklin Durhuus 3(1), Alis Høghamar 1, Randi Kúrberg 1.
VB: Christina Holm 7(2), Ragina Radó 4, Andrea Lütz 3, Gurið Mortensen 2, Eyðis Kjærbo 1, Mary Krosslá 1.
Brotskøst: VÍF 7, VB 3
Útvísingar: VÍF 3, VB 4.
Dómarar úr H71: Petur Skeel Dahl & Bárður Brimvík. Stýrdu við myndugleika tí, sum fyrifórst úti á vøllinum, men tað vildi tó veirð ynskiligt, at nógva togaríið varð revsað harðari.